Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2015 SOSIALURIN 137 4 Fyrrverandi forseti Finlands og vinnari av friðarheiðursløn Nobels, Martti Ahtisaari, fekk norðurlendsku málvirðislønina í 2015 fyri hansara arbeiði at varðveita og styrkja eitt tvímált Finland Martti Ahtisaari hevur leingi verið ein forsprákari fyri norðurlendskum samstarvi. Hann hevur ofta ført fram, at svenskt er ein týdningarmikil liður í at fremja norðurlendska samleikan hjá finnum og er ein brúgv til norðurlendskt samstarv. Hóast grundlógin staðfestir at svenskt og finskt eru á jøvnum føti í Finlandi, verða spurningar javnan settir við týdningin av at varðveita svenska málið sum alment mál. – At ein politiskur bautasteinur sum Martti Ahtisaari klývur upp á girðingina til frama fyri svenska málinum hevur avgerandi týdning fyri at varðveita Finland sum eitt tvímált land, sigur Foreningen Norden, sum handar virðislønina. Føroya Pedagogfelag sleyt fríggjadagin samráðingarnar við Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála Jógvan Philbrow skrivar í fráboðan, at hóast samráðingarandin hevur verið góður, so er ógjørligt hjá Føroya Pedagogfelag at góðtaka krøvini frá Fíggjarmálaráðnum. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur víst viljan at náa eina semju, men sambært Jógvani Philbrow kann tað sama ikki sigast um Fíggjarmálaráðið. – Hetta máttu vit staðfesta eftir seinasta fundin við partarnar, fríggjadagin 20. november 2015, har vit næstan bert sótu við krøvunum frá Fíggjarmálaráðnum, ið minka um vunnin rættindi. Hetta vóru krøv, sum vit als ikki kundu taka undir við og vóru eingin útlit fyri, at Fíggjarmálaráðið fór at broyta áskoðan. Úrslitið var, at Føroya Pedagogfelag fór frá borðinum, uttan at hava avtala nýggjan fund við partarnar. – Kravið frá okkum er, at Fíggjarmála­ ráðið umhugsar sína støðu og veruliga vísir ein vilja at koma á mál – áðrenn tað hendir, er lítil meining í at halda áfram við samráðingunum, sigur Jógvan Philbrow. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 5-10 m/s 13-18 m/s 2-5 m/s 2-7 m/s 8-13 m/s Fríggjadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi og vestri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og ælaveður, partvís heglingur og vátaslettingur, og hitin millum 2 og 5 stig. Eitt bil upp í skrið, 18 m/s, annars makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Nógv regn-, vátaslettings- ella kavaæl. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig, um náttina niður í 2 kuldastig. Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útsynningi, 8 til 13 m/s, sum seinnapartin makar niður í lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 m/s. Samdrigið og ælaveður, partvís vátaslettingur ella kavi, og hitin millum 1 og 5 stig. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin upp í strúk í vindi upp í skrið av útnyrðingi og vestri, 13 til 18 m/s, umframt harðar hvirlur. Skýggjað við regni, vátaslettingi og kava, og hitin niður í tvey kuldastig. 8-13 Leygardagin makar hann vindin niður í lot til andøvsgul av ymsum ættum, 2 til 7 m/s, men um kvøldið øtlar vindin upp í gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, og um náttina andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn-, vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum trý kuldastig og fimm hitastig. Vikan ið fór Sæð á Facebook: »Hesi skulu altso gjalda tríggjar krónur um mánaðin meiri í Kring­ varpsgjaldi hvørt ár framyvir, og tað er tað, teir øsa seg um«. Sæð á Facebook: »Putin er ein sunnudags­ skúladrongur afturímóti blóđreyđa vinstra stýrinum vit hava í Føroyum«. Um orðið sigur Sprotin: »gjald ið lurtarar og hyggjarar rinda fyri at hoyra útvarp og síggja sjónvarp« Hesa vikuna hevur verið dúgliga kjakast um ætlanirnar hjá samgonguni at hækka kringvarpsgjaldið yvir nøkur ár, og at broyta kringvarpsgjaldið, so at eitt nú pensjónistar rinda minni, og hvør persónur yvir 24 ár rindar hetta gjald. Rigmor Dam, lands­ stýris­kvinna í skúla­ málum, hevur lagt uppskot fyri løg­tingið um at lækka inn­tøku­ markið hjá lesandi úr 20.000 niður í 15.000 krónur. Høgni Hoydal vil nokta Sea Shepherd at koma inn um føroyska sjómarkið, samstundis sum hann ætlar sær at avtaka revsingina fyri ikki at boða frá grind. Russiskt flogfar varð skotið niður í turkiskum loftrúmið, eftir bert 17 sekundir í turkiskum loftrúmið. Fleiri føroyingar munnu havt sett kaffi skeivt í hálsin, tá tey í vikuni royndu at vitja ymiskar heimasíður, og fingu boð um, at síðan, ið tey ætlaðu at vitja, er stongd, tí hon kann innihalda barnapornografiskt tilfar. Hetta hóast talan er um púra ósekar síður, so sum heimasíðan hjá Føroya Tele. Føroya Tele orsakar mistakið. Broytingar í hjúna­bands­ lógin vóru til fyrstu viðgerð í løgtinginum týsdagin. »Kringvarpsgjald« Martti fekk norðurlendsku málvirðislønina Pedagogfelagið slitið samráðingarnar MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt milliónir krónur er upphæddin, ið Landsbankin fer at kosta at reka teir 8 mánaðirnar í næsta ár. 5,3 MANGT OG HVAT Visti tú? Árstíðarjavnaða full­tíðar­ arbeiðsloysið í oktober var 2,5 prosent. Sostatt er talan um lægsta arbeiðsloysi í Føroyum síðani januar 2009, tá arbeiðsloysið í landinum var 2,2 prosent. Nú birtast 1000 jólaljós Tað er myrkt og kalt uttanfyri, men fólk standa lið um lið og bíða spent til jólatræið verður tendrað. Í vikuskiftinum savnast ung og gomul til hesa hugnaløtu kring allar Føroyar.