Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-30, síða 78
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2015síða 78

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 49 • 30. NOVEMBER 2015 22 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Jólagávuhugskot Drama í norði Norðmaðurin Jo Nesbø er ein meistari at skriva spenningssøgur. Mong hava lisið røðina – ella partar av henni – um løgreglumannin Harry Hole, men Nesbø skrivar eisini aðrar søgur. Mill­ um annað søguna um Jon Hansen, sum flýggjar til norðurnoregi undan krimi­nellum fólki, hann hevur snýtt. Har hittir hann tey lokalu, fær innlit í eitt øðrvísi átrúnaðarligt umhvørvi og kennir óttan fyri teimum, ið leita eftir honum. Ein stutt spenningssøga, sum fangar frá fyrstu síðu og er framúr væl skrivað. Gloymdi úrmælingurin Í nógv ár vistu ógvuliga fá fólk um skaldskapin hjá John Fante. Hóast bøk­urnar í sínari tíð fingu góða mót­ tøku frá ummælarum, tók tað nógv ár, áðrenn skaldsøgurnar fingu tað status, tær hava uppiborið. Sterkasta bókin er helst Ask The Dust frá 1939, har Fante greiðir frá lívinum í Los Angeles, har hann roynir at fáa fótin fyri seg sum rithøvundur, hittir eina mekiskanskari kvinnu á kaffistovu og stríðist við at fáa endarnar og lívið at hanga saman. Eitt meistaraverk frá ein­um rithøvundi, sum í nýggjari tíð hevur fingið stóru viðurkenningina. Tað sum ikki drepur Hendan bókin hevur skapt nógv kjak og er umstrídd. Orsøkin er, at hon er framhald av Millenium bókarøðini hjá Stig Larsson, sum er deyður. David Lage­r­crantz hevur skrivað fjórðu bókina í røðini, og tað eru øll ikki so fegin um. Í øllum førum hevur hann skapt enn eina spenningssøgu í uni­ vers­i­num hjá Lisbeth Salander og Michael Blomkvist. Hesaferð er Salander í holt við eitt álop sum teldu­ sníkur, samstundis sum Blomkvist fær frænir av einari stórari søgu. Kanska skal bókin lesast, áðrenn tú gert tína enda­ligu hugsan um Lagercrantz og hans­ara framhaldi av Millenium røðini. Tangodansarin Á náttartíð í 1928 fer eitt dampskip gjøgnum Atlantshavið. Umborð ljómar tangotónleikarin, og á dansigólvinum hittast ein kvinna og ein maður úr hvør sínu herðashorni – lívsnjótarin Max og yvirklassakvinnan Mecha. Næstan 10 ár seinni hittast tey aftur á fronsku rivieruni, tá kríggj hóttir Eruopa. Og næsta 40 ár seinni hittast tey til eina talvkapping í Italia og líta aftur á lívið, sum tey hvør sær hava livað. Arturo Pérez-Reverte hevur skrivað eina hug­ takandi bók. Ljósið vit ikki síggja Eitt putlispæl av lagnum og søgum savn­ast í hesari bókini, har vit fylgja fronsku Marie-Laure LeBlanc, týska Werner Pfennigs og einum einsa­ mall­um manni, sum ongantíð fer úr heimi sínum. Øll hava sítt at stríðast við, og lívið er langt frá einfalt og lætt hjá teimum. Ein spennandi og vøkur skald­søga um lagnur og avgerðir í lív­ inum. Anthony Doerr hevur skrivað. Bókin um mammu Pippi Hetta er stóra ævisøgan um svensku Astrid Lindgren, sum hevur skrivað søgur til børn um allan heimin – ikki minst kenna vit søguna um Pippi. Í bókini verður greitt frá, hvussu Astrid Lindgren vaks upp á einum presta­ garði, og hvussu hon frá ungum aldri byrjaði at skriva. Bókin greiðir frá lívinum hjá henni og teimum per­ són­um, hon hitti á lívsleiðini, og sum vórðu við til at skapa hana sum rit­ høvund. Frá sjónleiki til stórpolitikk Ronald Reagan telist millum teir mest markantu forsetarnar í søguni hjá USA. Hann var í miðdeplinum í endanum av kalda krígnum – virdur og umstríddur hvørt um annað. Hend­an bókin sigur søguna um lívið hjá Reagan. Hvussu hann kom fram sum sjón­leikari, og síðani fór upp í politikk, tá ið leiklutirnir fækkaðust. HW Brands hevur skrivað um bæði sigrar og gølur, og bókin gevur eitt gott innlit í lívið og avrik hjá Ronald Reagan. Italska gentan Rosanne hittir operasangaran Roberto Rossini, og lívið broytist. Hon megnar at stríða seg úr fátækum umhvørvi í Napoli til stóru operahúsini í Italia. Kærleikin teirra millum veksur og fær stórar avleiðingar. Hetta er søga um kærleika, svik og um at finna seg sjálvan og fóta sær, tá ið tað gongur illa. The Italian Girl kann lesast á donskum undir heitinum Pigen fra Napoli. Bøkur úr útheiminum Her eru nøkur uppskot um øðrvísi bókagávur á jólum. Bøkur úr útheiminum við undirhaldi og innihaldi, sum tað ber til at lesa á enskum ella norðurlendskum máli Vælkomin! Hetta fitta húsið við gløsum kostar 300 krónur. Hædd: 37,5 cm Breidd: 27,5 cm Dýbd:   15 cm    Meira fæst at vita vit at skriva til regina@olivant.fo Jólakalendari Í morgin er 1. desember. Føroya Bjór hevur gjørt henda sjáldsama og stuttliga kalendara til tey, sum hava áhuga fyri øli.