mánadagur 30. november 2015síða 88
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 49 • 30. november 2015
34
Ókeypis lýsingarblað
Eitt ófatiliga
gott summar
húsøki
Arbeiðið upp á
gøtuna er byrjað
Monika og Kristfríð
útgivið barnabók
Fuglafjarðar kommuna hevur í ár og næsta
ár sett tilsamans tvær miljónir krónur av til
gerð av gøtu millum Fuglafjørð og Kambsdal.
Ein miljón er á fíggjarætlanini fyri árið í ár,
og ein miljón krónur er sett av fyri 2016
– Hetta er eitt størri arbeiði, sum vit nú hava
sett skjøtil á. Tá vit koma út til Breiðá, sum er
millum Fuglafjørð og Kambsdal, er væntandi, at
vit eisini koma at samstarva við SEV, tí elfelagið
skal leggja háspenningskaðal til Fuglafjarðar.
Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar
kommunu, segði fyrr í heyst, at hann kundi
hugsað sær, at hetta arbeiði fór í gongd nú í
heyst.
– Nú er arbeiðið so farið í gongd, og tað
fegnist eg um. Gøtan verður ein nýggjur møgu
leiki og eitt gott sambindingarlið millum økini
í kommununi. Tað er byggifelagið Articon, sum
ger arbeiðið.
Hann sigur, at Landsverk hevur sum krav, at
ein metur skal verða frá landsvegnum og inn til
bilverjuna, og síðan skal aftur ein metur verða
frá bilverjuni og inn, har gongugøtan byrjar.
Borgarstjórn vísir á, at hevur tú betongklossar
á vegnum, eins og gjørt er av Hvítanesi og niðan
til rundkoyringina í Hoyvík, eru krøvini hjá Lands
verki um frástøðu ikki líka strong.
– Men, eg haldi ikki, at vit skulu brúka betong
á gøtuni millum Fuglafjørð og Kambsdal, sigur
hann.
Sonni á Horni vísir á, at Landsverk hevur
góðkent verkætlanina, og tað verður Landsverk,
sum fer at seta ljós upp á gøtuni, tá tað kemur
har til.
– Tað var tekniska deild hjá Fuglafjarðar
kommunu, ið gjørdi uppskotið, sum nú við ymisk
um tillagingum er samtykt av Landsverki, leggur
borgarstjórin aftrat.
Byggifelagið Articon eigur eitt stórt summarhús
øki Handan Hamralið á Sandi, har pláss er fyri
14 summarhúsum – við útsýni yvir eitt nú
Gróthúsvatn, Salthøvda og vestur í hav
Listakvinnurnar Monika Stauss Joensen og
Kristfríð Tyril hava nú latið úr hondum eina nýggja
barnamyndabók um bamsurnar Bartal og Bjarni
Articon hevur ikki sett spakan í enn, men borgar
stjórin í Sands kommunu væntar, at tað verður
fyri jól.
– Soleiðis, sum eg havi skilt, er stórur áhugi
fyri hesum summarhúsum, og hús eru longu
bíløgd. Articon ætlar, at nøkur av húsunum skulu
standa uppi longu komandi summar.
Brandur Sandoy sigur, at Sands kommuna
seinastu tíðina hevur fingið fleiri fyrispurningar
um summarhús, og í slíkum føri hava tey biðið
fólk vent sær til Articon.
Hann vísir á, at Sandoyggin er so ófatiliga
vælegnað til summarhús, og tað undrar ikki, nú
fokus er á oynna, at fleiri vilja eiga síni summar
hús her.
– Tað gleðir okkum, at fólk vilja byggja síni
summarhús her suðuri, tí hetta er við til at skapa
eitt enn betri grundarlag undir eitt nú handilslívi,
matstovu-og ferðavinnu, sigur Brandur Sandoy.
Hjá bamsunum Bjartali og Bjarna hendir altíð
okkurt óvæntað og skemtiligt. Bartali dámar
væl at fiska, og Bjarni spælir tónleik. Saman
hjálpa teir mammu síni at keypa inn, teir vitja
ommu og abba sín, og teimum dámar sera
væl at hoyra søgur og at eta pannukøkur.
Ymiskt er í bókini at gita og leita eftir. Eisini
eru smáar uppgávur at loysa.
Monika Stauss Joensen hevur skrivað
tekstin til bókina og útvegað tilfar til myndir
nar. Kristfríð Tyril hevur tikið allar myndirnar,
sett bókina upp og gjørt hana prentklára.
Myndirnar eru tiknar runt í Føroyum og
helst er hetta fyrsta bókin av sínum slag.
Estra í Gøtu hevur prentumsitið bókina.
Bókin fæst í bókabúðunum kring landið.