Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 30. november 2015 · Nr. 138 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Vinnan Síða 10 Fleiri enn 600 nýggj ar­ beiðs­pláss Vinnan síða 12 370 milliónir í av­lopi í fimm ár Rembingarnar eru stórar í pol­itikk­ i­num í hesum døgum. Og tað kemst ikki av ongum. Løgtingsvalið vísti, at fólkið ikki var nøgt við stýrið, sum sat – og vildi nak­að annað. Fyri fyrstu ferð nakrantíð fingu vit eina fullkomna útskifting í lands­ stýr­i­num. Tað er ikki hent áður, at eing­in av samgonguflokkunum helt fram í nýggju samgonguni. Tí eru stórar broytingar vænt­ andi, og tær fara sjálvandi at merkj­ ast. Um eingin munur er á ein­um borg­ar­lig­um konservativum stýri, og ein­um lib­er­al­um mið-vinstra­ stýri, so er okkurt galið. Men nýggja stýrið eigur sjálvandi at vísa hógv. Nógvar teoriir eru um, hvussu búskapurin skal skal stýr­ ast. Og nógvir eru fordómarnir um, hvussu órættvíst er býtt. Fyrsta avbjóðingin hjá lands­stýr­ i­num verður tó at fáa fíggjarlógina fyri 2016 at hanga saman. Hetta verð­ur sveinastykkið hjá sam­gong­ uni, sum í føðingini varð blakað út í fíggj­ar­lóg­arviðgerðina. Og boðað er frá yvirskoti á fíggj­ ar­lóg­ini næsta ár. Fyri at halda ta gongd­ina, so merkir tað, at almenni sek­t­or­urin má spara. Greitt er, at út­reiðsl­ur vaksa, so tí má sparast, tí valla held­ur klárar hendan sam­ gong­an at fáa tað inn í skattum og av­gjøld­um, sum skal til. Vinnan er sjálvandi høv­uðs­ gen­e­ra­tor­urin til vøkstur – og tí er neyð­ugt, at vinnan hevur tryggar karm­ar. Tað er ikki ein sjálvfylgja, at vinn­an hevur tað best við einum borg­ar­ligum stýri. Tí sjálvandi eigur eitt­hvørt stýri at virða vinnuna og skapa henni bestu karmar til aftur at skapa samfelagsvøkstur. Í hesum døgum sýnir vinnan stóra ónøgd við eyka gjøld, sum verða løgd á vinnuna. Sagt verður, at lands­stýrið soleiðis ger føroysku vinn­una verri kappingarføra mót­ veg­is kappingarneytum í øðr­um lond­um. Eitt nú verður part­a­fel­ags­ skatt­ur lækkaður í Noreg, með­an ætlanir eru um hægri gjøld á vinn­ una her hjá okkum. Landskassin skal sjálvandi hava sítt – og tað er uttan iva so, at býtið ikki er nóg rættvíst, sum er. Stóri spurningurin er, hvussu vit fáa meira skatt frá vinnuni – uttan at skaða kappingarførið. Ein møguleiki er við kap­i­tal­vinn­ ings­skatta­lógini at skatta harð­ari, tá peng­ar verða tiknir úr vinn­uni. Lands­kassin hevur mist hundrað­ tals mill­i­ónir við, at stór viðri er dren­að úr vinnuni skatta­frítt, tá skip eru seld ella virkið av­hend­að. Tað skaðar bæði vinnu og kapp­ing­ ar­føri. At skatta pengar hart, sum verða tikn­ir úr vinnuni, skaðar ikki kapp­ ing­ar­førið hjá vinnuni. vinnan tryggar karmar Landskassin fær til­sam­ans 159,5 mió kr burt­ur úr eyka vinn­ ings­být­i­num úr BankNordik Tá BankNordik næsta ár fer at gjalda út 300 mill­i­ón­ ir krónur í vinningsbýti, so verður tað løg­tings­fíggj­ar­ lóg­in, sum verður størsti vinn­ar­in. Gjøgnum Fígg­ing­ar­grunn­ in frá 1992 eigur løg­ting­ið 34 prosent av Bank­Nord­ik. Tað merkir, at lands­kass­ in soleiðis fær 100 mill­i­ónir krónur beinleiðis í vinn­ings­ býti. Fíggingargrunnurin frá 1992 varð stovnaður fyri at bjarga Sjó­vinnubankanum 6. ok­tober í 1992, tá hann ann­ ars hevði farið á hús­a­gang. Seinni loftaði hann eis­ini Føroya Banka, sum varð lagdur saman við Sjóvinnu­ bankanum undir navn­i­num hjá Føroya Banka – sum seinni er broytt til Bank­Nor­ d­ik. Endamálið hjá grunn­ i­num er stutt og greitt: »Grunn­urin hev­ur til enda­ máls at seta í og eiga pening í P/F Før­oya Banka, P/F nr. 10, sum parta­pen­ing ella á­byrgd­ar­pen­ing«. Men landskassin fær meira enn hesar 100 milli­ ón­ir­nar, sum fella lands­ kass­a­num í lut sum vinn­ ings­býti. Tí skattur skal gjald­ast av øllum teim­um 300 milliónunum. Út­lendsk­ir partaeigarar, sum eiga undir 10 prosent av part­a­pen­ing­ i­num, eru skattskyldugir í Før­oy­um. Tað vil siga, at øll utt­an danski ríkmaðurin, Hen­rik Lind, sum saman við Fígg­ing­ar­grunni­num hev­ ur avgerandi valdið í bank­ a­num, skulu gjalda skatt í Før­oy­um. Kapitalvinningsskatturin er 35 prosent. Taks fær so­ leið­is 35 prosent av øllum vinn­ings­býti­num, uttan teim­um 30 milliónunum, sum danski ríkmaðurin, Hendrik Lind fær, og sum hann skal gjalda skatt av í Dan­mark. Um vit taka partin hjá Fígg­ing­ar­grunn­inum frá, tí har fær landið eisini skatt­in – altso 65 milliónir í vinn­ings­ býti og 35 milliónir í vinn­ ings­být­is­skatti, so fær land­ið 35 prosent av 170 milli­ón­um oman á partin hjá Fígg­ing­ar­ grunn­inum. Tað gevur 59,5 mill­i­ónir krónur. Soleiðis fær landið til­ sam­ans 159,5 milliónir krón­ ur beint inn á løg­tings­fíggj­ ar­lóg­ina 2016, sum uttan iva fløva væl í landskassanum. Landskassin fær nógvar pengar frá BankNordik Summar sam­ gongur hava keli­nøvn. Sam­ bandsmenn hava upp­skot um navn til nýggju sam­gong­una Sam­bands­flokk­iurin – sum misti seks pro­sent, tríggj­ar tingmenn og trý lands­stýr­ is­fólk á løg­tings­val­i­num – hevur doypt nýggju sam­ gong­u­na »14. sep­tem­ber sam­gong­an« – uttan iva fyri at vinna sam­ríkis­sinnaða Javn­að­ar­flokk­i­num hjá Akseli V. Jo­hanne­sen neisur. Sikkurt stuttligt, men eitt held­ur knortlut navn, sum fólk neyvan fara at taka til sín. Summar samgongu hava havt slík keli­nøvn. Vit høvdu sjálv­stýr­is­sam­gong­ una í sekstiárunum, full­ veld­is­sam­gong­una um ald­ arskiftið, Che-sam­gong­una og ABC-samgongur. Borgarliga samgongan hjá Kaj Leo fekk ikki reið­ iliga nakað slíkt navn. Rætt er tað, at sam­ gongu­skjal­ið varð und­ir­ skriv­að 14. sep­tem­ber – sum hev­ur so stóran týdning fyri sam­bands­menn og tjóð­veld­ is­fólk. Men lands­stýr­ið tók við 15. september, tá løg­ mað­ur varð valdur. 15. september eitur ann­ ars »Mariu­messa síðari«. Aksel Tórgarð skrivar í »Dag­ar og nøvn í ál­ma­ nakka­num«, at dagurin varð hildin til minnis um ta sál­ ar­neyð, sum gekk á Mariu Moy fyri tær líð­ing­ar, son­ urin mátti tola. Í summ­um ál­ma­nakk­um stendur eis­ini navn­ið Áskel, ið er sama navn­ið sum svenska navn­ ið Esk­ild. Trúboðarin Esk­ild varð steinaður í hel við Esk­ ild­s­tuna í Svøríki um­leið ár 1080. Áskel merkir guda­hjálm­ ur. Spurningurin er, um vit skulu siga sum sam­bands­ menn­inir, ella vit skulu kalla samgonguna »Mariu­messu-­ sam­gong­an« ella Áskel-sam­ gong­an – ella kanska bara Aks­el-sam­gong­an? Men tað hevði nokk ikki ver­ið nóg keðiligt til sam­ bands­menn? Hvussu skal barnið eita? Mugu varðveita kapping­ar­ førið og fleiri krónur í kassan