mánadagur 30. november 2015síða 86
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 49 • 30. november 2015
32
Ókeypis lýsingarblað
Jólapakkar
fløva russisk
sjófólk
Stella
aftur
umborð
á Smyrli
Martti fekk norður-
lendsku málvirðislønina
Stella Zachariassen sýnir í hesum døgum
aftur fram umborð á Smyrli
Seinastu tvey árini hevur Stella Zachariassen, ið
er úr Sri Lanka, gjørt nógv burtur úr at mála og
hevur havt framsýningar ymsa staðni, millum
annað umborð á Smyrli.
Meginparturin av inntøkunum frá málning
unum fer til at hjálpa teimum, sum hava tørv, í
Kenya, á Sri Lanka og í Føroyum.
– Hvørt ár bjóða vit til stóran jóladøgurða, har
ein heil bygd í Kenya verður boðin við, so sølan
av málningum í gjár kom sum ein stór signing,
og tað gleðir meg at boða frá, at Rama Murunga
og Alice Mwangi fara at standa fyri hesum
stóra jóladøgurðanum, sum hesu kæru fólk í
Kenya kunnu njóta, sigur Stella Zachariassen, í
samband við, at hon her fyri seldi sjey málningar
eina dagin.
Í nógv ár hava føroyingar latið russum, sum eru í
Føroyum og sum sigla um okkara leiðir, jólapakkar
Fyrrverandi forseti Finlands og vinnari av
friðarheiðursløn Nobels, Martti Ahtisaari, fekk
norðurlendsku málvirðislønina í 2015 fyri hansara
arbeiði at varðveita og styrkja eitt tvímált Finland
Árni Dam, sum hevur tikið sær av at samskipa
jólapakkarnar, sigur, at russar eru ógvuliga glaðir
og takksamir fyri pakkarnar, sum teir hava fingið
í Føroyum.
– Russar halda jól 6. januar, og soleiðis er
tíð enn til at lata russisku sjómonnunum eina
jólagávu í ár. Tað hevur rørt mong russisk hjørtu,
at teir hava fingið jólapakkar úr Føroyum, tá teir
um jólini eru so langt burtur frá sínum kæru
heima.
Árni Dam sigur, at tey, ið eru so beinasom og
vilja lata russisku sjómonnunum ein jólapakka,
kunnu leggja pakkan ella pakkarnar inn á
skrivstovuna hjá Faroe Agency Yviri við Strond
4 í Havn.
– Føroyar og Rusland hava havt nógv sam
starv langt aftur í tíðina, og eftir at ES stongdi
Føroyar úti á sínum marknaðum, hevur russiski
marknaðurin keypt nógvar føroyskar laksa-og
fiskavørur.
Árni Dam sigur seg vóna, at føroyingar aftur í
ár fara at hugsa um russisku sjómenninar, nú vit
skjótt koma inn í jólamánaðin, og jólini stunda
til.
Martti Ahtisaari hevur leingi verið ein
forsprákari fyri norðurlendskum samstarvi.
Hann hevur ofta ført fram, at svenskt er ein
týdningarmikil liður í at fremja norðurlendska
samleikan hjá finnum og er ein brúgv til
norðurlendskt samstarv.
Hóast grundlógin staðfestir at svenskt
og finskt eru á jøvnum føti í Finlandi, verða
spurningar javnan settir við týdningin av at
varðveita svenska málið sum alment mál.
– At ein politiskur bautasteinur sum
Martti Ahtisaari klývur upp á girðingina til
frama fyri svenska málinum hevur avgerandi
týdning fyri at varðveita Finland sum eitt
tvímált land, sigur Foreningen Norden, sum
handar virðislønina.