Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-03, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 2015síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 140 40 L ogikkur er ikki logiskur, nú eg hugsi logiskt um júst tað. Tak bara til dømis meir­ virðisgjaldið. Tað sigst at vera 25 prosent, ja, tað stendur jú í lóg­ini. Taka vit hundrað krónur og leggja síðani meirvirðisgjaldið om­an á tær, so koma vit upp á 125 krón­ur. 25 prosent, ein fjórðingur av hundrað, eru 25, eisini í krónum, tí nú var eg so snildur at brúka júst 100 krónur í døminum. Onnur tøl hevði eg ikki megnað. Og nú kemur tað, sum er bæði ræðandi og margháttligt, ja, næstan yvir­ nátúrligt. Skalt tú hava meir­virðis­ gjaldið aftur, tað fært tú ikki, men hetta er sum sagt eitt hugsað dømi, hypo­tet­iskt, sum tey siga, skalt tú hava MVG afturborið á silvurfati við MVG, ja, so fært tú ikki 25, men bara 20 krónur. 25 prosent av 125 er 20. Ein fjórðingur gjørdist ein fimtingur. Hetta er sum hjá nýggju samgonguni, tikið við aðrari hond­ini, givið aft­ur við hinari. Samgongan er ikki komin til meirvirðisgjaldið enn. Ikki logiskt, als ikki, at MVGinn er 25 krónur og MVGút er 20 krónur. Tey, sum selja, fáa fimm krónur av meirvirðisgjaldinum í egnan lumma. Duldur stuðul, ella hvat?. Tølini eru takksom, og tey lúgva ikki altíð, hóast eitt hagtal, sum er 4, kann vera alt millum 0 og 137. Hetta er haldfør búskaparfrøði á hægri stigi enn tvey pluss tvey geva fimm komma fimm. Eitt annnað, sum heldur ikki er logiskt, er ovurhonds stóri áhugin hjá føroyskum fjølmiðlum fyri teimum samkyndu. Tí hetta at vera samkynd er ikki ein sjúka, hóast onkur hevur hug at seta ta diagnosuna og lekja hana við at vísa til aldagomul heima­ráð úr Miðeystri. Stavraðið er ov stutt til allar stytt­ ingarnar í málinum, tí eiga vit at hava allar teir bókstavir við, sum finnast á okkara leiðum. Ein ampi eitur CEF, siga tey í andstøðuni við Tinghúsvegin. Frálíkt, at vit enn sleppa at brúka bæði C og X. Seinna a, ella næsta a, er ikki a, men æ. Stuttligt hevði annars verið, um onkur setti seg at rokna, hvussu nógv, øll krøvini, sum dagliga koma frá før­ oy­ingum, kosta tilsamans, bara krøvini, sum eru komin í ár. Og síðani roknað út, hvussu langt niður um minus, niður um allar botn­ frá­dráttir, vit noyðast fyri at býta milli­ardirnar so nøkunlunda rættvíst mill­um láglønt og miðallønt og fátæk. Vit kunnu fara niður í rúgvuna av krøvum, sum eingin vil gjalda, og so als ikki tey, sum krevja. Bil­pláss til skúlabørn í Hoydølum. Sam­bært ynski­listanum frá Menta­mála­ráðnum til Fíggjar­nevndina kostar eitt bilpláss 43.636 krónur og 36,3 oyru at gera, men tá er tað eisini asfalterað. So 700 ferðir 43.636,36 kr. geva 30 milliónir og 545.452 kr., ella upp í ein posa av piparnøtum. Sum hann segði: onkur má betala. Onnur krøv eru útreiðslunoytral. 15 dagar at læra um trygd á skipum eru 12 ov nógvir. Havi ongan hoyrt krevja lív í mið­ býnum í Havn. Men kortini skulu nakrar hundrað milliónir skattakrónur brúk­ast til at gera miðbýin livandi, siga tey. Tey, sum sakna lív í miðbýnum, kunnu bara fara í miðbýin sunnunátt. Tá eru liv og glaðar stundir. Næstu ferð, vinnan velur ársins vinnu­virki, eiga tey at kjósa eitt byggi­ virki, sum dugur at raka høvdið á seym­inum so væl, at arbeiðið er liðugt, tá tað eigur at vera liðugt, og kostar tað, sum tað átti at kosta, tá sáttmálin varð undir­skrivaður, uttan at neyðugt er at gera tað mesta umaftur. Sunnudagurin 6. desember er bæði næsti og næsti sunnudagur í advent. Tað man vera bæði logiskt og skil­ víst at gevast her. Sum ein fyrrverandi starvs­felagi plagdi at siga: eingin lurtar álíkavæl. Skilvíst skilvísi í óskilinum Rógvi Biskopstø Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ viðurslønina 2012 Høgni Djurhuus Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin? – Eg hevði ein dreym um at blíva skipari, men endaði sum akademikari í Keypmannahavn. Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn? – At vit duga at multitaska. Hvat burdu børn vitað um tað at verða vaksin? – Minst møguligt, tí tann tíðin skal nokk koma. Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika? – Tá eg flutti til Beijing í vár og læs eitt semestur á Tsinghua University sum skiftisnæmingur. Enda setningin: Um eg tordi, so hevði eg… … satsað uppá at blivi fulltíðarfótbóltspælari ella rokkstjørna, men eg eri bara glaður fyri, at eg ikki gjørdi tað, tí eg hevði neyvan komið serliga langt við tí. Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað? – Um fólkaræðið sigraði á fanatismu, samstundis sum yvirgangur og kríggj fekk ein bráðan enda. Nær vart tú seinast veruliga ovfarin? – Eftir at føroyska fótbólts­ landsliðið megnaði at vinna á Grikkalandi fyri aðru ferð innan nakrar mánaðir. Tað seinasta, tú hevur lært, er… … at ofta skal man bara leypa út í tað og hopa uppá tað besta, tí tað er ofta tá, tú lærir mest. Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at… … eg ofta geri alt annað, enn eg eigi at gera – ikki minst nú eg skrivi spesialið. Enda setningin: Føroyingar áttu at… … sett prís uppá, hvussu vakrar Føroyar eru, og hvussu rein nátturan er, sum annars ikki er nøkur sjálvfylgja ein stóran part av heiminum. BAKSÍÐAN Yrki: Lesandi innan framleiðslustýring (cand. scient. tech) Bústaður: Keypmannahavn