mánadagur 30. november 2015síða 92
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 49 • 30. november 2015
38
Ókeypis lýsingarblað
Fiskabryggjan borin í
stríði við hansakeypmenn
Hansakeypmenninir vóru nakað kravstórir, og at enda gjørdu Bergensmenn
uppreistur og fluttu Fiskatorgið av Bryggjuni og inn í Vágsbotn
Afturat Bryggjuni er Fiskatorgið miðpunktið
í miðbýnum í Bergen. Síðani 13. øld hevur
Fiskatorvið
verið
eitt
samlingsstað
hjá
keypmonnum, fiskimonnum og býarborgarum.
Hóast staðsetingin er flutt nakað øll árini, so
hevur týdningurin hjá Fiskatorginum verið hon
sami.
Eitt stríð við hansakeypmenninar um hvør
skuldi hava ræðisrættin yvir torginum, gjørdi, at
Torgið at enda var flutt av Týskubryggjuni og inn
í Vágsbotn. Hetta var í 1556, og gjørdist byrjanin
til eitt lítið byggiboom innast í vágni. Torgið
gjørdist miðpunktið í einum nýggjum býarparti,
sum fekk alsamt størri týdning í býnum.
Fyrstu tíðina seldu fleiri fiskin beinleiðis úr
bátunum. Flestu fiskimenn, ið seldu fiskin her,
búðu uttan fyri býin, men tó so nær, at teir
kundu rógva inn á torgið, selja fiskin og koma
heim aftur áðrenn tað fór at skýma. Teir seldu
fyri tað mesta feskan fisk, sum var fluttur higar
í eini fiskakistu, ein kassi við holum í, sum varð
sleipaður aftan fyri bátin. Í fleiri hundrað ár
var fiskur seldur á hendan hátt á Fiskatorg-
inum.
Umframt fiskimenn og fiskakeypmenn
vóru fiskaberararnir eisini væl umboðaðir á
Fiskatorginum. Fiskaberararnir bóru fiskin heim
til ríkaru familjurnar í Bergen. Skúladreingin ar
beiddu her áðrenn og aftan á skúlatíð, men teir
sluppu ikki at bera størsta fiskin. Honum máttu
teir vaksnu taka sær av.
Fiskatorgið er vorðið eitt stórt og týdningar
mikið handilsvindeyga fyri sjógæti og handilslívið
í Bergen og kommunan hevur tí valt at byggja
eina stóra matarhøll á Torginum. Í 2009 varð ein
arkitektakapping fyriskipað, og í 2010 byrjaði
arbeiði við at byggja nýggju matarhøllina.
Í fyrstu hædd er pláss til vanliga fiskahandilin,
sum hoyrir torginum til, meðan kunningarstovan
í Bergen og Norsk Sjømatsenter halda til á aðru
hædd. Haðani er eisini gott útsýni yvir Vágna,
Bryggjuna og restina av søguliga Bergen.