mánadagur 30. november 2015síða 66
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 49 • 30. NOVEMBER 2015
10
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Danjal av Rana
79 ára gamli Árni Dam er farin í hjallin
at svíða sær nakrar gæs. Hann hevur
júst verið í Norðurlandahúsinum til
eina framførslu, har abbasonurin
hevur sungið, men nú er hann farin
úr klædninginum, í arbeiðsklæðini og
stendur við gassfløskuni í hond.
Hann setir hettuna á, tekur gass
brennaran í aðra hondina og eina gás
í hina. Tað gongu væl at svíða.
– Eg geri sum eg eri vanur og brúki
lítið gass. Eg plagi vanliga at leggja
gassbrennaran frá mær við eini lítlari
flammu á, tá eg skal gera eitt hvørt
annað. Tað havi eg gjørt í 50 ár, og
tað geri eg eisini hetta kvøldið. Komin
niður á hálvan leggin, brestir og alt
stendur í logum um meg, greiðir Árni
Dam frá.
Sjálvur verður hann fluttur tríggj
ar metrar, út í tún. Har liggur vatn
slangan tíbetur og rennur. Árni Dam
setir slanguna á seg sjálvan, tí eldur er
í klæðunum. Tá kemur hann í tankar
um fløskuna.
– Mær rennur í hug, at eg einaferð
havi uppliva, at ein gassfløska brestir.
Tá er ikki lukkuligt at vera fyri. Tað
var umborð á Gullborg í 1958. Tað
var í himmalsins ódnarveðri, við lógu
norðan fyri Ísland og fiskaðu. Niðri í
maskinrúminum hava vit gass og ilt,
og brádliga reyk slangan av gass
fløskuni. Til alla lukku fingu vit sløkt
eldin sjálvir. Veðrið var so ringt, at
hóast fleiri skip lógu nær okkum, ivist
eg í, um nakar hevði verið bjargaður,
um skipið sakk, sigur Árni Dam.
Eldurin í klæðunum er slóknaður
og Árni fer tí aftur móti hjallinum eftir
gassfløskuni. Hurð og vindeygu eru í
spønum av brestinum. Hurðin liggur í
túninum, í fýra pettum.
– Eg hyggi inn í hjallin, men tori ikki
at fara inn, tí har er so mikið nógvur
eldur. Eg seti vatnstráluna á fløskuna,
sum enn er heil og lukkutíð slóknar
eldurin, sigur hann. Allarhelst hevur
tað likið um hettuna og er tað hetta,
sum hevur elvt til spreingingina.
Grannarnir hava sum vera man
hoyrt brestin og eru nú komnir til.
Onkur teirra hevur boðsent løgregluni
og sjúkrabilurin er skjótur á staðnum.
– Portørarnir tóku sær ógvuliga
væl av mær og sproytaðu meg við
vatni allan vegin úr túninum og oman
á Landssjúkrahúsið. Har tóku sjúkra
røktarfrøðingarnir yvir og spulaði
meg í fleiri tímar aftur at. Eg hoyrdi
læknarnar siga, at kjøtið brennur í
eini tríggjar tímar eftir at eldurin er
sløktur. Tí er tað so neyðugt at halda
á við at spula, sigur Árni Dam.
Í fimm samfullar tímar stóð hann
nakin á sjúkrastovuni, meðan sjúkra
røktarfrøðingar, portørar og læknar
skiftust um at spula kroppin, uttan
íhald.
– Hendurnar hevði eg niðri í hvør
sínari pøs við ísakøldum vatni. Eg
skalv so av kulda, at eg mundi hvølvt
spannirnar. Eftir tríggjar tímar spurdu
sjúkrasystrarnar, um eg orkaði meiri.
Um tit orka, so orki eg eisini, svaraði
eg teimum, greiðir hann frá.
Og væl hevur eydnast. Á andlitin
um sæst ikki eitt arr eftir eldsbrunan.
Hendurnar eru enn merktar av stóra
skaðanum tær hava fingið, men har
hava læknarnir eisini avgjørt, at ikki
er neyðugt við nakrari skurðviðgerð
fyri at bøta um tær.
– Eg vænti, at eg havi tikið fyri
andlitið, tá tað small, tí brunin har
var av fyrsta stigi. Tá ein vika var
farin, var øll hin brenda húðin dott
in av í flykrum. Men tað er heilt víst
dugnaligu starvsfólkunum á Lands
sjúkrahúsinum at takka, at skaðin
ikki er størri. Eg havi altíð sagt tað, at
læknarnir, sjúkrarøktarfrøðingarnir,
portørarnir og starvsfólkið annars á
Landssjúkrahúsinum, eru so ómeta
liga dugnalig, sigur Árni Dam.
Ein gassbrestur mundi gjørt
enda á Árna Dam, tá hann
eitt kvøldið stóð og sveið
nakrar gæs í hjallinum
Tað er dugnaligu starvsfólkunum á Landssjúkrahúsinum at takka, at skaðin ikki er størri, sigur Árni Dam
Myndir: Álvur Haraldsen
Vindeygu og hurð í hjallinum blivu blást út av brestinum
Hendurnar fingu størst skaða, men eisini har er húðin við at koma seg
Bleiv spulaður
í fimm tímar