mánadagur 30. november 2015síða 55
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
Desember 2015 31
8
g
Flokking
Burturkast frá byggivinnu er í fýra høvuðs bólk um:
• Burturkast at endurvinna
• Burturkast at brenna
• Burturkast at tyrva
• Serliga dálkandi og vandamikið burturkast
Burturkastið skal vera væl skilt og frágingið,
so mest møguligt kann verða endurvunnið og
viðgjørt rætt.
Burturkast at brenna
Brenniburturkast frá byggivinnu skal skiljast í
tveir flokkar:
1) Smátt brenniburturkast, t.e. smáir timbur- og
plátustubbar, spønir, plastbitar, flamingo,
matleivdir o.a. kann beinast burtur í
plastposum. Størri nøgdir mugu vera í
bingju.
2) Stórt burturkast at brenna er timburstokkar
og fjalar longri enn ein metur, plátuleivdir
meira enn ½ m hvønn vegin, timburinnbúgv,
plattar og aðrir stórir timburlutir.
Blanda ikki smátt brenniburturkast upp í stórt
– og øvugt.
Burturkast at endurvinna
T.d. jarn, metal, pappír, papp og plast. Jarn og
metal er t.d. takplátur, takplátuleivdir, stengur,
net, rør stumpar og el-kaðalar. Takplátur eiga
at vera buntaðar saman. Annars skal alt vera í
bingju. Í sambandi við niðurtøku av bygning um
skulu køli- og frystiskipanir og elektriskar og
elektroniskar skipanir latast inn hvørt sær.
Køli- og frystiskipanir við CFC-gassum, so sum
freon, skulu handfarast varliga, so tær ikki fara
at leka.
Papp er t.d. pappeskjur, bylgjupapp og stuðuls-
papp. Dálkaðar pappeskjur skulu brennast.
Papp viðgjørt við voksi ella klætt við plastfilmi
skal haldast atskilt frá øðrum tilfari og pakkast
og latast inn í samráð við IRF.
Pappið skal annars vera í bingju ella í ballum.
Pappír er alt vanligt frá skrivstovuhaldi, tíðinda-
bløð, tíðarrit og lýsingarbløð. Posar til pappír
kunnu keypast frá IRF.
Klárt glarplast, t.d. at vevja um tilfar á plattum,
eins og litað plast, verður endurvunnið og skal
haldast hvørt sær og kunnu latast inn í stórum
klárum posum, sum kunnu keypast frá IRF.
Burturkast at tyrva
Burturkast, sum ikki kann endurvinnast ella
brennast, verður tyrvt, t.d. asbest, eternit, vát
og dálkað bjálving, rotviðgjørdur viður, gips,
keramikklutir og leivdir av PVC-rørum. Eternit
og gips og bjálving skal vera í stórsekkjum ella
eftir avtalu við IRF. Alt, sum skal tyrvast, kann
fara í somu bingju, undantikið asbest og eternit.
Hevur tú asbest, ring so fyrst til IRF fyri nærri
avtalu um handfaring.
Serliga dálkandi burturkast
Hetta eru evnir ella lutir, sum kunnu skaða fólk,
umhvørvi ella útgerð, um tey ikki vera handfarin
á rættan hátt. Serliga dálkandi ella vandamikið
burturkast kann vera máling, sýra og lútur,
onnur kemikaliu, lágorku ljóskeldur, løðibattarí
og akkumulatorar. Flótandi evni skulu ikki
blandast saman, men vera í tøttum og væl
merktum íløtum, um gjørligt í upprunaíløtum.
Serliga dálkandi burturkast verður heintað eftir
avtalu.
Innsavning
IRF leigar út bingjur í ymsum støddum. Størri
mongdir av væl skiltum tilfari skulu vera í
bingju. Papp, pappír og plast kann vera í ballum
ella í plastposa. Fráboða IRF um burturkastið
skal heintast fastan dag hvørja viku ella eftir
fráboðan.
Kostnaður
Væl skilt burturkast at endurvinna er munandi
bíligari enn annað burturkast at brenna ella
tyrva. Blanda ikki stórar timburlutir upp í annað
vanligt brenni burturkast.
Prísirnir síggjast á heimasíðuni hjá IRF,
www.irf.fo.
Kunningarskriv frá IRF
Burturkast frá
bygging og umvæling
Tá hús verða bygd ella umvæld, verður altíð nakað av burturkasti.
Jú betur burturkastið er skilt, tess bíligari er at sleppa av við tað