Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. desember 2015 · Nr. 141 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Tíverri duga teir ungu, bráð­ræsnu politikararnir, sum nú leggjast eftir fólka­ pensjónini, ikki at fata, hvussu stóran týdning, hon hevur. Tað segði Arne Thor­steins­ son, formaður í Landsfelag Pen­sjónista, á kunnandi fundi mikudagin um støð­ una hjá pensjónistum, nú sam­gongan ætlar at skerja grund­upp­hædd­ina í fólka­ pen­sjónin. Landsfelagið hevði kall­ að pensjónistar á fund at við­gera støðuna, nú sam­ gong­an hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at skerja grundupphæddina í fólka­ pen­sjónini 580 krónur um mán­aðin. Arne Thorsteinsson vísir á, at í 1999 varð grund­upp­ hædd­in fryst føst og so­ statt hevur hon staðið í stað síðani. Tað merkir, at grund­ upp­hæddin hækkar ikki so hvørt sum prísirnir í sam­ felagnum annars hækka. – Hetta hevur havt álv­ ars­ligar avleiðingar fyri fleiri pensjónistar, tí so­statt er fólka­pensjónin støð­ugt mink­að í virði, sigur for­mað­ urin í Lands­fel­agn­um. – Í 2013 høvdu 41 prosent av øllum fólkapensjónistum eina inntøku, sum er undir fátækamarkinum, men form­ liga varð 21 prosent av pen­ sjón­ist­unum settir til at vera í fátækaváða, sigur hann Og hann ivast ikki í, at støð­an er enn verri í dag. – Tí kom tað ómetaliga væl við, at núverandi sam­gongu­ flokk­ar lovaðu a bøta um kor­ini hjá fólkapensjónstum, umframt at teir lovaðu lág- og miðalinntøkunum skatta­ lætta. – Serstakliga greiður í sín­um lyfti var Javn­aðar­ flokk­urin, tí tey lovaðu okk­ um, at fólkapensjónin skuldi hækkast minst 500 krónur um mánaðin, staðfesti Arne Thorsteinsson. – Tí var tað ein stórur skelk­ur, tá ið vit varnaðust, at uppskot varð lagt fyri Løg­ tingið um at skerja grund­ upphæddina í fólka­pen­sjón­ ini. – Afturfyri skuldi við­ bótin í pensjónini hækka eitt sindur, umframt at út­ gjaldið úr Samhaldsfasta skuldi hækkast – men tað er treytað av, at stýrið fyri Sam­ haldsfasta, sum annars er politiskt óheft, góðtekur tað. Harafturat skuldu vit sleppa at lurta eftir Kring­ varp­inum fyri hálvan prís, um­framt at vit skuldu fáa sama skattalætta sum øll onn­ur. – Men tað er ringt at eftir­ kanna tey roknistykki, sum vísa, at vit fara at hava meiri eftir, tá ið alt hetta er sett í verk. – Og vit eru øll ørkymlað, tí tað er eyðmykjandi at fólka­pensjónin verður skerd, og at vit afturfyri skulu fáa olmussu frá Kring­varpinum. Og tað er bein­leiðis niður­ ger­andi, at ein skatta­lætti til øll verður roknaður upp í okkara fólkapensjón, sigur Arne Thorsteinsson. Undrast Arne Thorsteinsson stað­ festir, at tað stendur í sam­ gonguskjalinum, at ein nýggj pensjónsskipan skal vera liðug um eitt ár. – Tí undrar tað okkum, at fólkapensjónin verður skerd nú, heldur enn at bíða til pensjónsnýskipanin er liðug. - Tað undrar okkum, hví ein ætlan um at skerja fólka­ pensjónina, mestsum verður lirkað fyri Løgtingið, uttan at nakar veit av tí, bara eitt ár áðrenn ein heildarloysn skal fyriliggja. – Samgongan hevur boðað frá, at endamálið er at bøta um haldførið í búskapinum, og at samantvinna fólka­pen­ sjónina og Samhaldsfasta. Men Arne Thorsteinsson sigur, at hetta fær onga ávirk­an á haldførið, tí Sam­ haldsfasti er ein partur av haldførinum. – Samstundis fáa vit held­ ur ikki at vita, hvat enda­ málið er at samantvinna Fólka­pensjónina og Sam­ halds­fasta, men tað tykist sum um at endamálið er, at Sam­haldsfasti skal vera høv­uðs­pensjónin og so skal fólka­pensjónin vera ein fá­ tæka­veiting. Men hann sigur, at tað hevur Eyðgunn Samuelsen, lands­stýriskvinna í al­manna­ málum, kortini av­sann­að á fundi við pen­sjónista­felagið miku­dagin. – Tað er púra greitt, at hetta er ein liður í at fáa fíggj­ar­lógina fyri næsta ár at síggja væl út, sigur Arne Thor­steinsson. – Samhaldsfasti er eitt frálíkt ískoyti til fólka­pen­ sjón­ina, men at gera hann til bulin í eini framtíðar pen­ sjóns­skipan, er váðaverk, tí Samhaldsfasti byggir á løn­ar­gjaldingar, og tær eru mink­andi partur av brutto­ tjóðarúrtøkuni, sigur for­ mað­urin í Landsfelag Pen­ sjón­ista. PENSIONISTAFUNDUR Hetta hevur havt álvarsligar avleiðingar Tað var ein rættiligur skelkur fyri okkum PENSJÓNISTAR ØRKYMLAÐIR Vit skulu bløða fyri royndina at fáa fíggjarlógina fyri næsta ár at síggja væl út SKAL BÍÐA Tað undrar Arna Thorsteinsson stórliga, at samgongan skerjir fólkapensjónina nú, tí um eitt ár skal ein pensjónsnýskipan vera klár, og hann heldur ikki, at nakað skal gerast áðrenn