týsdagur 1. desember 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. desember 2015 · Nr. 139
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tá løgreglan kom fyri at handtaka sonin, stillaði maðurin seg millum
løgregluna og sonin og bað løgregluna sleppa sær av síni ogn
BAÐ LØGREGLUNA
SKRUBBA AV
Í RÆTTINUM
Danjal av Rana
Ein maður varð í dag dømd
ur fyri at hava órógvað løg
regluna í arbeiði hennara.
Dómarin gav honum 50
dagar
treytaða
fongsuls
revsing,
umframt
samfe
lagstænastu
í
60
tímar.
Maðurin skal eisini rinda
sakarmálskostnaðin.
Tað var í samband við
handtøkuna av soninum, at
maðurin órógvaði løgregl
una.
Í oktobur í fjør varð løg
reglan boðsend, tí ein bil
førari lá og koyrdi ørt. Ill
gruni var um, at hann var
ávirkaður av rúsdrekka. Tá
løgreglan biður bilføraran
steðga, koyrir hann tó und
an. Ferðin gongur gjøgnum
bygdir og endar á einum
uppdyrkingarvegi nærindis
einum stalli, sum familja bil
førarans eigur. Bilførarin fer
úr bilinum og løgreglan ger
seg til reiðar at handtaka
mannin.
Nú kemur tó vend í. Út úr
fjósinum kemur ein maður
rennandi, algoystur, í øðini
um tað, sum gongur fyri seg.
– Eg var bangin fyri, at
teir fóru at koyra tvørtur
gjøgnum
portrið,
greiddi
maðurin frá. Sum frá líður
gerst tað løgregluni greitt, at
maðurin, sum kom rennandi
úr fjósinum er pápi bilfør
aran.
Annar løgreglumaðurin
má nú taka sær av uppøsta
pápanum, hin roynir at
halda eyga við soninum,
meðan teir bíða eftir at fleiri
løgreglufólk
skulu
koma
teimum til hjálpar.
– Hvat billa tit tykkum
inn, tit hava einki at gera
her, sleppið tykkum vekk,
sigur maðurin, og stillar seg
millum løgregluna og sonin,
og noktar løgregluni at hand
taka sonin.
Hótti við byrsu
Meðan teir so standa, tekur
sonurin eina byrsu fram og
hóttir løgreglumenninar við
henni. Maðurin hevur fyrr
í vikuni hótt onnur fólk við
byrsuni, og nú vendir hann
henni móti løgregluni. Annar
løgreglumaðurin loypir tó til
og fær stýrt byrsuni burtur
frá fólki. Bilførarin, løgreglu
menninir og pápin standa
so og togast um byrsuna,
áðrenn tað eydnast løgregl
uni at fáa fatur á byrsuni.
Løgreglumenninir søgdu
í rættinum, at maðurin var
sera uppøstur og noktaði
at flyta seg, hóast hann var
biðin. Hann rópti fleir ferðir
eftir løgregluni, og sjálvt
tá støðan gjørdist verri, og
bilførarin tók byrsuna fram,
vildi pápin ikki lata løgregl
una gera sítt arbeiði.
Løgreglumenninir førdu í
rættinum fram, at um pápin
ikki hevði órógvað teir í
arbeiði sínum, høvdu teir
havt tamarhald á støðuni,
áðrenn maðurin fekk fatur
á byrsuni. Tað var órógvanin
hjá pápanum, sum gav son
inum møguleikan at fáa
hendur á byrsuni, vildi ákær
in vera við.
Sonurin varð handtikin
og varðhaldsfongslaður í
fýra vikur eftir hendingina.
Tað málið er enn ikki komið
fyri rættin.
Tók kvørkratak
á ungan mann
Ákærdi varð eisini ákærdur
fyri harðskap í tveimum
førum og blygnaðarskemd í
einum føri. Tað var eftir eina
veitslu, at tað kom til horna
tøkur millum mannin og
ein vinmann hjá soninum.
Daman hjá soninum hevði
verið heima hjá soninum,
men hevði nú boðsent fólk
um at koma eftir sær. Hetta
líkaði eftir øllum at døma
ákærda illa. Unga kvinnan
greiddi í rættinum frá, at hon
kendi seg ótrygga, tá hon var
einsamøll við ákærda, og tí
bað hon fólk koma eftir sær.
Hon greiddi frá, at ákærdi
var fullur og óður og gekk
runt í húsinum og skeldaði.
Gentan stongdi seg inni á
vesinum og ringdi eftir hjálp.
Tá vinmenninir koma á
gátt, gevur ákærdi teimum
greið boð um at sleppa sær
út, uttan gentuna. Ungi mað
urin og ákærdi fóru til hend
urs, sum endaði við at ákærdi
sat oman á unga manninum
og tók um kvørkrarnar á
honum. Ein annar vinmaður
kemur tó til og fær skumpa
ákærda av unga manninum.
Tá er tað, at ákærdi, sam
bært ákæruritinum, tekur
í gentuna og blakar hana
eftir gólvinum. Hetta er hin
ákæran um harðskap. Her
er tó óvist, júst hvat er farið
fram. Eingi vitni hava sæð
mannin tveita gentuna, með
an hon sjálv er ivasom um,
hvørt maðurin gjørdi tað við
vilja, ella kom undir seg, so at
hon datt.
Mussaði unga kvinnu
Maðurin var eisini ákærdur
fyri blygnaðarskemd móti
ungu kvinnuni. Sjálvur vildi
hann vera við, at hann hevði
hjálpt gentuni til songar.
Hann var komin heim eftir
eina veitslu, og tá sótu
sonurin, dótturin, gentan og
onnur vinfólk og drukku.
Sonurin hevði fingið ov
nógv, so ákærdi fekk hann
at sova, áðrenn hann skuldi
hjálpa ungu gentuni og
dóttrini í song. Hann sigur,
at hann mussaði dóttrini á
kjálkan og segði góða nátt.
Gentan fortaldi tó eina
aðra søgu. Sambært henni lá
hon og svav á kamarinum hjá
soninum, tá ákærdi kemur
heim, fullur og óður. Hon
fór tí undan honum og legði
seg á kamarið hjá dóttrini.
Tá sigur hon, at hann fylgdi
eftir henni og royndi at
mussa hana tríggjar ferðir
á kjálkan, áðrenn hann lyfti
dýnuna og ætlaði at leggja
seg hjá henni.
Ákærin bað um fongsuls
revsing í minst 60 dagar.
Hon vísti á, at ungi maðurin
hevði fingið merkir um háls
in eftir kvørkratakið og at
gentan eisini fekk ein skaða
í økslina. Harumframt hevði
hann heilt greitt órógvað
løgregluna, hóast hann var
biðin um at fara burtur.
Eisini metti ákærdi, at søg
an hjá gentuni, um at hann
hevði ætlað at mussa hana,
var sonn. Hon vísti eisini á,
at maðurin í 2007 fekk ein
treytaðan dóm fyri harð
skap.
Noktaði seg sekan
Maðurin noktaði seg sekan
í øllum ákærunum. Verjin
legði dent á, at talan var um
ein pápa, sum var bangin
um sonin, og tí vildi verja
hann. Hann førdi ferð eftir
ferð fram, at hann ikki vardi
gerðir sonarins, men at hann
einans vildi hjálpa soninum,
og øtaðist yvir nógvu ferð
ina, sum løgreglan hevði elt
sonin eftir uppdyrkingarveg
num. Verjin vildi vera við, at
harðskapsmálini høvdu lítl
an og ongan týdning, tí løst
irnir vóru smáir, og at enda
metti verjin, at talan var um
eitt muss á kjálkan, og tað
kann ikki geva stórvegis
revsing. Verjin vildi tí í mesta
lagi hoyra talan um ein treyt
aðan dóm.
Dómarin fann mannin
sekan í trimum av teimum
fýra
ákærunum.
Hann
metti, at tað var prógvað, at
maðurin hevði forðað løg
regluni at útinna sítt arbeiði,
hóast hann varð biðin um at
flyta seg.
Ákærdi er eisini funnin
sekur í ákæruni um harðskap
móti unga manninum, með
an hann er fríkendur fyri
harðskap móti gentuni.
Maðurin er eisini funnin
sekur í ákæruni um blygn
aðarskemd. Dómarin segði
í sínum viðmerkingum, at
hóast ein kossur á kinnið
kanska
ikki
beinleiðis
er umfatað av lógini um
blygnaðarskemd, so vóru
umstøðurnar av slíkum slag,
at talan er um blygnaðar
skemd. Gentan greiddi eisini
frá, at hon kendi seg ómeta
liga illa við av hesum.