mánadagur 30. november 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
Desember 2015
14
8
Eyðfinn Reyðberg
JFK hevur støðugt ment sítt virksemi
seinastu árini. Hetta sæst millum
annað aftur í at umsetningurin hjá
samtakinum er meir enn tvífaldaður
seinastu fimm árini.
Umsetningurin, sum var
góðar 100 milljónir krónur í
2010 og 2011, tvífaldaðist í
2012 til góðar 200 milljónir
krónur, og síðan er umsetn
ingurin eisini hækkaður bæði
í 2013 og 2014, tá umsetning
urin kom uppá 237 milljónir
krónur.
P/f JFK eigur dóttirfelagið
P/f
JFK
Trol,
sum
rekur
reiðaravirki. JFK Trol hevði
eitt avlop uppá 31 milljónir krónur
áðrenn skatt í 2014. JFK Trol hevur
151 starvsfólk.
Høvuðsvirksemi hjá JFK Trol
er flakatrolarin Gadus, ið fiskar í
Barentshavinum, men seinastu árini
eru fleiri skip komin afturat, ið fyri tað
mesta royna á føroyska landgrunn
inum.
JFK Trol eigur nú partrolararnar
Stjørnan og Polarhav, Safir og
Smaragd, Grønanes og Topas um
framt Sjúrðarberg. Harumframt eigur
JFK Trol helmingin av línuskipinum
Klakkur omframt onnur línuskip.
Seldu virksemi í Grønlandi
JFK Trol arbeiddi í nógv ár við at
byggja upp virksemi í Grønlandi.
Hetta var gjørt eftir at toskurin byrj
aði at koma aftur í grønlendskan
sjógv fyri nøkrum árum síðani.
Í 2013 valdi JFK at selja alt sítt
virksemi í Grønlandi til eina íslendska
fiskivinnufyritøku.
Tað framgongur ikki beinleiðis av
roknskapinum hjá JFK, hvussu nógv
hendan sølan kastaði av sær, men
felagið fekk í hesum sambandi loyst
seg frá fíggjarligum skyldum í sam
band við virksemi í Grønlandi.
Harumframt hevði JFK ein fíggjar
ligan vinning uppá 48 milljónir
krónur í 2013, sum má væntast í
høvuðsheitum at stava frá søluni av
virkseminum í Grønlandi.
Betri rakstur
Um hugt verður grundrakstrinum
hjá JFK seinastu árini sæst, at úrslitið
áðrenn avskrivingar, rentur og skatt,
EBITDA er hækkað. Í 2010 var
EBITDA hjá JFK 27 milljónir krónur.
Í 2011 og 2012 lá tað á sama støði,
har EBITDA var 20 og 23 milljónir
krónur. Hesi seinastu tvey árini hevur
grundraksturin verið betri, tá EBITDA
hækkaði til 64 milljónir krónur í 2013
og 45 milljónir krónur í 2014.
Verður samanborið síggja vit, at
meðal EBITDA fyri tey trý árini 2010,
2011 og 2012 var 23 milljónir krónur,
meðan meðal EBITDA seinastu tvey
árini hevur verið 55 milljónir krónur.
Talan er soleiðis um at EBITDA
er meir enn tvífaldað seinastu tvey
árini, tá samanborið verður við
undanfarin ár.
169 milljónir í avlopi
JFK hevur seinastu fimm árini havt
169 milljónir krónur í avlopi áðrenn
skatt.
Hetta hevur eitt árligt meðalavlop
uppá 34 milljónir krónur.
Eginognin hjá JFK var við árs
byrjan 2010 71 milljónir krónur. Nú
fimm ár seinni er eginognin hækkað
við 149 milljónir krónur, og er komin
uppá 220 milljónir krónur.
Roknaði skatturin hjá JFK sam
takinum er 26 milljónir krónur, sum
svarar til eitt skattaprosent uppá 15
prosent. Talan er um útsettan skatt.
JFK hevur seinastu fimm árini
goldið 70 milljónir krónur í
vinningsbýti.
Eiga triðingin av Kósini
JFK eigur triðingin av P/f
Kósin,
og
hetta
felagið
er tískil ikki ein partur av
samtaksroknskapinum
hjá
JFK.
Síðan byrjað var aftur við
virkseminum á Kósini í 2010,
eftir at virkið hevði ligið stilt í
meir enn eitt ár, hevur Kósin givið
avlop á hvørjum ári.
Besta árið hjá Kósini var í 2011, tá
avlopið var 12 milljónir krónur áðrenn
skatt. Tilsamans hevur Kósin havt
góðar 22 milljónir krónur í avlopi
hesi seinastu fimm árini. Tað starvast
í dag umleið 140 fólk á Kósini.
Greining: JFK P/f
Grønland kastað best av sær
SØLAN AV VIRKSEMINUM Í GRØNLANDI, ER EINSTAKA ÍLØGAN, IÐ HEVUR KASTAÐ BEST AV SÆR HJÁ JFK SEINASTU
FIMM ÁRINI, HAR EGINOGNIN ER HÆKKAÐ ÚR 71 UPP Í 220 MILLJÓNIR KRÓNUR EFTIR FIMM ÁRUM.
Framhald á næstu síðu
P/f JFK eigur dóttirfelagið P/f JFK Trol, sum
rekur reiðaravirki. JFK Trol hevði eitt avlop
uppá 31 milljónir krónur áðrenn skatt í 2014
Høvuðsvirksemi hjá JFK Trol er flakatrolarin Gadus, ið fiskar í Barentshavinum