hósdagur 3. desember 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 140
38
torshavn.fo
Broyting av byggisamtyktum
Broytingar í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu.
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og
byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á
fundi 19. november 2015 hevur samtykt uppskot til broytingar í
almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu.
Ætlaða broytingin er, at broyta ásetingarnar fyri B1 øki, kap. IV, §8,
í almennu byggisamtyktini, við at áseta mest loyvdu hædd fyri
havnaøkið.
Tilfar, sum lýsir uppskot til broyting av almennu byggisamtyktini,
liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 7. desember til og
við 4. januar 2016, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00 til
kl. 16.00.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar
kommunu skrivliga í seinasta lagi 25. januar 2016.
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í
búnum eftir Helgi
Hansen, Eyrgøta 19,
490 Strendur, føddur
tann 24.01.1984,
deyður tann
22.11.2015, verða við
hesum biðin um innan
3 mánaðar frá kunn
gerð av hesi lýsing at
boða frá og skjalprógva
krøv síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp
pr. deyðsdagin, og
sendast til advokat
Petur Even Djurhuus,
Advokatfelagið, Yviri við
Strond 4, 100 Tórshavn,
vísandi til sks.nr.
371/2015, saman við
frumriti av teimum
skjølum, sum krøvini
eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 1. december 2015.
Gleð eitt barn á jólum
Gev eina jólagávu, sum veruliga munar
Í Føroyum eru børn, sum kenna avleiðingarnar av fátækt. Tey føla tað
hvønn dag, og jólini eru serliga svár. Í felagsskapi kunnu vit geva hesum
smáu eina góða gávu og ikki minst eini gleðilig jól saman við familjuni.
Tú kanst hjálpa við at flyta eina upphædd á eina av hesum kontum:
9181 - 998.389.0
9870 - 988.447.6
6460 - 995.133.6
9865 - 988.804.1
ella við gjaldkorti á www.takk.fo
Jólini verða betri, tá ið vit hugsa um hvønn annan!
www.gevidblod.fo
Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú
teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum
ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo
Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.
Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum