Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-30, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2015síða 50

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Desember 2015 26 8 Eyðfinnur Jacobsen Somuleiðis kann ein annar (eitt nú advokatur, grannskoðari ella annar ráðgevari) vegna ein skattskyldugan frá TAKS fáa bindandi svar upp á spurning um, hvørjar skattligar av­leið­ ingar ein gerð, sum tann skattskyldugi hevur framt ella ætlar at fremja. Talan skal vera um mál, sum TAKS hevur heimild til at avgera, og at spurningurin ikki viðvíkur loyvi ella undan­ taks­loyvi viðvíkjandi ætlaðari gerð. TAKS skal tó leggja umbønir um bindandi svar fyri Toll- og skattaráðið, um: 1) Svarið kann fáa avleiðingar fyri fleiri skattgjaldarar. 2) Svarið snýr seg um stór fíggjarlig virði. 3) Svarið viðvíkur tulking av nýggjari lóggávu. 4) Almenningurin hevur ella væntast at fáa stóran áhuga fyri málinum. Svarið er bindandi fyri TAKS í 5 ár, roknað frá móttøku spyrjarans av svarinum og er bind­ andi fyri tey viðurskifti, sum spyrjarin lýsir í spurn­ing­inum. Viðvíkur svarið avgjøldum, verða tey 5 árini roknað frá byrjanin av tí av­gjalds­tíðarskeiði, tá spyrjarin fær svarið. Í svar­inum kann tó verða nágreinað, at svarið er bind­andi í stytri tíðarskeið. Avmarkingin av bindingar­tíðarskeiðinum er ikki galdandi, tá bind­andi svarið tekur støðu til skattliga virknaðin av seinni umstøðum, sum eru enda­liga ásettar í umbønini. Eru umstøðurnar, sum eru grundarlag undir svarinum, fyri broytingum, er svarið ikki bind­andi. Tað hevur við sær, at um so er, at lóg ella kunngerð, sum var grundarlag undir svar­inum, er fyri broytingum, fellur bindandi virknað­urin av svarinum burtur. Broyting í tulking av lóg ella skeivt svar frá TAKS elva ikki til, at svarið missir sín bind­andi virknað. Tann skattskyldugi kann í tílík­ um førum fram­haldandi gera bind­andi svarið galdandi. Hetta er gald­andi, tá fyri­sitingin sjálv velur at broyta venju, og tá t.d. higartil galdandi venja verður koll­dømd av dómstólunum. Eitt svar, sum viðvíkur tulking av tví­skatta­sátt­mála, er ikki bindandi, um út­lendskir skatta­myndugleikar gera eina øðrvísi meting av spurninginum. Lógin ásetur, at ein av­gerð, sum er tikin sam­bært § 245 í lov om finansiel virk­ somhed í Føroyum, er bindandi fyri før­oyska skatta­valdið í sambandi við viðgerð­ina av spurninginum. Ein umbøn um bindandi svar skal vera skrivlig og skal fevna um allar tær upp­lýs­ ingar, sum hava týdning fyri svarið, og sum eru tøkar hjá spyrjaranum. Metir skattavaldið, at spurningurin ikki er nóg væl lýstur, kann spyrjarin verða biðin um fleiri upplýsingar ella skjalprógv. Eftirlíkar spyrjarin ikki hesari umbøn áðrenn rímiliga freist, kann skatta­ valdið lata vera við at svara ella at avmarka svarið til tey viðurskifti, sum tað metir at vera nóg væl lýst. Skattavaldið kann sýta fyri at veita bind­ andi svar, um spurningurin ikki kann verða svar­aður við neyðugari vissu, ella onn­ur atlit tala ímóti bindandi svari, eitt nú í føri, skatta­ valdið er farið undir ella ætlar at fara undir eftirlit av einum skattgjaldara, sum er partur av spurninginum ella spurningurin ber brá av ástøði­ligum dámi. Slík avgerð kann ikki kær­ ast fyrisitingarliga. Í tveimum førum kann bindandi svar ein­ ans gevast, um fleiri biðja um svarið. Eina førið er, tá biðið verður um bindandi svar um ásting av skatti av gávu. Tá skulu bæði latari og mót­takari biðja um svar, tí svarið kann hava skatt­ligar avleiðingar fyri báðar partar. Í hinum før­inum viðvíkur umbønin svar um áseting av skatti viðvíkjandi viðurskiftum fevndum av § 37a í skatta­lógini (Transfer pricing) ella um viður­skifti millum høvuðspartaeigara og felag, sum hesin hevur tamarhald á, tí eisini í hesum før­inum kann svarið hava skattligar av­leið­ingar fyri allar partar. Bindandi svar verður einans veitt móti gjaldi, sum skal rindast samstundis, sum um­bønin verður latin skattavaldinum, í løt­uni 2.100 kr. fyri ein, sum sjálvur spyr og 10.500 kr. fyri ein, sum spyr fyri onnur. Tekur viðgerðin meira enn 40 arbeiðstímar, skulu 350 kr. rind­ast afturat fyri hvønn byrjaðan arbeiðs­tíma.Vísir skattavaldið umbønini aftur, verður gjaldið endur­ goldið. Gjaldið verður ikki aftur­goldið, um spyrjarin tekur umbønina aftur. Tekur viðgerðin meira enn 40 arbeiðs­ tímar og metta tíðarnýtslan hjá TAKS verður hildin at verða ov kostnaðar­ mikið, kann gjaldið rindast aftur. Gjaldið verður rindað fyri hvørja gerð, sum svar ynskist um, men uttan mun til talið av spurning­um, ið verða settir. Tó kann TAKS vísa umbønini aftur, um spyrjarin ynskir fleiri alterna­tivar møguleikar lýstar, soleiðis at eitt svar kann javnmetast við skattaráðgeving. Eru fleiri partar, fevnir gjaldið um allar partar so­leiðis, at hesir tilsamans einans rinda eitt gjald. Bindandi svar kunnu kærast til Skatta-og avgjaldskærunevndina í seinasta lagi 4 vikur eftir, at spyrjarin hevur fingið svar. post@sosialurin.fo Skattur Bindandi svar upp á skattligar spurningar SÍÐAN 1. JUNI Í ÁR HAVA ØLL FRÁ TAKS KUNNA FINGIÐ BINDANDI SVAR UPP Á SPURNING UM, HVØRJAR SKATTLIGAR AVLEIÐINGAR FYRI SPYRJARAN ERU AV EINI GERÐ, SUM SPYRJARIN HEVUR FRAMT ELLA ÆTLAR AT FREMJA Eyðfinnur Jacobsen, advokatur JOHAN DAHL NÝGGJUR NEVNDARFORMAÐUR Í CONSECO Johan Dahl er nýggjur nevndarformaður í P/f Conseco. Samstundis sum Johan Dahl kemur inn í nevndina, eru Jørn Kildegaard Andersen og Leif Mosekilde farnir úr nevndini. P/f Conseco eigur allan partapeningin í Amplexa Genetics A/S í Odense, og er er einasta føroyska felag, ið ger genkanningar. Tá Conseco var stovnað í 2006, var Johan Dahl ein av stovn­arunum av felagnum. GÓÐ ÚRSLIT HJÁ TANNLÆKNASTOVUNI Á SALTANGARÁ Sp/f Tannlæknastovan á Saltangará hevði 623.000 krónur í avlopi áðrenn skatt rokn­ skapar­árið 2014/15. Felagið útbetalti 4,3 milljónir krónur í lønum, sum er 1,2 milljón meira enn undanfarna árið. Tannlæknastovan á Saltangará hevur altíð havt góð roknskapar­ lig úrslit. Seinastu 10 árini hevur úrslitið áðrenn skatt á hvørjum ári ligið millum eina og tvær milljónir krónur. SCOMBRUS FARMA­ VINNUFELAG HÆKKAR PARTAPENING VIÐ 21,7 MILLJÓNIR KRÓNUM Sp/f Scombrus, sum er farmavinnufelag, hevur hækkað partapeningin við 21,7 milljónir krónur. Partapeningurin var frammanundan 80.000 krónur. Felagið er júst stovnað í septemer 2015 av Esja Shipping, Limassol. Jónas Sigmarsson er stjóri og Bjørn á Heygum er nevndar­formaður. Harumframt situr Egill Helgi Árnasson, Gran Canaria í nevndini. TRÓND HANSEN SP/F Í SJÁLVBODNA LIKVIDATIÓN Sp/f Trónd Hansen er farið í sjálvbodna likvidatión. Kollbrún Patursson er farin frá sum stjóri og Fríða Patursson, advokatur, er komin inn sum likvidator. Felagið hevur seinastu árini umsitið fasta ogn til útleigu, men kemur nú at verða avtikið sum felag. RÁÐTEK SP/F NÝTT RÁÐGEVINGARFELAG INNAN EL Í KLAKSVÍK Leif Johannesen hevur stovnað smáparta­ felagið Ráðtek, við heimstaði í Klaksvík. Enda­málið við felagnum er at veita tænastur, ráðgeving og verkætlanarleiðslu til vinnu­ fyri­tøkur og privatpersónar, innan virkisøkini el, maskin og umhvørvi. Partapeningurin er 80.000 krónur. Johan Dahl Bindandi svar kann ein­ans gevast, um fleiri biðja um svarið