Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. august 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 150 - 11. august 2004 Nr. 150 - 11. august 2004 3 Vandamikil náttúra Nógv fólk ganga dagliga og stúra fyri atsóknum hjá yvirgangsmonnum, men sambært summum vísinda- fólkum áttu tey heldur at stúrt fyri náttúruni, tí hon er minst líka vandamikil sum yvirgangur. Á einari ráðstevnu í London mánadagin segði amerikanski vísindamaðurin Bill McGuirie, at gos- fjallið Cumbra Veja á teimum Kanarisku Oyggjunum fer eftir øllum at døma at rapa í havið, tá tað fer at goysa næstu ferð, og tað fer at elva til flóðaldu á amerikonsku eysturstrondini og á oyggjunum í karib- iska havinum. Hann ásannaði, at eingin veit, nær gos- ið kemur, men at tað kemur, er eingin ivi um, segði hann. Á ráðstevnuni bleiv eisini tosað um møguleikan fyri einum samanbresti ímillum Jørðina og ein rúmd- arstein. Enski granskarin Benny Peiser segði, at vand- in fyri einum tílíkum samanstoyti er minni nú enn fyrr, og at hann minkar støðugt. Hann legði afturat, at um nøkur fá ár vita vit, hvussu vit skulu stýra einum rúmdarsteini burtur frá jørðini. Eiga at flyta frítíðina Tað hevur verið sera gott veður í Noregi í seinastuni, og tað hevur fingið norðmenn at umhugsa at flyta summarfrítíðina hjá skúlunum. Har norðuri í landinum hava teir kommunalu myndugleikarnir longu flutt summarfrítíðina, soleiðis at skúlarnir byrja ikki aftur fyrr enn tann 23. august. Nú halda tey aðrastaðni í landinum, at tey eiga at gera tað sama, og Kristin Clement, kenslumálaráðharri, tekur undir við teimum. Hon sigur við Bergens Ti- dende, at eftir hennara tykki hevði tað verið rætt at flutt summarfrítíðina eina ella tvær vikur. Hagtøl hjá norsku veðurstovuni vísa eisini, at august er tann heitasti mánaðurin í Noregi. Í norsku byggivinnuni umhugsa tey eisini at flyta summarfrítíðina næsta ár. Sum er byrjar summarfrí- tíðin í norska vinnulívinum eina viku seinni enn frí- tíðin á evropeiska meginlandinum, og tí hevði tað verið rætt at flutt frítíðina eina viku, halda tey í norsku byggivinnuni. Skúli stevndur fyri ranglæru Myndugleikarnir í amerikanska statinum Kalifornia hava stevnt leiðsluni í einum frískúla, tí skúlin hevur nýtt lærubøkur, sum einki hava við veruleikan at gera. Harafturat hevur tað víst seg, at lærararnir hava als ikki ta útbúgving, sum teir siga seg hava. Tíðindastovan AP skrivar, at millum annað fingu næmingarnir at vita, at USA er sett saman av 53 stat- um, og at annar heimsbardagi vardi frá 1938 til 1942. Í lærubókunum, at amerikanska Kongressin er sett saman av Senatinum og Umboðsmannatinginum. Tað er rætt, men so stóð, at Senatið er til demokratarnar, og at Umboðsmannatingið er til republikanararnar. Sambært ákæruvaldinum í Kalifornia hava næm- ingarnir goldið ímillum 3.000 og 10.000 krónur fyri at ganga í frískúlanum, sum er í býnum Sacramento, og nú krevja myndugleikarnir, at allir næmingarnir skulu hava pengarnar aftur. Harafturat skal skúlin gjalda góðar 200 milliónir krónur í bót, og lærararnir fáa forboð fyri at arbeiða sum lærarar. Hugsa um heilsuna Ein kanning hjá amerikanska stovninum Health Focus International vísir, at norðmenn eru teir, sum hugsa mest um heilsuna, tá teir keypa mat. Heili 92 prosent av teimum spurdu norðmonnunum siga, at tey hugsa um, hvat er gott fyri heilsuna, tá tey fara í handilin at keypa matvørur. Av teimum spurdu í Svøríki siga 75 prosent tað sama. Hinvegin hugsa danir ikki so nógv um heilsuna, tá teir keypa sær mat, og sambært Health Focus International gevur tað kanska eina ábending um, hví danir hava tann lægsta livialdurin í Norðurlondum. Tage Affersholt, sum starvast hjá Health Focus International, sigur, at higartil hevur verið hildið, at danir liva ikki so leingi sum fólk í grannalondunum, tí teir roykja verri og drekka meiri. Men sambært kanningini er tað kanska ikki øll frágreiðingin, sigur hann. UTTAN ÚR HEIMI Tað eru spekulantar, sum skrúva oljuprísin upp ígjøgnum, men hetta verður ikki varandi, heldur fyrrverandi sterki maðurin í OPEC, Ahmed Zaki Yamani. OLJUPRÍSUR Árni Joensen: fartekst@mail.dk Hann var oljumálaráðharri í Saudiarabia frá 1962 til 1986 og tann sterki maður- in í OPEC í sjeyti- og áttati- árunum. Tí veit Ahmed Zaki Yamani alt um olju- marknaðin, og hann ivast heldur ikki í, hví oljuprís- urin er so høgur í løtuni. – Tað eru spekulantar, sum skrúva prísin upp. Hetta eru grunnar, sum hava milliardir av dollar- um, og sum seta sínar pengar í verkætlanir, har váðin er sera stórur. Í teirra eygum er oljumarknaðurin tað besta at seta pengar í í løtuni, tí har ber til at fáa skjótan vinning, sigur Yamani við Reuter. Hesum líða brúkararnir undir, samstundis sum OPEC-londini royna at gera sítt besta fyri at tálma prísinum, tí veksandi orku- útreiðslur kunnu fáa álvars- samar avleiðingar fyri allan heimsbúskapin, sigur Yamani. Sjálvur heldur hann ikki, at oljuprísurin fer langt upp afturat. OPEC hevur meiri at taka av, og Saudiarabia situr við lyklinum. Hann væntar, at prísurin fer at lækka, áðrenn summarið er av. Yamani vísir á, at mið- skeiðis í áttatiárunum fall oljuprísurin niður í helvt eftir einum ári, tí OPEC sendi nógva olju út á marknaðin, og tað sama fer at henda aftur hesaferð, sigur hann. Valmyndugleikarnir í Florida ivast ikki í, at har verður sama óskil í heyst sum á forsetavalinum fyri fýra árum síðani VAL Árni Joensen: fartekst@mail.dk – Tað var ræðuligt seinast, og eg eri vís í, at eitt ella annað fer at henda við forsetavalinum í heyst eis- ini, sigur Theresa LePore, sum hevur ábyrgdina av forsetavalinum í Palm Beach County í Florida. Hon hevði ábyrgdina av valinum í Palm Beach County í 2000, tá óskil var í uppteljingini. Tað endaði við umteljingum og sakar- málum, áðrenn George W. Bush bleiv sagdur at hava vunnið valið í Florida við 537 fleiri atkvøðum enn Al Gore. Veljarakanningar í Florida hava víst, at tað verður sera javnt ímillum Bush og John Kerry í heyst, og báðir partar hava longu fyrireikað seg til, at eitt ella annað fer at henda har. Demokratarnir hava longu mannað eitt lið við valser- frøðingum og sakførarum, og bæði Bush og Kerry hava boðað frá, at teir fara at hava sínar egnu eygleið- arar á valstøðunum í Florida. Til valið í november hava valmyndugleikarnir í Florida fingið nýggjar teldur, sum skulu halda skil á atkvøðunum, men kann- ingar hava víst, at teldurnar eru ikki heilt álítandi. Eitt nú hevur tað víst seg, at teldurnar hava ikki skrásett allar atkvøðurnar, og at summar atkvøður eru horvnar í teldunum. Sambært norska blaðnum VG hava nógvir demokrat- ar í Florida ikki álit á nýggju útgerðini, og teir ætla sær tí at atkvøða við pappírsseðlum, so eingin ivi skal vera um, hvør eigur teirra atkvøður. Theresa LePore sigur við blaðið, at áhugin fyri einum vali hevur ongantíð verið so stórur sum hesaferð. Sjálv dugir hon ikki at siga, hvør fer at vinna, men hon vón- ar, at munurin verður størri enn seinast. Spekulantar hava skyldina av høga oljuprísinum Tann høgi oljuprísurin verður ikki varandi, sigur fyrrverandi saudiarabiski oljumálaráðharrin Ahmed Zaki Yamani Tað verður sama óskilið í Florida hesaferð C M Y K 3 2