Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. desember 2015 · Nr. 139 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tað er ikki ein almenn uppgáva at geva pláss til handilslýsingar. Tað hevur mentamálaráðfrúin, Rig­mor Dam, skilt. Men tað hev­ur fel­ag­ið hjá føroyskum lýs­ing­ar­fyri­ tøk­um, Samskifti, ikki skilt. Ella, tað vil fel­agið ikki skilja. Privatu miðlarnir í Føroyum hava í ára­vís víst á, hvussu skeivt tað er, at Kring­varp­ið, sum er al­ment fíggj­að, máar støðið undan priv­at­um miðla­ fyri­tøkum, tí stovn­ur­in selur lýsingar – enntá fyri undirprís – í kapp­i­ng við privatu miðlarnar. Men tað hevur verið sum at tos­að fyri deyvum oyrum, tí eingin í pol­it­ isku skip­anini hevur torað ella viljað gjørt nakað við trupulleikan. Tí taka vit hattin av fyri Rig­mor Dam, at hon nú ger nakað við mál­ ið og samtundis tryggjar Kring­varpi Føroya eitt gott og trygt fíggj­ar­ligt støði at byggja á. Tí sjálv­andi skal Kring­varp­ið ikki fíggj­ast við lýs­ing­ ar­peng­um, og sjálv­andi er tað ikki ein uppgáva hjá al­menna Kring­varp­i­num at lata hand­ils­fyri­tøk­um lýs­ing­ar­pall. Tað gera priv­atu miðl­ar­nir – eins og teir hava gjørt síðani 1852, tá fyrsta blaðið í Før­oy­um kom á gøtuna. At tíðir broytast vita vit – og tað hava priv­atu miðlarfyritøkurnar so sann­iliga merkt. Umframt kapp­ing­ ina frá Kringvarpinum, so er kapp­ing­ in á netinum ovurstór. Trup­ul­leik­in her er, at kappingin eis­ini er utt­an­ lands. Tann »trup­ul­leik­in« broyt­isti ikki, um Kring­varp­ið lýs­ir ella ikki. Hev­ur hand­ils­vinn­an hug at lýsa í føroyskum miðl­um, so eru og verða hópin av møg­u­leikum til tess. Sambært uppskotinum skal fram­ vegis verða loyvt at lýsa í sjón­varp­i – tí at eingin annar møguleiki er fyri sjóvarpslýsingum, enn í Kring­varp­i­ num, verður sagt. So er ikki. Sjónvarpslýsingar fara vit at síggja nógv til í øðrum miðl­um, enn sjónvarpinum hjá Kring­varpi­ num, so tann »trupulleikin« loysist av sær sjálvum. So er tað hendan spírandi films­ vinn­an, sum altíð skal hava góð orð á veg­num, tá tosað verður um lýsingar í Kring­varpi­num. Eitt løgið fyrilit at taka – tá einki verður hugsað um hóttu og mistu arbeiðsplássini í før­ oysku fjølmiðlavinnuni, sum sein­astu árini eru minkað við oman fyri 100 ar­ beiðs­plássum. Tað er gott, at Rigmor Dam ger nak­að við málið, sum snýr seg um at javnseta privatar miðlar við Kring­ varpið. Tað snýr seg ikki um at lata stuðul til hvønn hanus og jan­us ella filmsgrunn ella annað, sum hugflogið kann finna uppá. Tað snýr seg um at skipa við­ur­ skift­ini á fjøl­miðla­markn­að­i­num í Før­oyum. Ynskja vit at varð­veita og menna føroyskar fjølmiðlar, sum skriva um føroysk viðurskifti á før­ oysk­um til føroyingar – so er at gera eina skipan, sum stimbrar redak­ tiónirar á priviatu føroysku miðl­u­ num og ikki blanda annað upp í hesi viðurskifti. Snýr seg um at framleiða føroyskt tilfari til føroyingar um at javnseta fjølmiðlar Ein al­menn lygn Eyðun Hansen Kjak síða 12 Hví hoyra vit so illa Heilsusíðan Síða 14 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Í gjár fekk Javnaðarflokkurin ein nýggjan tingmann. Tað er Hil­bert Elisson, sum tók sæti á tingi fyri Kristin Michelsen, ið hev­ur biðið um farloyvi. Hilbert Elisson, sum er úr Vest­manna, er 44 ára gamal, byggi­frøðingur og ar­beiðir van­liga sum verk­ætl­an­ar­ leið­ari í byggideildini hjá Lands­verki. Hilbert er í bygd­ a­r­ráð­n­um fyri Vestmanna komm­unu, har hann er for­ maður í teknisku nevnd um­framt limur í fíggjar- og havn­ar­nevnd. Hilbert Elisson verður í ting­inum, til Kristin Michel­ sen boð­ar frá, at hann kemur aft­ur. Hilbert Elisson er 9. nýggja tingfólk í hópinum hjá Javn­að­ar­flokkinum eftir val­ið 1. september. Hini eru: Sonja Jógvansdóttir, Heð­ in Mortensen, Bjarni Hamm­ er, Helena Dam á Neystabø, Jón­leif Johannesen, Sjúrður Skaale (í farloyvi), Kristianna Wint­her Poulsen, Djóni Nols­ øe og so Hilbert Elisson. Nummar 14 hjá Javn­ að­arflokkinum á ting Í morgin, 3. desember, er Al­ tjóða brekdagur. Tá skip­ar Ráðið fyri Brekað og Meg­ in­fel­ag teirra, ið bera brek í Før­oy­um fyri ókeypis há­tíð­ ar­haldi í Skálanum í Norð­ur­ landa­hús­i­num. Altjóða brekdagur varð á­sett­ur av Sameindu tjóð­um í 1992 og hevur verið há­tíð­ ar­hild­in í Før­oy­um síðani tá. Enda­málið við degnum er at varpa ljós á avbjóðingar, sum fólk, ið bera brek, hava í ger­ and­is­deg­num, so sam­fel­ag­ið alsamt gerst meira in­klu­der­ andi og harvið eitt samfelag fyri øll, har mørk verða brotin og dyr latnar upp. Hvørt ár verður nýggj yv­ir­ skrift sett fyri dagin, sum í ár er “Inklu­sjón hevur týdning” við undirheitinum “Atgongd og mynd­ug­leiki til fólk við øll­ um førleikum”. Tiltakið er ókeypis og byrj­ ar kl. 12, tá ið Dugni borðreiðir við kaffi, køkum og frukt í for­ høll­ini. Kl. 13 bjóðar Barbara á Tjaldra­fløtti, forkvinna í Ráð­ num fyri Brekað, væl­kom­in. Síðani fer Eyðgunn Sam­u­el­ sen, lands­stýr­is­kvinna í al­ manna­mál­um, at seta dagin. Fyrstu løtuna verður evn­ ið likamlig atkoma við "Bar­c­ e­lona sum undangongubýur". Tóra við Keldu, forkvinna í MBF vísir á, at tá bæði íbúgvar og gestir eru ymiskir, er neyð­ ugt, at býir taka í álvara at­ komu, ið fevnir ymisleika. Við hesum í huga fara vit inn í nærumhvørvið við evn­i­ num "Atkoma til ferðavinnu í Føroyum". Theresa T. Kreutz­ mann, stjóri í Visit Tórshavn, fer at tosa um kanning, ið varð gjørd um atkomu í høv­uðs­ stað­num. Síðani er steðgur. Dugni borð­reið­ir aftur við ókeypis kaffi, køkum og frukt í for­ høll­ini. Eftir steðgin fara vit til at­ komu í samskifti. Aimi Just­ in­us­sen, foreldur, fer við evn­ i­num "Autisma og samskifti" at tosa um eina app, sum ger sam­skifti við tey, ið ikki hava talu­mál bæði lættari og greið­ ari. Frá appini fara vit á før­ oyska pallin, har fyritøkan Beak seinastu tíðina hevur ment Clear­Comm, sum er ein tal­gild dagsskrá og sam­ skift­is­amboð til tey, ið hava autismu. Fyri hesa verk­ætl­an var ClearComm ársins vinn­ ari í Creative Business Cup Føroyar 2015. Levi á Tork­ils­ heyggi tosar um "Mynd­a­sam­ skifti við fólk við autismu" og vís­ir, hvussu hetta virkar. Áðrenn Barbara á Tjaldra­ fløtti tekur saman um dagin, verð­ur evnið "Onki er óført". Bjarni Poulsen og Fanny Pet­er­sen, foreldur, siga sína lívsjáttandi søgu um fam­ilju­ lívið við barnið, ið ber brek. Í ár fer Døgg Nónsgjógv at syngja og spæla, og tekn­máls­ tulk­ar eru við til fundin. Hátíðarhalda Altjóða brekdag Hóast Hilbert Elisson við sínum 122 atkvøðum er numm­ar 14 á listanum hjá Javnðarflokkinum, so er hann fyrsti varamaður floksins á tingi Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna í Ráðnum fyri Brek­að. Eyðgunn Samuelsen, almannaráðfrú og Tóra við Keldu, forkvinna í MBF