Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. desember 2015 · Nr. 141 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 UPPSØGN Árni Gregersen Tað er fyribils farið stillisliga afturvið borðninum, at Heilsu­málaráðið herfyri sendi stjóran í Heilsutrygd, Jan Danielsen, til hús við ein­ ari meira enn vanliga góðari fráfaringaravtalu. Jam Danielsen fær fulla fráfgaringarløn umframt seks mánaðir afturat, men Jan Danielsen fer ikki form­ liga úr starvinum fyrr enn 1. februar. Kortini er stjór­ in sendur til hús fyrst í no­ vember við fullari løn til 1. februar tá ið hann formliga fer úr starvinum. Í veruleikanum fær frá­ farni stjórin 15 mánaðir løn. Hetta er ikki vanlig manna­gongd og ber boð um, at ong­in beinleiðis grund er til upp­søgnina. Fráfaringaravtalan er gjørd og undir­skrivað av báð­um pørtum. Umframt góðu fráfaringaravtaluna fær Jan Danielsen eisini 15.000 krónur til at gjalda sín­um sakførara, sum hann brúkti í málinum, við. Vit hava lisið tey skjøl, sum alment innlit er fingið í, sum hava við hetta málið at gera, og í teimum skjølum sæst ikki nakað, sum kann geva grund til at siga stjóran úr starvi. 5. juni 2015 Verður hugt eftir skjølunum í málinum, so sær út til, at málið sjálvt byrjar 5. juni, tá ið Heilsumálaráðið set­ir Heilsutrygd níggju spurn­ ing­ar. Heilsumálaráðið sigur, at nú eru fimm ár farin, síðani Heilsu­trygd fór at virka, og lógin um Heilsutrygd kom í gildi. Í tí sambandi vil lands­ stýrismaðurin hava at vita, hvussu Heilsutrygd hevur umsitið veitingarnar eftir grein 10 og grein 17 í lógini. Níggju ymiskir spurn­ing­ ar verða settir Heilsutrygd og stjóranum Jan Danielsen. Fýra spurningar eru settir um, hvussu Heilsutrygd hev­ ur umsitið grein 10 í lógini og fimm spurningar um, hvussu grein 17 í lógini verður um­ sitin. Heilsutrygd skuldi svara Heilsumálaráðnum í sein­ asta lagi 25. juni. Spurningarnir, sum eru settir, umfata serliga hjálp­ ar­ráð – eitt mál, sum Heilsu­ trygd yvirtók frá Al­manna­ stovuni longu í 2010. Lógin var nýggj og eftir svarinum frá Heilsutrygd til Heilsumálaráðið ikki líka greið á øllum økjum. Fleiri kunngerðir mangl­ aðu og mangla framvegis at gera. Manglandi kunngerðirnar hava við sær, at tað er tor­ førari at umsita lóg­ina, og tað kravdi, at viku­ligir fundir vóru mill­um Heilsu­ málaráðið og Heilsu­trygd fyrstu mán­aðirnar í 2010, eftir at Heilsutrygd hevði yvirtikið hesa umsiting frá Almannastovuni. – Tær avgerðir, sum vóru tiknar á hesum fundum, hava síðani verið fordømir fyri seinni avgerðum í mál­ um av sama slag, sigur Heilsu­trygd og stjórin Jan Dan­iel­sen. Eftir tað helt Heilsutrygd vikuligar fundir um mál av sama slag. Hetta var tey fyrstu árini, men seinni eru fundir bert hildnir, tá støða skuldi takast til trupul ella øðrvísi mál. Hvør avger hvat Verður hugt meira neyvt eftir, hvat møguliga hevur skilt partarnar, og hvat hevur elvt til, at Heilsumálaráðið endaliga hevur tikið stig til at siga stjóran úr starvi, so finst eitt minni mál um ein persón, sum hevur fingið stuðul, hóast hann ikki býr í Føroyum. Og hetta er eitt mál, har fleiri instansir royna at turka ábyrgdina av upp á hvønn annan. Tillskotsnevndin, sum tek­ur avgerð hvør skal fáa hjálp eftir játtan frá Heilsu­ trygd, hevur boðað Heilsu­ mála­ráðnum frá, at ein per­són­ur, sum sambært Fólka­eftirlitinum ikki býr í Før­oyum, men í Grønlandi ikki eigur at fáa tilskot. Hetta tekur Heilsutrygd til eftirtektar, men sambært Heilsumálaráðnum, so fær Apoteksverkið ikki boð um avgerðina. Heilsutrygd sigur, at stuð­ ulin heldur fram, til Heilsu­ trygd fær boð um hetta form­ liga frá Heilsumálaránum – og hetta er fyristingarliga ikki nøktandi. Svarið fellur ikki í góða jørð í ráðnum, har tey siga, at tey als ikki viðgera einstøk mál. Hetta eigur Heilsutrygd at gera og skal taka málið – og møguliga onnur mál av sama slag – upp til nýggja viðgerð beinanvegin, eru kravboðini frá Heilsumálaráðnum. Um júst hetta mál, skrivar stjórin í Heilsutrygd, at hetta er eitt mál, har tað tykist sum Heilsumálaráðið rennir undan ábyrgd, tí avgerðin um at játta hesum borgara stuðul varð tikin í samráð við Heilsumálaráðið. Stjórin á Heilsutrygd vís­ir eisini til skriv frá Til­ skots­nevndini, sent til Stjórin á Heilsutrygd, sum hevur bygt stovnin upp, er sendur heim við sera veikum grundgevingum og góðari fráfaringaravtalu HEILSUMÁLARÁÐIÐ SENT STJÓRAN Á HEILSUTRYGD HEIM VIÐ SERA VEIKUM GRUNDGEVINGUM Eitt mál um ein føroying, sum býr í Grønlandi, fyllir sera nógv í málinum