hósdagur 3. desember 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 140
14
TEMA Fátækadømi
– Eg plágaði lívið av mammu, men
fekk ongantíð Danino jogurt, minnist
eg, sigur Elisabeth flennandi. Í dag
veit hon, at eydnan neyvan verður
fullkomin av einum ávísum slagi av
jogurti, men tá ið tíðini var tað hart,
at ongantíð vera sum hini børnini.
– Mamma royndi at finna hald
góðar grundgevingar fyri, hví eg ikki
kundi fáa hatta vælsignaða jogurtið,
sum tey flestu børnini taka fyri givið.
Men orsøkin var púra einføld – vit
høvdu ikki ráð til tað, sigur Elisabeth.
Og soleiðis vóru øll barnaárini.
Elisabeth var ongantíð tann, sum
var ílatin smart, nýggj klæði. Gentan í
grannahúsinum lænti henni klæði, og
skuldu klæði keypast, so var tað so at
siga altíð í endurnýtsluhandlum. Tað
viðførdi, at Elisabeth av útsjónd var
øðrvísi enn hini børnini í skúlanum.
– Eg varð illa happað øll árini, tí eg
var so nógv øðrvísi. Var altíð í øðrvísi
klæðum, átti ongantíð tey røttu ting
ini, og var í allar mátar øðrvísi enn tey,
greiður Elisabeth frá.
Hvørt ár slapp Elisabeth tó at
halda føðingardag. Men kostnaðurin
var ongantíð hægri enn 400 krónur
fyri dagin, og tað spardu tær báðar
saman til í fleiri mánaðir.
Húsakuldin stendur
rimmarfast í minninum
Tá Elisabeth var 9-10 ára gomul, var
tíðin komin til, at hon mátti klára
seg sjálva nakrar tímar um vikuna.
Orsøkin var, at mamman varð noydd
at arbeiða yvir, tí annars fingu tær
ikki endarnar at røkka saman.
Onkuntíð var Elisabeth hjá onkrari
vinkonu, men tær báðar høvdu onga
familju í Føroyum um tað mundið, og
tað viðførdi, at Elisabeth mátti klára
seg sjálva.
– Mamma gav mær eitt nummar
at ringja til og segði, at hon kom
beinan vegin heim, um eg hevði tørv
á henni, minnist Elisabeth.
Hendan hendingin og minnini
frá skúlaárunum renna fram fyri
Elisabeth, tí í dag veit hon, hvat tað
veruliga merkti. Men tað var ikki fyrr
enn støðan gjørdist meira álvarsom,
at Elisabeth veruliga varnaðist, at
hennara familja ikki var sum aðrar
familjur. Eitt var, at mamman var
noydd at arbeiða yvir, at hon ikki
var ílatin eins og hini, og at hon ikki
altíð kundi fara í barnaføðingardag.
Men tann dagin, tá ið veruleikin veru
liga rakti Elisabeth, var tá tær báðar
máttu sita kaldar eitt heilt vikuskifti.
Streymurin hevði verið slitin áður
orsaka av eftirstøðu, men hesaferð
var øðrvísi.
– Mamma fór í panikk, tí tað var
fríggjadag seinnapart, at tey slitu
streymin, greiður Elisabeth frá.
Mamman hekk í telefonini í
nakrar tímar, og fekk at enda bankan
at góðtaka eitt minni trot. Men tá
var nakað seint, og SEV fekk ikki
tendrað fyri streyminum aftur fyrr
enn mánadagin.
– Tað var eitt ótrúliga løgið viku
skifti. Tá vit fóru í song, vóru vit ílatn
ar troyggjur, tríggjar buksur hvør, og
lógu ballaðar í øllum vit áttu. Tað var
nakað so kalt, minnist Elisabeth.
Kuldin var ikki blíður. Tað var í
november mánaður, og eftir bert
nakrar tímar uttan streym, var húsið
bítandi kalt.
– Tá oljan varð uppi kundu vit altíð
sita frammanfyri ovninum og fáa
hita tann vegin, men tá streymurin
varð slitin, var einki at gera fyri at fáa
hita, sigur Elisabeth.
Hetta vikuskiftið var eisini merkt
av fjáltri. Mest av øllum fyri, at mat
urin skuldi spillast.
– Vit bóru allan matin úr køliskáp
inum út í kavan, so at hann ikki skuldi
spillast. Vit høvdu ikki ráð til at keypa
nýggjan, um so var, sigur Elisabeth.
Tá varnaðist Elisabeth av álvara,
at tær báðar vóru fátækar.
Mistu húsini
Tá Elisabeth var ungur tannáringur,
misti mamman arbeiði. Tá byrjaði av
álvara at rapa undir lítlu familju. Var
tað torført at fáa endarnar at røkka
saman áðrenn, so var tað hvanna
verri uttan mánaðarliga inntøku.
Og í 2008 varð heimurin hjá teim
um báðum endavendur.
Ein maður bankaði á dyrnar ein
dagin og kravt var, at tær báðar seldu
húsini.
– Hann var í svørtum klæðum og
sá grummur út. Eg minnist tað sum,
at hann hevði sera vemmilig eygu,
sigur Elisabeth.
Mamman gjørdist sera kedd og
vónbrotin, og sama við Elisabeth.
– Eg bara græt tann dagin, tí eg
visti ikki hvat nú fór at henda okkum,
minnist hon aftur á.
Tær báðar vóru noyddar at sleppa
sær av við barndómsheimið hjá
ommuni og abbanum, og fluttu í eini
smærri hús á Kaldbak.
Elisabeth minnist, at mamman
ongantíð kærdi sína neyð um støð
una, men kortini visti ungan kvinnan,
at okkurt var áfatt.
– Mamma segði mær ikki hvussu
illa stóð til við húsunum, fyrr enn
hasin maðurin kom inn. Men eg
hevði varugan av, at tað støðan var
sera vánalig, eftir at mamma misti
arbeiði, sigur Elisabeth.
Tær báðar trivust tó væl í nýggju
heimbygdini, sum tær bert búðu í, til
kommunan játtaði stuðul til familj
una, so Elisabeth slapp á eftirskúla
í Danmark.
Tey bjargaðu jólunum
Elisabeth og tey stúrdu mangan fyri
jólunum. Tað er árstíðin, tá ið mangar
familjur hava alskyns mat og drekka,
nógvar karamellur og góðgæti og
alskyns hugna av hesum og hasum
slag.
Hugnan høvdu tær báðar eisini,
men verri var við jólamatinum og
jólagóðgætinum. At finna pening til
sjálvan jólamatin var torført, tí ein
dunna kostar nógv. Og ikki at tala um
alt tað, sum skal serverast afturvið
dunnuni.
– Eg minnist væl tey fyrstu jólini
vit fingu hjálp. Beint áðrenn høvdu
vit tosað um, hvørt vit fóru at hava
ráð til dunnuna. Og brádliga stóð
hann har, minnist Elisabeth.
»Hann« er Leif Erik, eisini róptur
jólamaðurin. Maðurin, sum tú kanst
lesa um aðrastaðni á temasíðunum
hesaferð, savnar saman næstan út
gingnan mat, og berur út til fátækar
familjur í landinum.
– Har var ein veldig kurv við dunnu,
fleskasteik, karamellublikkum og
hvat veit eg í. Mamma fór at gráta,
so glað hon var, minnist Elisabeth.
Onkur hevði boðað Leif Eriki frá,
at hendan familjan hevði trong kor.
Og soleiðis fingu tey eini betri jól tað
árið.
Seinni komu Í menniskjum góður
tokki eisini uppí leikin. Annlis Bjark
hamar og hini í felagsskapinum góvu
Elisabeth og mammuni gávukort til
ymiskar handlar, og smærri gávur, so
sum fløgur, bøkur og líknandi, sum
tey høvdu fingið frá fólki og felags
skapinum.
– Hasar 500 krónurnar í gávu
kortið frá P.E. bjargaði okkum tann
mánaðin. Vit kláraðu at keypa mat
til allan desember og jólamatin við,
sigur Elisabeth.
Tær smærru gávurnar nýttu tær
báðar til at bera víðari í gávu.
– Vit høvdu ikki altíð ráð at keypa
okkara nærmastu jólagávur, so tað
var so deiligt at sleppa at geva tær
gávurnar, sum vit fingu frá Í menn
iskjum góður tokki, sigur Elisabeth.
Sjálv fekk Elisabeth mangan leikur
og annað stuttligt frá pápanum, sum
tá búði í Danmark, meðan jakkar,
skógvar ella húgvur stóðu á menu’ini
frá mammuni.
– Eg var altíð glað fyri tað, tí eg
hevði tørv á tí, sigur Elisabeth.
Hon minnist tó aftur á tann
eina dagin – uttanfyri jóltíðir – tá
ið mamman yvirraskaði Elisabeth,
og beyð henni niðan í BR leikur.
Elisabeth hevði ongantíð eins nógvar
leikur sum hini børnini, og vanligt var
ikki, at mamman hevði ráð til ein túr í
BR. Men hendan dagin fekk hon eina
Bratz dukku.
– Tað var bara tann størsti dagurin
nakrantíð, minnist Elisabeth fegin
afturá.
Ongantíð aftur
Tá ið Elisabeth var 20 ára gomul
flutt tær báðar fyri síðstu ferð til
Danmarkar. Í dag tekur Elisabeth
einstakar lærugreinar í Aarhus, og
nú eru pengar ikki ein stórur trupul
leiki. Men kortini eru tað ávís at
ferðarmynstur, sum helst ongantíð
broytast.
– Hóast eg væl havi ráð til at keypa
mær tað eg havi hug til, so hyggi eg
kortini altíð í tilboðsbløð, og keypi
mær tey tingini, sum eg veit halda
mær longst, sigur Elisabeth.
Hvør vika í barndómsheiminum í
Føroyum byrjaði við, at Elisabeth og
mamman fóru ígjøgnum tey ymsu
tilboðsbløðini, og valdu sær út hvat
skuldi keypast tað vikuna. Tær høvdu
ikki ráð til at bróta fíggjarætlanina,
so alt var væl tilrættislagt fyri hvønn
dag í vikuni, fyri hvørja viku í mánað
inum og fyri hvønn mánað í árinum.
Og so fóru tær við bussinum í hvør
sín handil við hvør sínum lista.
Elisabeth kanska í Bónus á Óðins
hædd og mamman í Miklagarð – har
keyptu tær tað, sum avrátt var fyri
tað vikuna.
– Hakkikjøt og høsnarungabringa
uppá tilboð. Tað keyptu vit tá vit
kundu, tí tað var relativt sunnur
matur, sigur Elisabeth.
Men vanligasti kosturin var
spaghetti við spinatsós og fiska
fingrar.
Og var høsnarungi á borðinum, so
máttu tær báðar bert eta ein part, tí
høsnarungin skuldi halda til minst
tríggjar dagar.
– Sum tað er nógv broytt, staðfestir
Elisabeth.
Nú nærkast jólini aftur, og hesa
ferð verður eingin neyð hjá Elisabeth
og teimum. Umsíðir eru tær komnar
burturúr fátækadøminum, og í Dan
mark eydnaðist tað at fáa endarnar
at røkka saman.
Og nú jólini eru í hondum leita
tankarnir hjá Elisabeth fyrstu og
fremst til tær familjur, sum liva í
fátækadømi í Føroyum.
– Eg eri so takksom fyri, at Í menn
iskjum góður tokki og Leif Erik og
onnur eru har, og hjálpa fólki, sum
hava tørv á tí. Og trúgv mær, tað eru
fátøk fólk í Føroyum, tit síggja tey
bara ikki, sigur Elisabeth.
Hon er troytt av, at fátækadømi er
tabu í Føroyum og at eingin vil siga
sum er.
– Tað er einki pínligt í at vera
fátækur. Eg skilji ikki hví tað skal
dyljast sum mansmorð, tí høvdu fólk
sagt sum var, so vænti eg tey høvdu
fingið betri forstáilsi rundan um tey,
sigur Elisabeth.
Hon og mamma hennara koma
neyvan aftur til Føroya at búgva. Tær
eru snøgt sagt troyttar. Troyttar av at
berjast fyri at fáa nóg mikið til tann
síðsta mjólkarpakkan í mánaðinum,
til tær 20 krónurnar til føðingardags
gávur, og til alt annað vit onnur als
ikki geva okkum far um. Her er ov
dýrt, og tað er ov trupult at fáa endar
nar at røkka saman.
– Eg minnist mamma plagdi at
taka vesipappír við heim frá arbeið
num, um tað leyp av í endanum av
mánaðinum. Slíkt halda fólk er langt
úti, men vit vóru noyddar. Alterna
tivið var, at vit einki høvdu síðstu
vikuna, sigur Elisabeth.
Tað er slíkt, sum Elisabeth og
mamma hennara hava fingið ein
ótta fyri. Elisabeth var illa happað,
kendi seg uttanfyri, svav í ógvus
ligum húsakulda, varð tveitt út av
heiminum – og alt orsaka av fátæka
dømi. Tær leiktu ein harðan dyst í
Føroyum, men nú hava tær givið upp.
– Eg vænti ikki eg nakrantíð komi
aftur, sigur Elisabeth í horninum,
áðrenn hon og mamman fara út at
keypa tær síðstu gávurnar til jólini
2015 – eini jól, sum eru munandi øðr
vísi enn tey undanfarnu í fátæka
dømi.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
»Eg minnist væl tey fyrstu jólini vit fingu hjálp.
Beint áðrenn høvdu vit tosað um, hvørt vit fóru at hava
ráð til dunnuna. Og brádliga stóð 'jólamaðurin' har«
Kristina Thomsen, Elisabeth Thomsen og Ole, sjeikurin hjá Elisabeth.
MYNDIR: PRIVAT