Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-01, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 2015síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

LÝSINGABLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM 2. DESEMBER 2015 2 SMS - MIÐLAHÚSIÐ TEKST OG LÝSINGAR: TERJI NIELSEN SNIÐ OG UPPSETING: PÆTUR EYÐUNSSON JENSEN / SOSIALURIN WWW.SMS.FO DREYMAGÁVUR KOM NORÐUR TIL GJÁAR SAMAN VIÐ EINUM YNDISVINI Á Gjáargarði njóta tit friðin, ta vøkru náttúruna og eina romantiska nátt í hugnaligum superior-kamari – og njóta síðani ein góðan morgunmat. Bílegg tíð á GreenGate Incoming, tlf. 350520 og upplýs ”Dreymagáva”. Les meira á facebook.com/dreymagavur Dreymagávurnar, sum eru gávukort á ymiskar upplivingar, kunnu keypast í leiðbeiningini í Mikla­ garði, og hetta er ein gávumøguleiki, sum er blivin alsamt betri umtóktur. Nú fram móti jólum í ár er úrvalið av Dreyma­ gávum vaksið, og millum nýggju møguleikarnar eru eitt nú eitt venjingarskeið hjá navnframa Jákup Suna Berg í Yndi Fitness í Havn. Jákup Suni Berg er millum royndastu persón­ ligu venjararnar í Føroyum, og Dreyma­gávan er eitt skeið hjá honum í fýra vikur, har man tríggjar ferðir um vikuna venur ein tíma saman við per­ són­liga venjaranum í Yndi Fitness. Eitt slíkt skeið kostar vanliga 2.200 krónur, men nú fram til jóla er eitt serligt tilboð við hesum, har man kann keypa eina slíka Dreymagávu fyri bert 1.500 krónur. Morgunmat til dyrnar Ein annar nýggjur møguleiki við Dreymagávunum er eitt tilboð um at fáa ein luksus morgunmat koyrdan til dyrnar. Hetta er ein tænasta frá Miklagarði, har man fær ein komplettan morgunmatarpakka við bæði ný­pressaðum djús, viðskera, nýbakaðum breyði, frukt og enntá eini reyðari rósu koyrdan til dyrnar. Tú noyðist heldur ikki bert at bíleggja tað heim til tín sjálvs, tí tað kann jú eisini vera ein gáva, har tú til dømis gleðir onkran, sum tú ert góður við, við eini óvæntaðari gávu frá morgunstundini. Ein ógvuliga ómakaleysur møguleiki at gleða onkran við eini forkunnugari gávu. Aðrir nýggir møguleikar við Dreymagávum eru eisini uppihald á Gjáargarði við morgunmati, vakurleikaviðgerð frá Cosmeto umframt eisini havfisking. Betri og betri umtókt Dreymagávurnar eru sum áðurnevnt ógvuliga væl umtóktar, og nú úrvalið er blivið enn størri, man lítil ivi vera um, at undirtøkan eisini fer at vaksa enn meiri. Endamálið við Dreymagávunum er at gera tað møguligt hjá føroyingum at uppliva Føroyar á ein øðrvísi hátt. Ynski er at gera tað møguligt hjá føroyingum at uppliva tað serliga, ið Føroyar og føroy­ingar hava at bjóða, og at tú skalt hava nógvar møguleikar at velja millum. Vit eru øll ymisk, og tí ynskja vit at hava eitt breitt úrval til ein og hvønn tørv. Dreymagávan ger dreymar til veru­leika. Dreymagávurnar kunnu sum áðurnevnt keypast í Leiðbeiningini í Miklagarði í SMS. Annars ber til at lesa um meiri um Dreyma­gávur á Facebook, har Dreymagávur hava sín egna vanga. ENN FLEIRI OG FJØL­ BROYTTARI DREYMAGÁVUR Vælumtóktu Dreymagávurnar, sum SMS stendur fyri, eru nú blivnar enn fjølbroyttari, og úrvalið er eisini blivið størri BURN - FITIKNÚSANDI LIÐVENJINGAR Fá eina góða byrjan við skjótum og góðum úrsliti. Fyrsta skeiðið byrjar 4. januar 2016. Skriva til berg@yndi.fo og upplýs ”Dreymagáva”. Les meira á facebook.com/dreymagavur