Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 140 6 NARKO VAKSANDI NØGDIR AV LÍVS­ HÆTTIS­LIGUM RÚSEVNUM Narkodeildin í Føroyum BARBARA HOLM T að er týsdagur og vindurin blæsur harðliga kring bygningarnar Yviri við Strond, har løgreglan nú heldur til. Á triðju hædd í svarta bygn­ inginum vera vit boðin innum hjá narkodeildini, har Jan Johannesen, deildar­leiðari og ein narko­løgreglu­ maður sita. Á borðinum liggja ymiskir lutir, sum tey flestu okkara ivaleyst halda vera púra óskaðiligir. »Frímerkir eru trupul at steðga«, siga teir báðir, tá ið teir stutt skulu greiða frá tí, sum liggur á borðinum. Frímerki? Ja, tað kalla teir tað – hesi evarska lítlu pappírspettini sum – um tú hyggur nóg tætt – eru merkt við bók­stav­unum LSD. Í glitrandi silvur­ posum verða pettini send til Føroya. Og síðani etin við tí fyri eyga at fáa ein 5-6 tímar langan rús – kanska upp í 10-12 tímar alt eftir nøgd. »Hetta er hallusinerandi, meðan til dømis hassj er avslappandi«, greiða teir frá. Orsøkin til vitjanina hendan dagin er, at tað frættist úr ymsum heraðs­ hornum í landinum, at rúsevnis­ marknað­urin í Føroyum er broyttur radikalt. Og júst hetta er eisini orsøkin til, at narkodeildin vil seta orð á avbjóðingar og vandamál innan hetta skaðiliga økið, nú vit skriva 2015. Og trupulleikin tykist vera – eins og kanska við mongum øðrum í sam­ felagnum – teir sosialu miðlarnir. Tað byrjar á Facebook. Hvør er bakmaðurin? Fyri bert nøkrum árum síðani, var hetta spurningurin, sum narkodeildin til eina og hvørja tíð leitaði eftir svar­ inum uppá. Hvør er tað, sum er ovast­ ur í rúsevnishierakinum, og smuglar rús­evnini til Føroya? Fangaði tú ein bakmann, ja so var ein stórur sigur vunnin tann dagin. Men soleiðis er ikki í dag. – Í dag hava vit ikki bakmenn á sama hátt. Tað er ikki eins organi­ serað, sum tað hevur verið. Í dag bíleggja fólk bara smærri nøgdir á net­inum, og senda til onkra adressu, greiður Jan Johannesen frá. Endamálið við tí er ivaleyst, at revsingin er tað minni, tí nøgdirnar eru smáar. Og tað er trupult at finna prógv fyri hvør hevur keypt rús­ evnini. Á Facebook eru loyniligir bólkar, har fólk kunnu keypa sær eitt hvørt, og fáa tað sent til dyrnar. Løgreglan hevur ikki loyvi til at fara inn á loyn­ iligar Facebook bólkar, og tí er vón­ leyst at steðga aktivitetinum har. Samstundis er ein avleiðing av hesum, at tey rúsevni, sum gera um seg aðrastaðni, eisini hava funnið sín veg til Føroya. Vit kunnu bara hyggja eftir styrki­kappingum og stað­festa, at mang­ur maður er óskiljandi stórur« – Nýggja rúsevni MDMA er bert eitt av teimum lívshættisligu rús­ evnunum, sum vit síggja meira og meira av. Ansa vit ikki eftir, so er tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn rúsevnini taka lívið av onkrum, sigur Jan Johannesen, leiðari á narkodeildini hjá løgregluni. Framhald á næstu síðu – Vit síggja, at hassj planturnar í Skandinavia nú byrja at gerast sterkari og sterkari, og samansetingin av sjávum rúsevninum í plantini verður øðrvísi, sigur Jan Johannesen