Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-30, síða 80
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2015síða 80

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 49 • 30. NOVEMBER 2015 26 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Jólagávuhugskot Snilt og smátt Tøknin gevur okkum alt tað, vit ikki vistu av, at vit høvdu brúk fyri – sumt av tí er stuttligt, og okkurt er eisini snilt UTTANDURALJÓÐ Er tað ein hátálari, sum kann tola eitt sindur av hvørjum, er tað Mifa F6 Bluetooth Speaker. Hann er vatntættur og tolar nakrar stoytir. Um hann klárar ein fullan føroyskan vetur, er heldur ivasamt, men til teir góðu vetrardagarnar, er hesin góður at hava standandi uttanfyri. Ljóðið er eisini frálíkt. ONGANTÍÐ STREYMLOYSI Vit kenna øll vandan, tá ið fartelefonin nærkast teimum smáu tølunum í streymi. Óttin breiðir seg, og hevur tú ikki ein løðara hjá tær, kanst tú av álvara koma í trupulleikar – ella telefonin kann sløkna, og tað er tað. Ein sterkur streymbanki kann verða hendur at hava í lummanum, so tú kanst seta telefonina at løða, líkamikið hvar tú ert staddur – um tað er í bátinum ella í barrini. HANDSKAR TIL SKÍGGJAN Veturin er fyri framman, og tað merkir kulda, og at tú stundum mást í handskar. Men í dag eru handskar ein trupulleiki, tá ið tú skalt nýtta mongu touch-skíggjarnar. Hesir handskarnir hava eina loysn upp á tað, tí teir eru gjørdir til at trýsta á telefonir og paddar. Harvið kanst tú halda fingrahitan og varðveita sambandið við tínar vinir. BATMAN TÓL Nú kanst tú bjarga degnum og býnum við hesum Batman Multi Tool – ella tú kanst helst fáa brúk fyri onkrum av tí, hetta tólið kann. Tú kanst hava Batman tólið hangandi í tínum lyklatyssi, og so kanst tú í handavend lata fløskur upp og loysa skrúvur. Tað er við viss eingin annar í bygdini, ið hevur ein Batman upptrekkjara! BLUETOOTH STEIK Hesin ársins tíð verður nógvur matur gjørdur – ikki minst góður matur. Skalt tú brúka eitt steikitermometur, so er hetta ein snild loysn. Tú setur termometrið til sum vant, men tað snilda við hesum er, at tú kanst knýta tað – tráleyst – í tína fartelefon, og so kanst tú fylgja við, hvussu tað gongur við steikingini, uttan at hanga uppi yvir ovninum allatíðina. Vit liggja øll inni við spennandi videoupptøkum ella myndum á okkara fartelefonum. Ella er tað kanska eitt sera áhugavert YouTube klipp við einari apu, sum dugir at dansa, ið tú vilt vísa fólki. Tað er ikki altíð, at stóra upplivingin fæst á lítla telefonskíggjanum, og tá kann hendan uppvørpan verða hent. The Smartphone Porjector gevur tær møguleikan at varpa myndir og video upp á veggin, so tú og tínir vinir fáa enn størri gleði av tínum upptøkum frá leygarkvøldinum. UPPVØRPA TIL TELEFONINA