mánadagur 30. november 2015síða 96
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 49 • 30. november 2015
42
Ókeypis lýsingarblað
Nógv
lekkur
vøra
til jóla
Norðskáli · tel. 422727
grafix 504251
Tlf. 448289 · orkis@orkis.fo
-altíð pláss til eitt sindur av inspiratión
MinsT Til
viT hava opið hvØnn
sunnudag í advenT
frá kl 15:00 -19:00
Grafix 504251
koM og viTja okkara fjálgu
jólasTovu & Trend-rúM
- og uppliv Tey nýggjasTu Trendini
Uppliva norsku
strondina frá havinum
Hurtigruten verður kallað Heimsins vakrasta sjóferð. Túrurin úr Bergen til Kirkenes og aftur tekur 12 døgn
Um tú hevur verið í Bergen fyrr ella bara hevur
hug at uppliva okkurt annað, so er væl gjørligt at
koma víðari úr Bergen. Forkunnugasti møguleikin
er kanska at bíleggja sær eitt pláss umborð á
Hurtigruten og uppliva norsku strandalinjuna
frá hennara bestu síðu, av havinum. Hurtigruten
er ein skiparuta framvið norsku strondini úr
Bergen líka norður í Kirkenes. Farmur, postur og
ferðafólk eru umborð. 34 havnir vera vitjaðar á
túrinum og ein ferð úr Bergen til Kirkenes og
aftur tekur 12 døgn.
Fyrsti túrurin hjá Hurtigruten var 2. juli 1893
og gekk leiðin tá úr Tróndheimi til Hammerfest.
Tørvur var á eini álítandi og skjótari postrutu
norður í norðasta partin av ríkinum. Hesa tíðina
tók tað tríggjar vikur at senda eitt bræv úr Trónd
heimi til Hammerfest um summarið, meðan tað
vetrarstíð kundi taka heilt upp í fimm mánaðir.
Við eini fastari skiparutu hevði tað tikið sjey
dagar, og haðani kom heitið Hurtigruten, sum
hevur hingið við rutuni síðani. Fyrsti túrurin úr
Tróndheim til Hammerfest tók 67 tímar. Í dag,
122 ár seinni, tekur sami túrur 65 tímar og 15
minuttir.
Tað var í 1907 at Bergen gjørdist fast ferða
mál hjá Hurtigrutuni, tá var talan um tveir túrar
um vikuna norður til Vadsø. Í 1914 fekk rutan
tað leið, sum hon hevur í dag, úr Bergen til
Kirkenes og tá var siglt fimm ferðir um vikuna. Í
1953 vóru endiliga dagligar fráferðir úr Bergen
til Kirkenes.
Í sjeytiárunum var ferðafólkatalið umborð
á Hurtigruten fallið nógv. Vegasambandið til
havnabýirnar og bygdirnar var blivið nógv betri,
eins og at fleiri nýggir flogvallir vóru bygdir. Fólk
høvdu tí fingið nýggjar, skjótari møguleikar at
ferðast, eins og at farmaflutningurin nú eisini
fór aðrar leiðir. Skipini, sum høvdu verið nýtt,
vóru nú vorðin gomul, og tí var Hurtigruten við
eitt vegamóti.
Í 1982 avgjørdi Stórtingið endaliga at halda
á við Hurtigruten og sum frá líður varð hon meiri
og meiri marknaðarførd sum eitt ferðavinnumál.