Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-30, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Desember 2015 2 8 Nevnd Elektron hevur minni týdning fyri bankarnar AT ELEKTRON HEVUR MINNI TÝDNING FYRI BANKARNAR SÆST IKKI BARA AFTUR Í, AT BANKARNIR STANDA FYRI MUNANDI MINNI AV VIRKSEMINUM HJÁ ELEKTRON Í DAG, TÁ SAMMETT VERÐUR VIÐ FYRI FÁUM ÁRUM SÍÐANI Eyðfinn Reyðberg Eisini á leiðsluøkinum sæst hetta aftur. Øll árini síðani Elektron varð stovnað mið­skeiðis í seksti árunum, hevur tað verið bankastjórin í antin BankNordik ella Eik Banka, ið hevur sitið í formanssessinum. Hetta var broytt sein­asta ár, og nú Árni Ellefsen gjørdist forstjóri í BankNordik, verður hildið fast við hesa nýggju siðvenju, og hann er farin úr nevndini í P/f Elektron, sum bankarnir framvegis eiga meirilutan av. Nýggjur nevndar­formaður í Elektron Fyrst tók fyrrverandi stjórin í BankNordik, Janus Petersen úr nevndini í Elektron í 2013, og Árni Ellefsen kom í nevndina í staðin. Hin banka­stjórin Súni S. Jacobsen úr Eik Banka var tá nevndarformaður. Árið eftir tók hann seg úr nevndini, og Árni Ellefsen gjørdist nevndar­formaður eftir hann. Nú Árni Ellefsen er vorðin forstjóri í BankNordik, hevur hann somu­leiðis valt at taka seg úr nevndini í Elektron, og Fróði Hansen er nývaldur í nevnd­ina og gerst nevndarformaður. Útgevari: Sosialurin (30. november 2015) Ábyrgd: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Lýsingar: Frida Mellemgaard lysing@sosialurin.fo tel. 231826 Snið og layout: Pætur Eyðunsson Jensen Myndir: Álvur Haraldsen o.o. Elektron minni týdning fyri bankarnar. Savnsmynd TRÝ INPACT FELØG Í SJÁLVBODNA LIKVIDATIÓN P/f Ognarfelagið frá 1. mai 2013, P/f Matr. nr. 720c og P/f Matr.nr. 518bg eru øll farin í sjálvbodna likvidatión. Talan er um móðirfelag og tvey dóttirfeløg, og tey trý Jógvan Amonson, Ásgerð Thomsen og Finngerð Hans­dóttir eru farin frá sum nevnd, og Jógvan Amonsen er farin frá sum stjóri. Í staðin er Djóni Thomassen, advokatur komin inn sum likvidator. Feløgini hava seinastu árini havt sum endamál at eiga fastar ognir. Sambært rokn­skap­inum fyri 2014/15 eru hesar nú seldar, og feløgini kunnu gerast upp. P/f Matr. nr. 518bg hevði fyrr navnið Grannskoðaravirkið INPACT. Tey trý feløgini hava onga skuld og eina kontantan pening uppá 11 milljónir krónur, sum nú verður útgoldin til parta­ eigararnar. KRISTIAN DAVIDSEN STJÓRI Í TELEFONVERKINUM Í KNAPPLIGA NÍGGJU ÁR Tann 14. desember 2006 tók Kristian Reinert Davidsen við sum stjóri í P/f Telefonverkið, og hann fór frá sum stjóri 6. november 2015, tá Jan Ziskasen tók við sum nýggjur stjóri í felag­num. Kristian Davidsen var sostatt stjóri í Telefon­verkinum í næstan níggju ár. JAN ZISKASEN EIGUR HELMINGIN AV P/F KEMILUX INDUSTRI Nýggi stjórin í P/f Telefonverkið er ikki heilt ókendur í føroyskum vinnulívi. Í 2007 keypti Jan Ziskasen helmingin av P/f Kemilux Industri og seinni í 2009 stovnaði hann smá­ parta­felagið 31.10.67, sum hann eigur, og er stjóri hjá. Ognarparturin í Kemilux Industri var seldur til hetta felagið, sum eigur 49,5 prosent av P/f Kemilux Industri. Jan Ziskasen hevur verið nevndar­limur í Sp/f Kemilux Industri síðan 22. mai 2007. Jan Ziskasen Inpact stjórar Savnsmynd Týr verður nú smápartafelag TÓNLEIKABÓLKURIN TÝR FER FRAMYVIR AT SPÆLA FYRI SÍTT EGNA SMÁPARTAFELAG Sp/f Týr er stovnað av tónleikarunum Eyðstein Skibenæs og Hera Joensen. Eystein Skibenæs er nevndarformaður og Heri Joensen er stjóri. Afturat sær í nevndini hava teir Gunnar Helmer Thomsen, ið býr í Løgstrup í Danmark. Partapeningurin í ný­ stovn­aða felagnum er 81.000 krónur. post@sosialurin.fo