mánadagur 30. november 2015síða 32
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
Desember 2015
8
8
Árni Gregersen
Ongantíð fyrr í nýggjari tíð hava vinnan og
politiska skipanin staðið so hart hvør yvir
fyri øðrum, sum síðani tað kom fram, hvørjar
broytingar nýggja samgongan ætlar at gera
í fiskivinnuni.
Reiðarafelagið, Felagið Nótaskip, mann
ingarfeløgini, reiðarar og búskaparfrøðingar
hava í almenna rúminum havt viðmerkingar
til broytingarnar.
Og mangar viðmerkingar hava verið
hvassorðaðar. Fyrsta hvassa álopið kom á
broytingina um, at manningarnar nú skulu
sleppa undan at gjalda tilfeingisgjald og fyri
kvotur. Hetta er áður farið av óbýttum, men
eftir nýggja uppskotinum, so skal manningin
sleppa at gjalda fyri kvotur og tilfeingisgjald.
Hetta skal reiðarin í framtíðini gjalda.
Reiðarafelagið bleiv í øðini, tá ið hetta
uppskot bleiv kent. Felagið sigur, at hetta
er at leggja seg útí sáttmálaviðurskiftini og
tað er heilt óvanligt og broytir sáttmálarnar
munandi. Felagið sigur, at hetta fer at geva
manningunum eina lønarhækking uppá 20
prosent. Væl at merkja er hetta lønarhækking
til teir sjómenn, sum frammanundan hava
hægstu hýrurnar í fiskiflotanum.
Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum
sigur hinvegin, at hetta verður gjørt fyri at
rætta eitt mistak, sum politiska skipanin
gjørdi, tá ið ein roynd seinast var gjørd við
uppboðssølu. So tá ið hetta nú verður sett
inn í lógina, so er tað fyri at rætta eitt mistak,
sum varð gjørt fyri nøkrum árum síðani, sigur
landsstýrismaðurin.
Formaðurin í Fiskimannafelagnum sigur,
at tað er fyri neyðini at hetta verður gjørt, tí tað
er reiðarin, sum hevur fiskirættindini og kvot
urnar og tí skal hann sjálvandi gjalda.
Uppboðssølan
Landsstýrið hevur eisini boðað frá, at ein part
ur av uppsjóvarfiskinum eins og ein partur av
kvotuni í Barentshavinum skal seljast á upp
boði.
Hetta hevur fingið reiðararnar upp úr stól
inum. Fyrst og fremst, tí teir siga, at hetta
skapar ótryggleika í vinnuni, men eisini tí teir
vænta, at hetta fer at enda við, at alt verður
selt á uppboðið. Men eisini tí, at reiðararnir
hava roknað við, at broytingar fara at henda
1. januar 2018, ikki nú.
Í einum almennum brævi sigur Hanus
Hansen, reiðari:
– Í løtuni er støðan tann, at vit hava ótrygg
leika um loyvini eftir 1. januar 2018. At finna
eina nøktandi skipan fyri tíðina eftir 2018 og
at fáa lønsemi í teir partarnar av vinnuni, sum
ikki vinna til annað enn rakstur, er veruliga
avbjóðingin fyri føroyska fiskivinnu.
Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum,
Høgni Hoydal, segði við Sosialin fríggjadagin,
at uppboðssølan av 10-15 prosentum av kvot
unum í Barentshavinum og av uppsjóvarfiski,
eru royndir, sum skulu brúkast til grundarlag
undir nýggjari lóg um vinnuligan fiskiskap
eftir 1. januar 2018.
60 prosent og so skatt
Felagið Nótaskip hevur eisini havt nakrar
viðmerkingar. Millum annað sigur felagið, at
avgjøldini og uppboðssøla av uppsjóvarfiski
fer at gera, at uppsjóvarskipini fara at gjalda
60 prosent av inntøkuni í avgjøldum – og so
kemur skatturin afturat.
Felagið sigur, at hetta fer at gera íløgu
hugin minni og at flotin fer ikki at verða nú
tímansgjørdur á sama hátt sum nú.
Nevndarformaðurin í felagnum Christian í
Grótinum, Kristjan Martin Rasmussen, hevur
sagt, at tær ætlanir, sum landsstýrið hevur
verið frammi við, hevur fingið teir at steðga
ætlanunum um at byggja eitt nýtt skip í
staðin fyri Norðborg.
Hann sigur, at tað hevði borið teimum til
at selt Norðborg fyri ein góðan prís nú, men
óvissan ger, at teir velja at avlýsa og fyrst
síggja hvussu leikur fer.
Skapa grundarlag
Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiski
vinnumálum, sigur, at reaktiónirnar frá vinnuni
ikki koma óvart á hann.
Hann sigur, at nakrar broytingar verða
gjørdar nú, men hetta er fyri at royna nøkur
ting, sum so kunnu verða grundarlagið undir
nýggju lógini um vinnuligan fiskiskap.
Uppboðssøla verður ikki av øllum til
feingið og tá ið komið er til 1.janaur 2018
byrjar ein skiftistíð. Hendan skiftistíðin verður
so long, at tað væl fer at bera til hjá vinnuni at
tillaga seg nýggju kørmunum, sum vinnan tá
fer at arbeiða undir.
– Hetta eru broytingar, sum raka vinnuna,
so sjálvandi eru reaktiónir, men tað sum
endamálið er, er at skapa tryggar, lógarfestar
karmar hjá vinnuni at arbeiða undir í fram
tíðini, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður
við fiskivinnumálum.
arnig@sosialurin.fo
Fiskivinnan
Størstu broytingar
í vinnuni nakrantíð
ÆTLANIRNAR HJÁ SAMGONGUNI UM BROYTINGAR Í FISKIVINNUNI HAVA
SKAPT ÓRÓGV OG FINGIÐ ALLA VINNUNA UPPÁ BARRIKADURNAR
Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, sigur, at hetta eru royndir sum verða gjørdar,
men at vinnan fær nýggjar og tryggar karmar at arbeiða undir í 2018.
Mynd: Álvur Haraldsen
NÝGGJUR NEVNDAR
FORMAÐUR Í FESTI, PM-
HOLDING OG PM-PLUSS
Elin Sundberg Michelsen er nýggjur nevndar
formaður í Sp/f Festi. Festi er felag sum rekur
lýsingar- og reklamuvirki. Felagið er stovnað
av Poul Clementsen og Poul Michelsen í 2011.
Hans Juel Nystrøm er stjóri í Festi. Elin er
somuleiðis vorðin nevndarformaður í feløg
unum P/f PM-Holding og P/f PM-Pluss, ið eru
feløg í samtakinum P/f Poul Michelsen.
FYRRVERANDI VINNU
MÁLARÁÐHARRI FER
UNDIR RÁÐGEVINGAR
VIRKSEMI
Jóhan Dahl, ið seinastu árini hevur verið
føroyskur vinnumálaráðharri, hevur nú
stovnað sær nýtt smápartafelag MarCon Sp/f.
Partapeningurin er 94.000 krónur. Endamálið
við felagnum er ráðgeving, íløgur í fasta
ogn, ferðavinnuvirksemi, handilsvirksemi,
inspektiónir av fiskavørum, shipping og
annað í hesum sambandi.
NÝTT FELAG HJÁ
KNASSAR STJÓRA
FARIÐ Í LIKVIDATIÓN
Sp/f N.N., ið stjórin í Knassar stovnaði í juni
2014, er farið í likvidatión, og Ólavur Jákup
Kristoffersen, sakførari, er valdur til likvidator.
Sp/f N.N. hevur ikki latið roknskap inn fyri
2014, og eru tí eingi tøl tøk fyri hetta felagið.
Endamálið við felagnum var at reka handil og
annað virksemi í hesum sambandi. Parta
peningurin var 80.000 krónur, og Niklái
Nysted var stjóri í felagnum.
POUL RUSTIN GÓÐA
BYRJAN VIÐ NÝGGJUM
SMÁPARTAFELAG
Poul Rustin, kokkur, stovnaði í fjør Sp/f
Muntra. Hóast hann hevur rikið matstovuna
Muntra í eitt mannaminni, so er tað fyrsta árið,
at virksemi verður rikið í einum partafelagi.
Sigast má, at byrjanin er góð og nógv virksemi
er í Fulgafirði. Sp/f Muntra hevði eitt avlop
áðrenn skatt uppá 550.000 krónur hetta
fyrsta roknskaparárið hjá felagnum.
Festi heldur til í fabrikkin hjá Østrøm á
Skálatrøð Mynd: Facebook
Poul Rustin Mynd: Álvur Haraldsen