Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. desember 2015 · Nr. 139 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Thor metir, at nógvir møguleikar eru hjá føroyskum vinnulívi í Eysturgrønlandi, og her eru eisini møguleikar fyri føroyskum og grønlendskum vitanarsamstarvi THOR ER VIÐ Í MENNING Í EYSTURGRØNLANDI Vilmund Jacobsen Reiðaríið Thor í Hósvík hev­ ur leingi verið aktivt í Eystur­ grøn­landi. Fyrsta royndin hjá fe­lag­ num var við Poseidon, sum royndarfiskaði eftir makreli í grønlendskum sjógvi í 2010. Hetta var sama ár, sum Poseidon og Athena tóku ímóti stívliga 5000 tonsum av makreli til matna frá før­ oyskum skipum. Hetta var í eini tíð, har tað var umráðandi hjá før­oy­ ingum at prógva, at nógvur makrelur var í føroyskum sjógvi, eins og tað var týdn­ ingarmikið at prógva, at før­oyingar veiddu fiskin til matna. Reiðaríið í Hósvík hevði varnast broytingar í gongd­ ini hjá makrelinum - at ferð­ ingamystrið gekk meira vest­ ur yvir, og henda meting var røtt. Navnframi og royndi skip­arin, Ingolf Rasmussen, var skipari á Sermilik 2, tá hetta skip hjá Thor gjørdi botn­kanningar í Eystur­grøn­ landi. Hesar kanningar góvu ábendingar um ymisk­ar broytingar í náttúru­viður­ skiftu­num og góvu eisini eina vón um, at toskurin var við at koma aftur í Grøn­ landi. Gevandi jollu- fiskiskapur Seinastu nógvu árini átti Royal Greenland skipið, Chr. Høj, ið er gamli Suður­varði, sum John Dam, sáli, læt byggja í 1975 til rækju­fiski­ skap. Skipið hevur verið brúkt sum innhandlingsskip í Eystur­grøn­landi. Fyri fýra árum síðan keypti Thor í Hósvík skipið um­vegis eitt dóttirfelag í Grønlandi, og nógvar dag­ før­ingar eru gjørdar umborð. Í summarhálvuni í ár tók Chr. Høj ímóti toski frá grønlendskum jollu­fiski­ monn­um, og hetta eydnaðist stak væl, og felagið fer aftur at taka ímóti fiski frá jollu- fiski­monnum í 2016. Chr. Høj hevur eisini tikið ímóti svartkalva frá garna­skipinum, Thor, sum hevur havt royndarloyvi frá grønlendskum myndug­ leikum at veiða svartkalva inni á firðum. Delta Seafood á Tvøroyri hevur keypt og saltað nakað av frysta toskinum, sum Chr. Høj innhandlaði í Grønlandi. Bygdin mentist fíggjarliga Bæði hesi átøk, sum Chr. Høj og Thor eru partur av, eydn­aðust so mikið væl, at bygdin inni á fjørðinum í Eysturgrønlandi mentist fíggjarliga. Úrslitið er, at nú fær grøn­ lendska fiskimála­ráðið fleiri umsóknir frá grønlendskum jollufiskimonnum um at sleppa at fiska í økinum og landa til Chr. Høj. Thor í Hósvík metir, at møgu­leikarnir hjá føroysk­ um vinnulívi eru nógvir í Grønlandi, og her eru eisini møguleikar fyri føroysk­um og grønlendskum vitanar­ sam­starvi. Samskiftið millum før­ oyska felagið og grønlendsk vinnulív og myndugleikar hevur verið stak gott. VINNA