mánadagur 30. november 2015síða 64
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 49 • 30. NOVEMBER 2015
8
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Maria Torkilsdóttir Vilhelmsen
STÓLURIN
Í STÓLINUM HESA VIKUA
LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ
TRIMUM ORÐUM:
Umsorgan, málrættað, arbeiðssom
HVAT MERKI ER BILUR TÍN?
Peugout 208
HVAT MERKI ER TELEFON TÍN?
Iphone4
HVØR ER TÍN BESTA
SUMMARFRÍTÍÐARUPPLIVING?
Nógvar góðar familjuferðir, men mítt fyrsta
marathon í Athen í 2010 var nakað heilt
serstakt – í mál í gamla Olympiska stadion.
HVAT ORÐ ELLA HVØNN
SETNING NÝTIR TÚ OFTAST?
Hvat heldur tú?
HVØRJUM HYGGUR TÚ AT
HJÁ HINUM KYNINUM?
Heildini – eygnum og smílinum
HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG?
Ein góður rennitúrur saman við manninum
HVAT STRESSAR TEG?
Tá ið ting ikki eru upp á pláss
HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR?
Skerpikjøt við brúnum eplum og
rótfrukt – serliga til jóla
HVAT GLEÐIR TEG?
Vakna upp til ein nýggjan dag og liva dagin
HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ,
SUM TÚ FEKST UPPFYLT?
Tá ið vit fýra systkin, í summar,
vóru á vitjan hjá systir okkara, sum
býr á røktarheimi í Danmark.
HVAR ARBEIÐIR TÚ?
Cosméto – Vakurleiki og vælvera
HVÍ VALDI TÚ AT ARBEIÐA
INNAN JÚST HESA VINNU?
Havi altíð havt henda áhuga, og so tá
maður mín fór at arbeiða í DK í 1991 fekk
eg høvi at útbúgva meg til kosmetolog.
Heimafturkomin í 1996 settu vit á stovn
vakurleika og vælveru fyritøkuna Cosméto.
HVØR ER STUTTLIGASTA
UPPLIVING TÍN Í STARVINUM?
Serlig tiltøk og ikki minst heilt serliga
uttandura mótasýningin framvið Havnará,
sum dótturin skipaði fyri, og eg fekk
høvi at prýða vøkru modellirnar.
HVØRJUM TÓNLEIKI
LURTAR TÚ EFTIR?
Dámar flest allan tónleik, tó góðan kórsang
dámar mær sera væl at lurta eftir.
HVAT ER BESTA
UPPFINNINGIN OG HVÍ?
Make-up – hvat kann tað ikki
gera av undurverkum?
HVAT ER BESTA ÍLØGAN,
TÚ HEVUR GJØRT?
Íløgan í mína útbúgving
HVAT ER TÍTT BESTA
HEIMARÁÐ?
Rørsla, út at fáa fríska luft, góðan kost
og so fylgir so nógv annað gott við.
HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR?
Havi havt saman við børnunum
bæði fiskar, kettu og hund
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM
TÚ VANN EINA MILLIÓN?
Deilt út til børnini
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ
VANN TÍGGJU MILLIÓNIR?
Deilt út til børnini, latið meira til
hjálparfelagsskapir og ferðast meira í
víðu verð, eisini saman við familjuni.
HVAT ER BEST VIÐ
FØROYUM OG HVÍ?
Óhugsandi ikki at búgva í Føroyum,
har mesta av familjuni og vinfólkunum
eisini hava røtur – hvat kann verða
betri enn at hava børn og ommubørn
uttanum seg í gerandisdegnum?
HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR?
Neyvan á arbeiðsmarknaðinum, og hvør veit?
Óhugsandi ikki at búgva í Føroyum
Bestu heimaráðini
eru rørsla, út at fáa
fríska luft, góðan
kost – og so fylgir so
nógv annað gott við