Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-30, síða 68
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2015síða 68

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 49 • 30. NOVEMBER 2015 12 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Randi Jacobsen A ftur í ár hevur Búnaðarstovan gjørt royndir við kendum sum ókendum eplasløgum. Sekst­an ymisk eplasløg vórðu roynd í flag­veltu á Miðgerði í Kollafirði og í hypppi­veltu i sandjørd á Sandi ár. Veðrið var heldur óvanligt í ár. Óvanliga kalt í mai, juni og inn í juli mánað, og august og september vóru lýggjari enn vanligt. Bara fáa staðni var ov lítið avfall. Vøksturin var lítil til út í juli, og ser­ liga flagvelturnar, har sett varð niður fyri juni, vórðu merktar av kuld­anum. Fyru fyrstu ferð seinstu 25 árini, var úrtøkan best í seint niðursetu velt­ unum. Hyppiveltan á Sandi varð ikki so hart av kalda veðrinum fyrr í summar, og har var úrtøkan sum eitt vanligt ár. Svartaspilla var fáa staðni, men nógvi vindurin í august gekk hart út yvir fleiri veltur. Fleiri nýggj góð eplasløg Í flagveltuni vóru átta nýggju sløg millum tíggju tey bestu. Bara sløgini Esmee og Carolus av teimum kendi royndust líka væl. Í hyppiveltuni vóru níggju av teimum níggju sløgunum millum tíggju tey bestu. Bara Destiny hevði miðal úrtøku. Vert er at gev gætur at kenda slag­ ið Folva gav undir miðal í ár. Av nýggju sløgunum kunnu Cimega, Linata og Markies fáast sum seteli næsta ár. Óvist er framvegis hvussu verð­ur við hinum nýggju sløgunum, sum ikki verða at fáa til várs. Eplaslagið Omega var tað besta av 16 l í báðum royndunum í ár. Tað eru snøgg hvít epli, og tey smakka væl. Tey minna eitt sindur um Metta og Hanna, og tey verða at fáa næsta ár. Eplið hanna kemur ikki aftur næsta ár. Tilmæli Peder T Haar hevur hesi tilmæli: Til flagveltu: Cimega, Folva Destiny og Carilus: Góð reyð epli: Raja, Oleva og Esmee. Til moldveltu: Somu sløgini, men Raja veksur ikki so væl í sandjørð, og eplini eru ofta skurvut. Meira fæst at vita um tey ymisku eplasløgini á heimsíðuni bst.fo undir royndir/eplir.Royndir/epli Sjúkur Sum vanligt hevur rótasppur verið nógva staðni helst orakað av kalda summ­arinum, tí fyrst á sumrinum var kalt, og seinni vóru bløðkurnar so turr­ ar. Taðing Yvirtaðing gevur ofta góða frukt men vatnutt epli. Djóratøð kunnu brúkast, men ilt er at møta um hóskandi nøgd. Tað vanliga er at brúka handilstøð, eitt klorfátækt bland, ofta nevnt eplatøð. Til dømis NPK 14.03-15, umleið 50 gramm til hvørt epli. Ójavnur eplavøkstur í ár Fyri fyrstu ferð í fleiri ár loysti tað seg betur í ár at seta seint niður Bøtið um trygdina heima! – ja, tað er neyðugt at vísa á vandan, tí vit halda mangan, at skaðin rakar grannan!? Í fyrru helvt av 90´unum, var alt hetta viðvíkjandi fyribyrging ikki tað stóra, men vit vóru nøkur, sum veruliga vildu fáa boðskapin út til borgararnar. Eg leggi onki í, um onkur vil siga, at nú er hann aftur við hesum, men onkursvegna SKAL hetta sigast upp í saman, tí vit hava lyndi til at gloyma og ikki síggja tørvin ella vandan. Tað eru nokk ikki nøkur hagtøl, men eg trúgvi og vóni, at hetta ar­ beiðið hevur bjargað onkrum!? Lat okkum minnast: • Tryggjað tykkum væl við royk­ varnarum, og skiftið battaríir í ver­andi varnarum – 1. desember á hvørjum ári. • Havið í minsta lagi ein eld­sløkkj­ ara á høgligum stað og tryggið tykkum, at hesin er í lagi. • Havið eitt brandteppi á høgligum stað. • Havið eina hondlykt – t.d. har tit velja at hava eldsløkkjara og brandteppið hangandi. • Leggið eina ætlan fyri, hvørja rímingarleið tit eiga at velja. • Farið ongantíð út frá brennandi kertuljósum. • Latið ongantíð smábørn vera einsamøll við kertuljósum. • Nýtið altíð eldfastar stakar. • Tað er skilagott, at hava eina kannu við vatni, har kertuljós o.a. eru tendraði. GEVIÐ GÆTUR!!! • Ansað VÆL eftir, at vatn ikki stoytt á grýtu við feitti, tí so hendir ein sokallað damp­ eksplosión, og eldurin verður tveittur um alt rúmið og á menniskju, sum eru í nánd. • Takið endiliga ikki grýtuna av komfýrinum. • Køvið við einum loki ella brand­ teppi og skrúva niður fyri hitanum. • Er eldur komin upp undir eym­ hettuna, má ein tryggjað sær, at eldurin ikki er farin víðari. FÝRVERK!!! • Farið ongantíð undir heimagjørt fýrverk – t.d. rørbumbur o.a. • Ikki ganga við fýrverki uppi á tær. • Nýt trygdarbrillur!