hósdagur 3. desember 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 140
8
NARKO
MDMA – tað nýggja ecstasy
Í Danmark eru miðlar og myndug
leikar á gosi um nýggja rúsevni, sum
hevur tikið lívið av fleiri unglingum
– seinast einari 19 ára gamlari gentu,
sum doyði av hjartasteðgi. MDMA er
nýggja rúsevni, og talan er um eina
konsentreraða nøgd av tí rúsandi
evninum, sum er at finna í ecstasy
tablettini. Men í ecstasy tablettum
er støðan tann, at ein partur er tað
rúsandi evnið, meðan ein partur er
ymiskt annað, sum er tilsett, men
ikki hevur nakra rúsandi ávirkan.
MDMA – tað er eitt rúsandi evnið,
alt sum tað er.
– MDMA er hetta, sum mest av
øllum sær út sum knúst bróstsukur,
sigur Jan Johannesen, og peikar á
lítlu posarnir við tí gulliga innihald
inum.
Men bróstsukur tapir av álvara í
prísdystinum móti MDMA, tí meðan
ein góður pakki av bróstsukri kann
keypast fyri 10-15 krónur og í ringasta
føri kann brenna tenninar, um tú ikki
bustar tær, so kostar eitt gramm av
MDMA 2-3000 krónur í Føroyum, og
kann kosta tær lívið.
MDMA virkar á tann hátt, at fyri
ein nýbyrjarar skal lítið til fyri at
merkja fyrsta rúsin, men so hvørt
sum títtleikin av misnýtsluni veksur,
veksur eisini nøgdin tú mást inntaka,
fyri at fáa sama rúsin.
– Fólk skilja ikki reiðiliga hvussu
hesi nýggju rúsevnini riggað, tí tey
eru so nýggj á marknaðinum. Men
tað er bara ein spurningur um tíð,
áðrenn MDMA tekur lívið av onkrum,
sigur Jan Johannesen.
Í 2012 fann løgreglan eina sera
stóra nøgd av MDMA ávegis inn til
Føroyar. Heili 100 gram vóru steðgað
áðrenn tey fóru í umferð í Føroyum.
Og síðani er nøgdin av MDMA bara
vaksin. MDMA verður tikið antin við
at sniffa ella við at eta.
LSD frímerkini
Mest óhugnaligt hendan dagin á
narkodeildini er tann ábendingin
um, at rúsevnisframleiðarar altíð eru
eitt stig frammanfyri løgregluna og
myndugleikarnar. Júst tá ið løgreglu
hundarnir eru vandir til at finna
hassj, kokain, heroin og tey meira
»kendu« rúsevnini, ja so frættist um
okkurt nýtt, sum so at siga er vónleyst
at lukta seg fram til.
Eitt dømi eru tey lítlu pappírs
pettini við teimum óhugnaligu bók
stavunum. LSD er sýra, sum er kent
fyri at hava eina tilvitskuvíðkandi
ávirkan á misnýtaran. Og hetta
lítla pappíspettið á borðinum er ein
formur fyri LSD, hóast tað nú eina
mest sær út sum ja – eitt ónyttugt
pappírspettið.
– Hetta eru sterkar sakir. Eitt slíkt
pappír gevur stóran rús og hevur
stórt virði á marknaðinum, greiður
Jan Johannesen frá.
Men lítla pappírið – ella frímerki,
sum teir rópa tað – er sera trupult at
finna. Einasta orsøkin til, at løgreglan
hevur hesi pappírspettini hendan
dagin er, at tollarin varnaðist tann
tiltikna silvurgráa, glitruta pakkan,
sum smuglarar nýta, tí teir halda
silvurið ávirkar skannaran hjá toll
valdinum.
– Hetta er so ein óvanliga vakur
innpakningur, men vit síggja
mangan, at rúsevni verða send í lítl
um, silvur pakkum, tí teir halda tað
betrar um møguleikarnar fyri at fáa
tað ígjøgnum tollvaldið, greiður Jan
Johannesen frá.
Eisini hesi lítlu frímerkini eru
vaksandi í tali í Føroyum. Pappírið
við tí ógvusliga rúsinum, er trupult
at finna.
– Tá vit fanga relativt stórar nøgdir
av slíkum rúsevnum, so kann ein ikki
annað enn undrast yvir hvussu stórar
nøgdir so sleppa ígjøgnum óupp
dagaðar, sigur Jan Johannesen.
Trupult hjá narkodeildini
Í heilum økist talið av nýggjum rús
evnum, sum bakmenn í útlandinum
framleiða við tí fyri eyga, at sleppa
rundanum løgregluna. Men fyri
narkodeildina er eingin ivi – nú er
størsta orsøk nakrantíð, til at ansa
eftir hvat ein koyrir í kroppin.
– Hesi rúsevnini eru nýggj, og
vit ána ikki hvussu tey útvikla seg.
Dagsins misnýtarar eru í veruleik
anum royndarkaninir hjá framleið
arunum, sigur Jan Johannesen.
Hann vísur á, at tey »gomlu« rús
evnini, so sum kokain, heroin, ecstasy
og líknandi er nærum horvin av
marknaðinum, og tey nýggju, syn
tetisku rúsevnini hava tikið teirra
stað.
Samstundis hevur hassj – tað mest
vanliga rúsevni í Føroyum – broytt
skap og gerst sterkari fyri hvørt ár.
– Vit síggja, at hassj planturnar
í Skandinavia nú byrja at gerast
sterkari og sterkari, og samansetingin
av sjávum rúsevninum í plantini verð
ur øðrvísi. Tí er tað størri vandi fyri,
at tað útloysir eina rúsevnispsykosu.
Til síðst verður hassj neyvan eitt av
slappandi rúsevni, men heldur eitt
upplívgandi, sigur Jan Johannesen.
Og narkohundarnir – ja, teir hava
ongan kjans at vera til reiðar til øll
tey nýggju rúsevnini, sum koma inn
í landið.
Steoridir floyma í
føroyskum venjingar
miðstøðum
Hendan dagin hjá narkodeildini er
eisini eitt annað ólógligt evni á borð
inum, sum mest av øllum sær út sum
ein púra vanligur heilivágspakki, sum
er keyptur á Apotekinum. Men tað er
als ikki hetta, sum talan er um.
Steoridir eru í pakkanum – tað
dopingevnið, sum fær kroppin at
vaksa skjótt og effektivt, er eisini
meira og meira at síggja í Føroyum.
– Vit kunnu bara hyggja eftir
styrkikappingum og staðfesta, at
mangur maður er óskiljandi stórur,
sigur Jan Johannesen.
Steoridir hava ikki eina rúsandi
ávirkan á misnýtaran, men innan
eitt longri tíðarskeið eru hjáárinini
av steoridu misnýtslu minst líka
umfatandi.
– Steoridir gera teg illan, uppfar
andi og sum heild kanst tú broyta
persónligheit. Og tað er minsti skaðin,
sigur Jan Johannesen.
– Umframt hetta vera yrkisgøgn
sera ávirkað av steoridmisnýtslu,
og misnýtarar av hesum slag vera
mangan hart raktir av øllum hugs
andi sjúkum, eftir nøkur ár við
evninum í kroppinum, sigur Jan
Johannesen, áðrenn hann pakkar
rúsevniskollektiónina niður aftur í
hølir hjá narkodeildini. Seinni verða
tey send niðan á Sandvíkahjalla til
burturbeiningar.
Tað er eingin ivi um, at avbjóð
ingarnar hjá narkodeildini broyta
skap so hvørt, sum tøknin handan
rúsevnisframleiðslu verður betur. Og
samstundis eru teir sosialu miðlarnir
eitt skaðiligt forum, tí kanska fólk ikki
viðurkenna álvaran í tí, tey gera, tá ið
tey trýsta á »send« knøttin, og harvið
játta keyp av ólógligum rúsevnum.
– Okkara størsta ynski er, at fólk
fara at hugsa seg um, tá ið tey royna
eitt hvørt. Tú veitst ikki hvussu rús
evnir ávirka teg, tú veitst ikki hvussu
álvarsamt tað er, og seljararnir gera
sjálvandi alt fyri at selja tær tað, sigur
Jan Johannesen.
Hann vónar, at føroyskir ung
dómar ikki lata seg lokka av spenn
andi heimasíðum, glitrunum pakkum
og góðum tilboðum á netinum, tí
eingin ivi er um, at við nýtslu av
MDMA ella øðrum rúsevnum – ja so
setur tú lívið uppá spæl. Hvørja ferð.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
»Okkara størsta ynski er, at fólk fara at hugsa seg um,
tá ið tey royna eitt hvørt. Tú veitst ikki hvussu rúsevnir
ávirka teg, tú veitst ikki hvussu álvarsamt tað er, og
seljararnir gera sjálvandi alt fyri at selja tær tað«
Á borðinum á narkodeildini hjá politinum liggja ymiskir lutir,
sum tey flestu okkara ivaleyst halda vera púra óskaðiligir.
MYND: ÁLVUR HARALDSEN