Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskifti redaktørur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 27. november 2015 Nú vil meiriluti av tinginum loyva samkyndum at giftast Tað var í mars mánaði í 1988, at eldur var í skál­a­num, tí at landsstýrið ætlaði at geva sam­kynd­um rættindi, sum meirilutin í politisku skipanin ikki helt, at tey skuldu hava. Upprunin var, at ætlanin var at fáa eitt orð inn í borgarligu revsilógina soleiðis, at tað skuldi verða revsivert at happa fólk vegna kyns­ligan samleika. Málið byrjaði á landsstýrisfundi 10. desem­ ber í 1987. Tá samtykti landstyrið at bera niðan í ting­ið uppskotið um broyting í grein 266b, ið snýr seg um happing ella forfylging vegna ...»sin race, hudfarve, nat­ionale ell­er etniske oprindelse, tro eller seks­uelle ori­en­ter­ing...« Tað var ikki fyrr enn málið kom í løgtingið, at teir báðir í Kristiliga Fólkaflokkinum, Tordur Nicl­a­sen og Niels Pauli Danielsen uppdagaðu, hvat tað var, sum Niels Pauli Daneilsen hevði ver­ið við til at samtykt í landsstýrinum. Tí tað at seta bann fyri at happa fólk, sum vóru sam­kynd, var fyrsta stigið á glíðibreytini, søgdu teir. Øsingin varð so stór av hesum, at mál­ið fall í løgtinginum við einum braki – bara ein at­kvøða var fyri, og tað var einasta kvinnan í løg­tinginum, Karin Kjølbro, sum atkvøddi fyri. Um talan var um glíðibreyt ella ikki skal vera ósagt. Tí tað hevur sum so ongan týdning. Vit eru komin har til, at hjúnalag millum tvey av sama kyni er góðkent av fólkinum, og tí hev­ur øs­ing­in mist flogið soleiðis, at tað nú kann samtykkjast á tingi. Nýggja løgtingið er eisini á hes­um øki øðrvísi enn tað undanfarna – og tí tyk­ist nú vera greitt, at málið um at loyva sam­kynd­um at giftast verður samtykt. Hesaferð hevur Miðflokkurin ikki møgu­ leik­an at binda tingfólk til at atkvøða í móti. Tað løgna er tó, at hesaferð er tað Bárður Niel­ sen og Sambandsflokkurin, sum hava tann ivasama heiður at binda sínar menn niður – við at taka tey samkyndu til gísla í eini roynd av vinna samgonguni neisur. Øsingin ímóti samkyndum, sum Kristiligi Fólkaflokkurin loysti úr lagdi í marsmánaði í 1988 endar eftir øllum at døma 1. juli 2016, tá tey fyrstu samkyndu í Føroyum kunnu giftast. Sjáldan hevur so nógv politiskt stríð verið um eitt so nátúrligt mál um at viðurkenna fólk sum tað, tey eru. Afturhvarv um oljuavgjald – Oljugjaldið frá 1986 man vera gott dømi um, at hava vit fingið eitt avgjald, so sleppa vit ikki av við tað aftur. Í septembermánaði í 1986 vantaðu pengar í landskassanum, og tí setti landsstýrið serlig til­tøk í verk – kallað inntøkulógir. Eitt av til­tøk­u­num at útvega lands­kass­a­ num fleiri pengar var tað so vælkenda »olju­ av­gjaldið«. Tað var Jóngerð Purkhús, sum tá var fíggj­ ar­málaráfrú, og hon greiddi frá, hví hesi 70 oyr­ini skuldu leggjast oman á oljuprísin. Oljan kost­aði tá 1 krónur og 20 oyru. Eftir avgjaldið kost­aði hon 1 krónur og 90 oyru. Í grundgevginum tá varð sagt, at olju­av­ gjald­ið fór at minka við 7 oyrum fyri hvørji 10 oyru, sum oljan dýrkaði. Alt oljuavgjaldi skuldi vera burtur, tá olu­ prís­urin kom upp á 3 krónur og 15 oyru. Ráoljan kostar í dag (19. oktober 2015) 5 krónur og 74 oyru. Og oljuavgjaldið – ja, tað er hvørki burtur ella minkað, tí tað er 80 oyru fyri liturin. Ein av ventilunum, sum Kristina Háfoss situr og skrúvar upp á hesum døgum, er júst hendan skrúvan – oljuavgjaldið, sum var ein fyribilsloysn at útvega landskassanum pengar fyri skjótt 30 árum síðani. Kanska hetta sigur okkum nakað um, hvussu »trúgv« nýggja avgjøld eru. Vit sleppa ongantíð av við tey aftur. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og burturbeindar aftaná Barnafamiljur, ið eru illa fyri fíggjarliga, kunnu nú søkja um jólahjálp frá átakinum Í menn­iskj­ um góður tokki. Hesum boðaði Barnabati frá um dagarnar. Tað kann gerast á síðuni takk.fo ella við at ringja á 212216 komandi mánakvøld og týskvøld mill­um klokkan 19 og 21. Barnabati sigur, at øll kunnu trygt søkja um jóla­hjálp, tí eingin óviðkomandi fær innlit í um­ sókn­ir­nar. – Viðgerðin av umsóknunum fer fram í trún­aði og undir tagnarskyldu. Tá jólahjálpin er lat­in, verða allar umsóknir burturbeindar, sigur Djóni Eidesgaard í Barnabata. Søkja fleiri enn til ber at veita jólahjálp, verð­ ur jólahjálpin latin teimum familjum, ið hava tað truplast. Seinasta freist at søkja um jólahjálp er miku­ dag­in 2. desember á mid­nátt, og í seinasta lagi 21. desember hava øll fing­ið svar. 28 ár at loysa rumbulsmál Kunnu nú søkja jólahjálp í menniskum góður tokki Tingfólk kjakast um kringvarpið Les eisini blaðið á telefonini Tey 12 heimskendu systkini úr Rituvík Siðsøga síða 34-35 Sýriska andstøðan er syndrað Tíðargrein síða 30-31 Visti tú? At ....... Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður og fyrr­verandi landsstýrismaðurin sum skapti stovnin Kringvarp Føroya »Føroyar vóru eitt land og eitt demokrati langt á Kringvarpið varð til.« Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri inntøkulógirnar í 1986 30 ár við fyribils oljugjaldi