Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-01, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 2015síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

LÝSINGABLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM 2. DESEMBER 2015 8 – Tað er einki at ivast í, at mótin í ár er at brúka náttúrulitir, og at man pyntar jóladekoratiónirnar við ymiskum úr náttúruni. Yvirhøvur er mótin, at man brúkar lutir til pynt, sum man finnur úti í náttúruni. Tað kann til dømis vera mosi, bummullsgreinar og ymiskt annað. Hinvegin brúka vit ikki so nógv grann í ár, sum man annars vanliga hevur brúkt, greiðir Kathe Dahl Frederiksen frá. Hon sigur, at hóast náttúrulitirnir eru ógvuliga nógv frammi í ár, so er klassiski reyði liturin framvegis nógv brúktur, og tað sama er galdandi fyri gull og silvur pyntilutir. – Men tað heilt villa í ár er at brúka svart, og at blanda tað saman við ymiskum náttúrulitum. Tað eru hesir litirnir, ið hava selt mest í ár, og tað er veruliga eitt hitt í ár at brúka hesar litirnar, sigur Kathe Dahl Frederiksen. Føroyingar fylgja við mótanum Yvirhøvur heldur Kathe Dahl Frederiksen, at man kann lýsa pynti- og dekoratiónsmótan til jóla í ár við, at hann er ráur og rustikkur. – Men tá ið tað er sagt, so er sjálvandi eisini glimmur við, og kúlurnar eru framvegis ein fastur partur av jóladekoratiónunum. Hinvegin er tað í dag als ikki eitt ”must”, at man hevur eina sloyfu á dekoratiónini, sigur hon.’ Hon er komin til Føroya í summar úr Danmark, og hon er bilsin yvir, hvussu jaligir føroyingar eru fyri nýggja rákinum. – Eg eri yvirraskað av, at náttúrulitirnir selja so mikið væl í Føroyum. Áðrenn eg kom til Føroya, hevði eg fingið at vita, at føroyingar vóru rættiliga siðbundnir, men tað má eg bara siga, at tað eru teir als ikki. Føroyingar eru ordiliga við uppá mótan. Til dømis selja náttúrulitirnir nógv betri enn til dømis reyði liturin, sigur Kathe Dahl Frederiksen. Hon sigur, at tað var óvæntað fyri hana, men samstundis er okkurt siðbundið, sum framvegis selir ótrúliga væl. – Taka vit til dømis kendu plantuna, jólastjørnan, so er hon ein sikkur vinnari, sum selir framúr væl, sigur Kathe Dahl Frederiksen, leiðari í Fípuni. NÁTTÚRULITIRNIR SELJA BEST Í ÁR Leiðarin í blómuhandlinum Fípuni í Miklagarði, Kathe Dahl Frederiksen, er bilsin av, at jóladekoratiónir við náttúrulitum selja so væl, sum tær gera í ár