Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-01, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

LÝSINGABLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM 2. DESEMBER 2015 6 Ikki minst hjá fyritøkum er talgilda gávukortið ein uppløgd jólagáva til starvsfólkið. Tí tað er ógvuliga ymiskt, hvat starvsfólk ynskja sær í jólagávu frá arbeiðsplássinum, og tá er talgilda gávukortið hjá SMS ein hent loysn. Tí gávukortið kann jú brúkast í øllum handl­ unum í SMS, og á tann hátt ber til bæði at keypa matvørur, klæðir, húsarhaldstól ella okkurt annað fyri jólagávuna frá arbeiðsplássinum. Talgilda kortið kann brúkast eins og vanlig gjaldskort í øllum handlunum í SMS, og nýtslan umframt restupphæddin kann avlesast beinleiðis á heimasíðuni www.sms.fo. Sum nakað nýtt í ár hevur SMS gjørt tað soleiðis, at gávuupphæddin nú kann vera úr 50 krónum heilt upp í 3.000 krónur. – Vit hava gjørt eina nýggja tvíflís við myrkum breyði, sum er eitt sindur sunnari enn tær vanligu tvíflísarnar, ið vit kenna, siga tey í Stóragarði. Í Stóragarði ynsktu tey at gera eitt langbreyð, sum bæði var sunt og vælsmakkandi, og tað hevur bakarin í Mylnuni so ment til hesa tvíflísina. – Ein skundverður er skjótur, og nú fært tú ein skundverð, sum er sunnur og samstundis ein sansilig uppliving. Eitt nú fæst tvíflísin við føroyskum laksi, ið jú er skýrdur at vera millum heimsins bestu, so alt í alt er talan um eina veruliga dygdarvøru. Umframt at fáast við føroyskum laksi sum viðskera, fæst tvíflísin hjá Stóragarði eisini við høsnarunga, skinku ella roastbeef sum viðskera. – Vit hava gjørt hetta, tí at eftirspurningurin eftir sunnum skundverðum er stórur, og vit vita eisini, at rákið í samfelagnum er, at fólk fegin vilja hava nakrar sunnar valmøguleikar, tá ið tey skulu hava okkurt skjótt at eta, siga tey í Stóragarði. Nýggja tvíflísin hjá Stóragarði fæst í Miklagarði, Mylnuni og í Bónus-handlunum kring landið, tó ikki hjá Bónus í Suðuroy. – Og talan er um eina fríska vøru, sum verður koyrd nýgjørd út til handlarnar hvønn dag, upplýsa tey hjá Stóragarði. GÁVUKORTIÐ ER EIN UPPLØGD JÓLAGÁVA NÝTT SUNT LANGBREYÐ FRÁ STÓRAGARÐI Talgildu gávukortini, sum SMS selir, er ein uppløgd jólagáva hjá bæði einstaklingum og fyritøkum at lata Í Stóragarði í SMS hava tey nú ment eina nýggja tvíflís við myrkum breyði og fýra ymiskum sløgum av viðskera FÓLK VILJA HAVA SUNN BREYÐ Høvuðsbakarin í Mylnuni, Eirikur Magnussen, hevur ment nýggja breyð til tvíflísina hjá Stóragarði. Hann sigur, at í dag vilja fólk hava sunnari og sunnari breyð – Hetta breyðið, sum vit nýta til tvíflísina, er rættiliga sunt. Har er millum annað rugmjøl, hørfrø, hveitikjarnir og sólkjarnir í breyðnum, og feittinnihaldið er bara 2,6 prosent, greiðir Eirikur Magnussen frá. Hann sigur, at fólk í dag í alsamt størri mun vilja hava sunnari og grovari breyð. – Tað er nógv broytt, og rákið er, at fólk vilja hava sunnari vørur. Sølan av franskbreyðið er eisini minkað heilt nógv seinnu árini, meðan tað grovara breyðið selir meiri og meiri. Tað er serliga tað yngra ættarliðið, sum vil hava tær sunnaru vørurnar, sigur hann.