Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-30, síða 94
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2015síða 94

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 49 • 30. november 2015 40 Ókeypis lýsingarblað Verðsliga valdið var á Týskubryggjuni Hansasamgongan stýrdi øllum handilsvirksemi í Eystarasalti og Norðsjónum og hevði eitt kontór í Bergen Bergen hevur altíð verið ein týdningarmikil handils- og havnabýur. Bergen var størsti býur í Norður­londum inn til 17. øld og Noregs størsti býur til 1830. Hansasamgongan, sum týskir býstatir stovnaðu í 13. øld og sum menti seg sum týdningarmiklasta handilssamgongan í Evropa. Hansa­samgongan stýrdi øllum handils­ virk­seminum í Eystara­saltið og Norsjónum og hevði eina fasta skriv­stovu í Bergen, og hetta hevur sett sín dám á býin. Bryggjan í Bergen ber vitnis­burð um hvussu týdningarmikil handils­ skipini hjá Hansasamgonguni vóru fyri býin og er hon nú á listanum hjá UNESCO yvir heimsarv. Ávísir vandar vóru tó knýttir at tí at vera ein havnarbýur og í mong ár var mett, at tað júst var við handilsskipum úr Onglandi, at svartideyðin kom til Noregs í 1349. Seinnu árini eru tó spurnar­tekin sett við júst hetta ástøði. Bryggjan og Fiskatorgið eru miðdepilin í mið­ býnum og ferðavinnuni hjá Bergen. Bryggjan verður ofta nevnd Týskabryggja ella Hansa­ bryggjan. Eftir 2. heimsbardaga samtykti býráðið í Bergen at almenna heitið her eftir skuldi vera Bryggjan, av væl skiljandi orsøkum, men seinnu árini hava røddir aftur verið frammi um at fáa upp­runa­heitið aftur, nú minnini frá 2. heims­ bardaga munnu standa kám í huganum hjá teimum flestu. Enn hevur hetta uppskotið tó ongan stuðul í býráðnum. Bryggjan var bygd í árunum um 1070 og frá 1360 til 1754 var hon høvuðssæti hjá Hansa­sam­gonguni. 61 bygningar standa á bryggjuni, allir bygdir úr viði, við steinkjallarum. Longu frá 13. øld til seinnu helvt av 16. øld var alt verðs­liga valdið í býnum, og tí eisini í Noregi, samlað á Bryggjuni. Undir 2. heimsbardaga var økið nógv brúkt av norsku mótstøðurørsluni. Trongu skotini og mongu smáu gøturnar gjørdi tað lætt hjá teim­ um at krógva seg fyri týskarunum her og vóru tey til so stóran ampa, at Terboven, sum var týski leiðarin av hertøkuni av Noregi, av álvara um­hugsaði at javna býlingin við jørðina. Í dag er Bryggjan full av smáum handlum og matstovum tilreiðar at taka ímóti ferðafólki. 9. til 12. juni 2016 verður Bergen vertur fyri Hansa­døgunum. Í fýra dagar kanst tú lukta, smakka og hoyra søguna hjá býnum. Ein stór­ur marknaður verður við bæði lokalum mati og mati frá hanseatisku handilsbýunum, nógv mentanar­ tiltøk eru á skránni og fleiri tónleika­tiltøk. Sjálv­ andi verða alskyns gomul skip, sluppir og onnur træseglskip á vágni.