hósdagur 3. desember 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 140
4
Sæð á Facebook:
»Eldri fólk sleppa ikki at doyggja, sum tað verður pjøssað upp
á tey. Og hetta er sama ættarliðið, sum hevur livað av grind og
spik og nógvum sukri í hvønn einasta te og kaffimunn og tey
allarflestu ganga við handilstonnum.«.
Mánadagin fer føroyski opera
sangarin, Rúni Brattaberg, á pall í
víðagitna operahúsinum, Chicago
Lyric Opera, í Chicago
Har hevur hann ein
leiklut í operuni, Bel
Canto, sum verður
frumframførd
hendan dagin. Tað
er heimsgitni tóna
smiðurin, Jimmy
Lopez, úr Peru, sum hevur skrivað
tónleikin.
Við sínum 3563 sitiplássum, er hetta
operahúsið eitt av kendastu operum í USA
og í fyrstu framførsluni var tað operadivan,
Maria Callas, sum sang í leiklutinum, sum
Norma í operuni vid sama navni.
Í operuni, Bel Canto, er Rúni Bratta
berg, sovjettiski embætismaðurin, Victor
Fyodorof. Operan byggir á kendu skald
søguna, Bel Canto, hjá amerikanska rit
høvundanum, Ann Patchett.
Skaldsøgan, sum kom út í 2001, og
hendingarnar í henni byggja á Limakrepp
una í 1996-1997, tá ið ein uppreistrarbólkur,
ella yvirgangsbólkur, herjaði japansku
sendistovuna í peruanska høvudsstaðnum,
Lima, og helt leiðarar og politikarar til
gíðsla í fýra mánaðar.
– Frásøgan lýsir, hvussu álopsmenn og
gíslar megna at liva saman, og hvussu vina-
og kærleiksbond kunnu verða knýtt, eisini
undir slíkum umstøðum
Ein av gíslunum er sovjettiski em
bætismaðurin, Victor Fyodorov, sum Rúni
Brattaberg spælir.
Í operuni syngur Rúni Brattaberg
saman við sangarum úr USA, Suðurkorea,
Ecuador, Sudurafriku og úr Japan. Og í
sínum leikluti tekur Rúni Brattaberg, tað
djúpa E´ið samfullar 39 ferðir. Operan
verður framførd nú í desember, og í januar.
Hægsti rættur í Suðurafrika
umgjørdi hósdagin dómin, sum
Oscar Pistorious fekk í fjør
Suðurafrikanski
rennarin, eisini
nevndur Blade Runner,
varð fyrr í ár dømdur
fyri óviljað manndráp
av unnnustu síni,
Reevu Steenkamp.
Ákæruvaldið kærdi dómin til hægstarætt,
sum nú hevur givið ákæranum viðhald.
Hægstarættsdómarin metti, at dómstól
urin hevði sæð burtur frá avgerandi prógv
um í upprunaliga rættarmálinum. Tí má
ein nýggj rættarsak til fyri at avgera, um
Oscar Pistorius skal dømast fyri tilætlað
manndráp.
Fyrrverandi olympiski rennarin, sum er
heimskendur, tí at hann nýtir beinprotesir,
varð handtikin eftir at unnusta hansara,
Reeva Steenkamp, var funnin dripin í
baðirúminum í húsi hansara í Pretoria.
Oscar Pistorius vildi vera við, at hann
handlaði í sjálvverju, tá hann skeyt
gjøgnum eina afturlatna hurð, tí hann helt,
at innbrotstjóvar vóru í baðirúminum.
Hann bleiv ákærdur fyri morð, men ein
dómstólur fríkendi hann fyri bæði morð og
tilætlað manndráp, men dømdi hann fyri
óviljað manndráp. Dómarin metti, at Oscar
Pistorius hevði handlað í ósketni, tá hann
skeyt og drap Reevu Steenkamp.
Hann varð dømdur fimm ára
fongsulsrevsing. Oscar Pistorius var
royndarleyslatin úr fongslinum í august,
og eftir ætlan skuldi hann sita restina av
dóminum í húsavarðhaldi.
Nú hevur Hægsti rættur so kolldømt
avgerðina, og tí er neyðugt við einum
nýggjum rættarmáli.
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
5-10 m/s
8 m/s
13-18 m/s
18-23 m/s
13-18 m/s
Fríggjadagin verður strúkur í vindi upp í skrið
av útsynningi, 13 til 18 m/s, sum eitt bil
makar eitt sindur, men seinnapartin snarar
í ein sunnan og øtlar aftur. Fyrst ælingur,
men sólglottar, seinni samdrigið og regn. Um
náttina verður sum frá líður hvassur vindur
upp í storm av vestri og útynningi, við hørðum
hvirlum. Tað klárar í, tó nøkur æl. Hitin alt
samdøgrið millum 3 og 7 stig.
Sunnudagin verður strúkur í vindi upp
í skrið av vestri og útnyrðingi, 13 til
18 m/s, sum spakuliga makar og út
á náttina verður lot til andøvsgul av
ymsum ættum, undir 8 m/s. Samdrigið
og ælaveður, partvís við heglingi ella
vátaslettingi, um náttina yvirhøvur turt.
Hitin millum 2 og 5 stig, um náttina í
støðum niður í frostmarkið.
Mánadagin verður lot til andøvsgul
av ymsum ættum, undir 8 m/s, seinni
strúkur í vindi upp í skrið av eystri, 13
til 20 m/s. Yvirhøvur skýggjað og sum
frá líður regn av suðri. Hitin millum 3
og 6 stig.
Týsdagin verður allarhelst strúkur í vindi
upp í skrið av norðri, 13 til 20 m/s, í
støðum upp í storm, 23 m/s, sum seinni
makar niður í gul til stívt andøvsgul.
Skýggj að og regn ella ælaveður, sum frá
líður váta slettingur ella kavi, seinni turt og
tað klárar í. Hitin millum frostmarkið og
trý hita stig, um náttina frost fleiri staðni.
Leygardagin verður skrið ella stormur
av útsynningi og vestri, 18 til 23 m/s,
eitt bil upp í hvassan storm í støðum, 25
m/s, við hørðum hvirlum, sum um náttina
snarar í ein útnyrðing og vestan og makar
nakað. Samdrigið og nógv æl, møguliga við
heglingi ella vátaslettingi. Hitin alt døgnið
millum 2 og 5 stig.
Vikan ið fór
Um orðið »umboðsmaður« sigur Sprotin:
umboðsmaður
k41
1 maður við umboði (at gera e-t vegna annan el.
onnur), umboð (2), sendimaður, fulltrúi, felagið
sendir ein umboðsmann á fundin; ~ fyri donsku
stjórnina; ríkisumboðsmaður; løgtingsins ~
løgfrøðingur ið hevur eftirlit við at tað almenna
heldur galdandi lógir og reglur
2 maður ið hevur rætt at selja ávísa vøru
3 (gl.) maður ið hevur jørð í hondum fyri annan
Mikið rumbul var í tinginum, tá ið starvið
sum Løgtingsins Umboðsmaður skuldi setast.
Hesaferð vóru 22 atkvøður fyri, 8 blankar og
tríggjar ímóti. Sólja í Ólavsstovu er sosatt
sett sum Løgtingsins Umboðsmaður í fimm ár
afturat
Pál Joensen megnaði at
svimja seg í finaluna í
1500 metra frí í Ísrael,
har kappast verður
í EM á stuttgeil.
Pensjónistafelagið er í
øðini inn á samgonguna,
nú ætlanin er at lækka
grundupphæddina í
fólkapensjónini, meðan
útgjaldið í samhaldsfasta
veksur. Ein yvirlýsing er
send frá landsfundi hjá
pensjónistafelagnum og
tosað hevur verið um at
stovna egnan flokk.
Seinastu vikuna hava fleiri
stovnar og onnur upplivað,
at tey eru vorðin útsett
fyri sokallað netálop,
har roynt hevur verið at
lagt teirra heimasíður og
servarar lamnar. Fleiri
álop væntast í framtíðini
StÍF vann í kvøld botndystin
móti VB mikukvøldið og
sostatt liggur VB nú aftast
í bestu hondbóltsdeildini
hjá kvinnum.
Hetlendingar gera enn eina
roynd at fáa Norrøna at
leggja at landið í Hetlandi.
Hildið verður, at tað er púra
ørt, at Norrøna siglur beint
framvið fleiri ferðir um
vikuna, uttan at leggja at.
»Løgtingsins
Umboðsmaður«
Vágbingur á pall í heimskendum operahúsi
Pistorius kortini sekur í manndrápi
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
milliónir fólk missa síni hús, um
miðalhitin í heiminum veksur við
fýra stigum og vatnstøðan
harvið veksur.
627
MANGT OG HVAT
Visti tú?
Tørvurin at søkja um
jólahjálp frá »Í menniskjum
góður tokki« verður væntandi
størri í ár enn undanfarin ár.
330 hava longu søkt um
hjálp í ár.