mánadagur 7. desember 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. desember 2015 · Nr. 141
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
PENSIONISTAFUNDUR
Áki Bertholdsen
– Tað var eitt stórt vónbrot at
flyta heima aftur til Føroya.
Tað sigur 83 ára gamla,
Jensa Hentze, úr Vági, men
sum býr í Havn.
Eisini hin var á fundinum,
pensjónistafelagið
skipaði
fyri um ætlanina at skerja
grundupphæddina í fólka
pensjónini.
Og hon er eitt gott dømi
um, hvussu hart tað kann
raka summar pensjónistar,
tá ið størri og størri partur
av pensjónini verður løgd í
Samhaldsfasta.
Tí fyri at fáa fult gjald úr
Samhaldsfasta, skal ein hava
búð í Føroyum í minst 40 ár
í frá tí at ein er 15 ár, til ein
er 67 ár.
Og tað er verri enn so, at
Jensa Hentze verri hevur
búð í Føroyum í 40 ár.
Hon flutti úr Vági til
Danmarkar mitt í seksti
árunum, tí hon hevði eitt
sjúkt barn og hon hevur eis
ini búð í Svøríki, har børnini
nú búgva.
Men hon vildi sleppa
heim aftur til Føroyar at liva
síni síðstu ár.
– Eg gleddi meg ómetaliga
til at flyta heim at enda mína
lívsleið, segði hon.
Men tað var eitt ógvuliga
stórt vónbrot, tí hon misti
eftirlønina úr Danamark, og
í Føroyum fær hon bara ein
brotpart av Samhaldsfasta,
tí hon hevur búð so leingi
uttanlands.
Men hon fær so føroyska
fólkapensjón, men nú missur
hon so góðar 500 krónur um
mánaðin av henni.
Tey fyrstu árni, eg búði
heima, var eg so hart fyri
spent fíggjarliga, at eg kundi
ikki so frægt sum loyva mær
at spæla sjavs í einum felag
eitt kvøld um vikuna, tí eg
hevði ikki ráð til tað.
– Íbúðin kostaði 7.000
krónur um mánaðin, so ein
og hvør kann meta um, hvat
var eftir at liva av, sigur hon.
Ført varð fram á pen
sjónistafundinumm,
at
nettupp hetta er eitt gott
dømi
um,
hvussu
illa
summi kunnu koma fyri, nú
politikararnir ætla at skerja
fólkapensjónina og ístaðin
lata Samhaldsfasta verða
høvuðstátturin í eini nýggj
ari pensjónsskipan.
HART SPENT Ta fyrstu tíðina hevði eg ikki so frægt sum ráð til at spæla sjavs
EITT STÓRT VÓNBROT
AT FLYTA HEIM
Áki Bertholdsen
– Skulu vit ikki stovna okk
ara egna politiska flokk?
Tað skeyt Trúgvi Bech
upp á fundinum mikudagin,
har pensjónistarnir úr øll
um landinum vóru savn
aðir at mótmæla ætlanini
hjá samgonguni at skerja
grundupphæddina í fólka
pensjónini.
– Tað eigur at bera til at
fáa ein politiskan flokk burt
ur úr 6000 – 7000 pensjónist
unum, og tað er einasti máti
at ræða politiska valdið upp
á, legði hann afturat.
Á fundinum varð enntá
uppskot
sett
fram
um,
hvussu tann nýggi flokkurin
skuldi eita.
– Hann skal eita “Flokkur
Teirra Fátæku Og Minni
Mentu”, skeyt Arndal Harald
sen, pensjónistur í Miðvági,
upp.
– Við einum navni sum
hesum, verða tað ikki bara
pensjónistar, sum fara at
fylkjast um tann flokkin, tí
tað fara øll fátøk og minni
ment.
– Um stutta tíð verða vit
7000 pensjónistar í land
inum, og tá kunnu vit seta
róður soleiðis, at vit stýra
bæði Løgtingi og landsstýri
við okkara atkvøðum, segði
hann.
Næstan bara til fortreð
Arne
Thorsteinsson,
for
maður í Landsfelagnum hjá
pensjónstunum,
staðfesti,
at Landsfelagið sjálvt kann
ikki vera við til at stovna ein
nýggjan flokk, tí tað forbjóða
viðtøkurnar fyri felagið.
– Vit skulu vera óheft av
politikki, sigur hann.
Men, hvat einstakir Pen
sjónistar annars gera, fer
Landsfelagið ikki at leggja
seg út í, leggur hann afturat.
Hann heldur kortini, at
ein pensjónistaflokkur burt
ur av, hevði næstan bara
gjørt fortreð í politisku skip
anini.
Hann mælti heldur pen
sjónstum til, hvør í sínum
lagi, at fara til teir politisku
flokkar, teir stuðla, og at
krevja av teimum, at teir
virða pensjónistarnar.
Heldur ikki Elisabeth Ell
ingsgaard av Eiði, hevur ikki
stórt álit á ætlanini at stovna
ein pensjónistaflokk.
– Støðan er nevniliga so,
at tað er ongin virðing fyri
okkum pensjónistum. Men
eg skilji ikki, at politisku
flokkarnir, hvør sær, ikki
lurta betri eftir teimum
eldru limunum í flokkunum,
akkurát sum at hvør flokkur
hevur ungdómsfeløg, sigur
hon.
– Nógvir pensjónistar eru
limir í flokkum og teir eiga at
leggja størri orku í at fáa teir
flokkarnar um at taka pen
sjónistarnar fyri fult, segði
pensjónisturin av Eiði.
Vit kunnu sjálvi taka valdið
PENSÓNISTAR MÓTMÆLA Skjótt eru vit 7000 í tali, og stovna vit
ein nýggjan flokk, kunnu vit taka valdið í Føroyum
TIL GAGNS ELLA FORTREÐ
Aftur nú er uppskot sett fram um at pensjónistar stovna ein politiskan flokk, men tað eru ikki øll ið halda, at tað hevði gagnað nøkrum