Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. november 2015 · Nr. 138 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR FÓTBÓLTUR Tað er í stóran mun fýra tey ovastu feløgini í Føroyum, ið fara avstað við nógv teimum flestu pengunum, tá landsliðspengar um eitt gott ár verða býttir út til føroysk feløg fyri farnu EM-undankapping André Olsen Í sosialinum 11/5-2015 var ein longri grein um lands­ liðs­pengar í føroyskum fót­ bólti. Undan­kappingin var tá komin í helvt, og tí vóru upp­hæddirnar fyri landsliðs­ pengar ikki endaligar. Men nú tá undankappingin er liðug, eru upphæddirnar fyri lands­liðs­pengar í farnu EM- undan­kapping endaligar. Landsliðspengar koma fjórða hvørt ár Til EM-undankappingina í 2010-2012 var hugtakið við lands­liðspengum fyri fyrstu ferð nýtt í altjóða saman­ hangi. Lands­liðspengar er nakað, sum einans kemur til EM-undankappingar og ikki til HM-undankappingar. Tí er hugtakið við lands­liðs­ pengum einans galdandi fjórða hvørt ár, tá EM-undan­ kapp­ingar eru á skránni. Allir landsliðsleikarar geva líka nógv Í stuttum kann sigast um lands­liðspengar, at fyri hvønn EM-undan­kappingar­ dyst, ið ein leikari spælir, fær eitt felag í dag 31.272,- krón­ur fyri tann landsdystin, ið leik­ arin stendur á dómara­seðl­ inum. Og hendan upphæddin er tann sama, óansæð hvørjum felagið leikararnir spæla við. Í prinsippinum fær Víkingur tað sama fyri at hava ein leik­ara á dómarseðlinum til ein landsdyst, sum Man­ chester United tildømis fær fyri at hava Wayne Rooney á dómara­seðlinum til ein lands­dyst. Tað er tó stórur munur á, hvat fyri ávirkan pengar­nir hava í teim­um ymisku lond­unum. Í Ong­ landi eru 31.272,- krónur ein lut­fals­liga lítil upphædd í mun til teir pengarnar, ið eru í um­ferð har, meðan hon í Føroyum kann hava eina lut­ falsliga nógv størri og avger­ andi ávirkan á kappingina. Víkingur og B36 fáa omanfyri eina millión í part Víkingur er tað føroyska felagið, sum fær flest lands­ liðs­pengar fyri farnu EM- undan­kapping sum endaði í NÆRUM FÝRA MILLIÓNIR TIL FÝRA TEY BESTU Landsliðspengar Víkingur . . . . . . . . . . . . . . . 1.094.490,- 35 ferðir leikarar á dómarseðlum B36 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1.031.976,- 33 ferðir leikarar á dómaraseðlum HB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 875.616,- 28 ferðir leikarar á dómaraseðlum NSÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 719.256,- 23 ferðir leikarar á dómaraseðlum EB/Streymur . . . . . . . . . . . . 250.176,- 8 ferðir leikarar á dómarseðlum KÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 93.816,- 3 ferðir leikarar á dómaraseðlum Hini føroysku feløgini, sum í fleiri førum hava uppalt landsliðsleikarar fáa ikki eina krónu av landsliðspengunum. Talva fyri landsliðspengar fyri farnu EM-undakapping ( Krónur fyri alla undankappingina ) Føroyar - Rumenia 0-3 B36: Jónas Tór Næs, Odmar Færø, Tórður Thomsen, Róaldur Jakobsen = 125.088,- krónur Víkingur: Andreas Lava Olsen, Sølvi Vatnhamar, Erling Jacobsen = 93.816,- krónur NSÍ: Árni Fredriksberg, Pól Jóhannus Justinussen, Klæmint A. Olsen = 93.816,- krónur HB: Teitur M. Gestsson = 31.272,- krónur Ungarn - Føroyar 2-1 B36: Jónas Tór Næs, Odmar Færø, Róaldur Jakobsen, Tórður Thomsen = 125.088,- krónur Víkingur: Atli Gregersen, Sølvi Vatnhamar, Andreas Lava Olsen = 93.816,- krónur NSÍ: Pól Jóhannus Justinussen, Árni Fredriksberg, Klæmint A. Olsen = 93.816,- krónur HB: Teitur M. Gestsson = 31.272,- krónur Finnland - Føroyar 1-0 B36: Jónas Tór Næs, Tórður Thomsen, Odmar Færø, Róaldur Jakobsen = 125.088,- krónur Víkingur: Atli Gregersen, Sølvi Vatnhamar, Finnur Justinussen, Erling Jacobsen = 125.088,- krónur HB: Fróði Benjaminsen, Teitur M. Gestsson = 62.544,- krónur NSÍ: Klæmint A. Olsen, Árni Fredriksberg, Pól Jóhannus Justinussen = 93.816,- krónur Føroyar - Norðurírland 1-3 B36: Jónas Tór Næs, Odmar Færø, Tórður Thomsen, Róaldur Jakobsen = 125.088,- krónur HB: Fróði Benjaminsen, Teitur M. Gestsson = 62.544 krónur NSÍ: Klæmint A. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen, Árni Fredriksberg = 93.816,- krónur Víkingur: Sølvi Vatnhamar, Finnur Justinussen, Erling Jacobsen = 93.816,- krónur Føroyar - Grikkaland 2-1 Víkingur: Atli Gregersen, Bárður J. Hansen, Sølvi Vatnhamar, Andreas Lava Olsen = 125.088,- krónur HB: Fróði Benjaminsen, Jóhan Troest Davidsen, René S. Joensen, Teitur M. Gestsson = 125.088,- krónur B36: Odmar Færø, Tórður Thomsen, Høgni Eysturoy, Róaldur Jakobsen = 125.088,- krónur NSÍ: Einar Tróndargjógv, Pól Jóhannus Justinussen, Klæmint A. Olsen = 93.816,- krónur Rumenia - Føroyar 1-0 Víkingur: Atli Gregersen, Sølvi Vatnhamar, Andreas Lava Olsen = 93.816,- krónur HB: Jóhan Troest Davidsen, Teitur M. Gestsson, René S. Joensen = 93.816,- krónur B36: Róaldur Jakobsen, Odmar Færø, Tórður Thomsen = 93.816,- krónur NSÍ: Pól Jóhannus Justinussen, Klæmint A. Olsen = 62.544,- LANDSLIÐSPENGAR 2015 Landsliðspengar: SAMANLAGT FYRI 2015 B36 . . . . . . . . . . . . . . 719.256,- krónur Víkingur . . . . . . . . . 625.440,- krónur NSÍ . . . . . . . . . . . . . . 531.624,- krónur HB . . . . . . . . . . . . . . . 406.536,- krónur