Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskifti redaktørur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 4. desember 2015 Pensjónistar eru í øðini inn á lands­ stýr­ið, sum ætlar at broyta fólka­pen­ sjón­ina Tað er ikki hissini orðadráttur, sum er mill­ um landsstýrið og Landsfelag Pensjónista í hes­um døgum, nú landsstýrið ætlar at broyta fólka­pen­sjón­ina soleiðis, at Samhaldsfasti verð­ur størri og týdningarmiklari partur av sam­laðu pensjónini. Fyri uttanfyristandandi tykist løgið, at eitt landsfelag fyri pensjónistar og eitt landsstýrið, sum hevur í hyggju – alment í øllum føum – at bøta um og hækka pen­sjón­ ir­nar í síni heild, ikki kunnu tosa hampuligari saman. Formaðurin í landsfelagnum sigur, at hann trýr ikki tølunum hjá landsstýrinum, og at tað ikki hevur eydnast politikarum at sannføra pensjónistarnar um, at tað er satt, sum teir siga. Altso ein rættiliga beinleiðis ábending um, at pensjónistarnir halda, at politikararnir lúgva. Sambært Eyðgunn Samuelsen, almanna­ ráð­frú, so er tað eitt greitt endamál hjá landss­ týri­num at tvinna fólkapensjónina saman við Sam­halds­fasti, so Samhaldsfasti gerst ein meira týðandi partur av fólkapensjónini. Tað átti ikki at komið sum eitt yvirraskilsi hjá pensjónistunum, tí tað er júst tað, sum er endamálið við Samhaldsfasta og sum var orsøkin til, at grunnurin var settur á stovn fyri 25 árum síðani. Landsstýriskvinnan sigur eisini, at tær broytingar, sum verða gjørdar nú, eru fyrr fyrra stigið fyri at tryggja pensjónistum, at teir hava meira eftir til nýtslu, enn teir hava havt, áðrenn pensjónnýskipanin næsta ár skal fáa alla pensjónsskipanina í eina fasta legu. Tað er sjálvsagt gott, at landsstýrið fær mót­spæl og konstruktivan kritikk. Men vit eiga tó at leggja dent á, at ein pensjónsskipan ikki bara skal hava atlit til pensjónistarnar í dag. Hon skal so sanniliga eisini hava at til okk­um, sum yngri eru, og sum í framtíðini verða pensjónistar. Vit mugu hava eina hald­ føra skipan, sum vit við vissu kunnu siga fer at nøkta tørvin í framtíðini. At styrkja Samhaldsfasta og gera hann til ein nógv størri og nógv týdningarmiklari part av samlaðu pensjónskipanini er ein skila­góður máti at loysa trupulleikan uppá, so at Samhaldsfasti og fólkapensjónin sam­an verður grundsúlan hjá komandi pen­sjón­ist­ um, ið sum í­skoyti kunnu tekna sær per­són­lig­ar pensjónir. Við at strika eitt reytt orð góðtók Fólkaflokkurin Samhaldsfasta í 1991 Viðhvørt er politikkur ein spurningur um orð. Tað kundi Marita Petersen, sála, staðfesta ein leygardag seinnapart á Gamla Apoteki í jan­u­ar­mánaði í 1991. Samgongusamráðingar vóru millum Javn­ að­ar­flokkin og Fólkaflokkin, sum einsamallir kundu skipa eina 17-mannasamgongu. Ein avbjóðing var Sahaldsfasti Ar­beiðs­ markn­að­ar­grunn­ur­in, sum Javn­að­ar­flokk­ ur­in vildi hava settan á stovn. Men tað vildi Fólka­flokk­urin ikki. Tí var ein bólkur við tveim­um umboðum fyri hvønn flokkin sett­ ur. Fyri Javnaðarflokkin Marita Petersen og Jó­annes Dalsgaard og fyri Fólkaflokkin Óli Breck­mann og John Petersen. So er tað, at Marita Petersen spyr, hvat tað er, sum teir ikki kunnu góðtaka við grunn­i­num. – Jú, tað er hatta ljóta sos­ ial­ist­iska orðið »sam­halds­fasti« og sovorðið for­ b....ð sosi­al­istkt tvætl, svar­ar Óli Breck­mann. – Nå, sig­ur Marita Pet­ersen. – Hvat so, um vit strika orðið »sam­halds­ fasti« og bara kalla grunnin »Ar­beiðs­markn­ að­ar­eft­ir­løn­ar­grunn­urin«? – Ókey, svaraðu Óli Breckmann og John Pet­er­sen. Soleiðis varð avgjørt at seta á stovn Sam­ halds­fasta Arbeiðsmarkanðargrunnin, sum í ver­u­leikanum ikki eitur »Samhaldsfasti«, men »Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnur in«. Myndin omanfyri er frá 1911 uttan fyri Gamla skúla í Fuglafirði. Komandi mikudag klokkan 17 letur upp ein forvitnislig framsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði við fotomyndum av skúlabørnum frá gamalri tíð og nýggjari tíð. Fleiri av hesum myndum koma við í søgubókina, Fuglafjarðar søga, sum Steffen Stummann Hansen er í fer við at skriva. Petur Martin Petersen og Steffen Stummann Hansen fara at siga frá myndunum. Samhaldsfasti skal styrkjast Sýna fram skúla­myndir Ribarhús í Fuglafirði lógbrótari ella lógarsmiður? Les eisini blaðið á telefonini Loynilig semja um eina kenda ósemju Helgi Abrahamsen Tíðargrein síða 26-27 Alt var fuglar á takinum Frank Davidsen Kjak síða 29 Visti tú? At arbeiðsloysið minkar og er komið niður á 2,5 prosent? Fríggjadagin viðgekk Bill Justinussen av tingsins røðarapalli beinleiðis lógarbrot »Tíverri var eg noyddur at fara út at flyta mær parkeringsskivuna« Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Eitt sosialistiskt orð Tí góðtók Fólka­flokkurin Samhaldsfasta