mánadagur 7. desember 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 50 • 7. DESEMBER 2015
4
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Danjal av Rana
Í
miðbýnum, í gomlu hølunum hjá
Skyn í Tórsgøtu, stendur Mynda
boksin. Har ber til hjá fólki at
støkka inn á gólvið í jólamánaðinum
og taka nakrar skjótar jólamyndir
ella portrettmyndir til jólagávuna.
Handan Myndaboksina stendur Janus
Gunnarsson, minni kenda helvtin av
fototoyminum Miriam & Janus.
Byrjanin til yrkisleiðina innan
myndatøku var heldur tilvildarlig.
Janus Gunnarson sigur, at honum
hevur altíð dámað væl at taka
myndir, og hevur hann gjørt nakað
við tað, tá hann sum yngri ferðaðist
sum trúboðari í Eysturasia. Meðan
hann og konan, Gvøðny Miriam, eitt
bil vóru í Onglandi, fóru tey á kon
sert hjá Rebeccu St. James. Tey
vistu, at hon skuldi spæla í Føroyum
og bóðu tí um loyvi at gera eina
myndareportasju. Hendan kom á
prent í gomlu Dimmalætting saman
við einum ummæli av konsertini og
soleiðis byrjaði ævintýrið hjá teimum
báðum.
Higartil er tað kanska mest Gvøðny
Mirjam, sum hevur frammi við sínum
listakendu myndum frá samtakinum
Miriam & Janus, meðan Janus hevur
stuðlað henni. Hann sigur, at tað er
eitt samstarv, sum riggar stak væl, tí
at tey eru sterk á ymiskum økjum.
– Dygdin hjá Miriam & Janus liggur
í listarliga eyganum hjá Gvøðny. Eg
havi okkurt hugskot, men hon skapar
sjálva listina. Eg dugi kanska betri tey
teknisku tingini. Og so akti eg nokk
so væl, so samstarvið koyrir uttan
trupulleikar, sigur Janus við einum
skálkabrosi.
Hann sigur, at kappingin millum
nógvu myndafólkini í Føroyum er hørð
og seinastu árini eru fleiri sjálvlærd
løgd afturat. Ein ávísur illvilji hevur
kanska onkuntíð lyndi til at stinga
seg upp millum myndafólkini við
útbúgving á økinum og tey sjálvlærdu.
Janus, sum sjálvur er sjálvlærdur,
heldur ikki, at útbúgving eigur at vera
avgerandi innan yrkið, men dygdin.
– Um tú ikki kanst kappat í dygd,
so skalt tú gevast. Tað er dygdin av
tínum verki, sum er avgerandi, ikki tín
formliga útbúgving, sigur hann.
Nú hevur Janus Gunnarsson eina
nýggja verkætlan í gongd. Mynda
boksin hevur ferðast um landið sein
astu mánaðirnar og stendur í løtuni í
miðbýnum.
– Myndaboksin er ein sera einføld
verkætlan og krevur ikki líka nógv av
okkum sum myndafólk sum tær verk
ætlanir, vit gera við Miriam & Janus.
Her í Myndaboksini kann eg lættliga
biða onnur fólk røkja uppgávuna,
meðan eg fáist við okkurt annað sjálv
ur, sigur Janus Gunnarsson og greiðir
frá, at tey nú royna at skilja tað at
taka portrettmyndir av fólkum frá tí
meiri listakenda, sum Mirjan &Janus
skulu taka sær av.
Hann sigur, at hetta er eitt hugskot,
hann hevur gingið við í eini trý, fýra ár.
Hugsanin er at endurskapa nakað av
kensluni frá gomlu myndaboksunum,
ein plagdi at síggja ymsa staðni fyrr,
har tað var gjørligt hjá fólkum at
skapa okkurt meiri spontant.
– Í einum studio ella til eina
portrettmyndatøku verður alt meiri
stívt og formelt. Við Myndaboksini
er lættari at lata bæði skapanarlyndi
og tilvildina ráða eitt sindur. Tí fáa vit
í Myndaboksini eitt heilt annað slag
av myndum enn til aðrar myndatøkur,
ofta við nógv meiri lívi og gleði, sigur
Janus Gunnarsson.
– Fólk koma inn á gólv og síggja
myndirnar, sum onnur hava tikið og
koma longu tá í rætta dámin. Eingin
bíðitíð er, tað er bara at støkka inn
á gólvið, so taka vit myndirnar og
áðrenn 10 minuttir eru farnir hevur tú
10 ella 20 liðug jólakort við myndum í
hondini. Hetta ger tað lættari at fanga
eina ávísa løtu, eitt ávíst lag ella
stemning, sigur Janus Gunnarsson.
Nú gongur Janus við ætlanum um
at taka myndaboksina við sær uttan
lands.
– Teknikkur er sera einfaldur, so
mær tørvar bara ein stóran bil at
koyra útgerðina í og so fara. Vónandi
fái eg loyvi at seta Myndaboksina upp
á festivalum í Danmark, sigur Janus
Gunnardson at enda.
– Um tú ikki kanst kappat í dygd, so skalt tú gevast. Tað er dygdin av tínum verki, sum er
avgerandi, ikki tín formliga útbúgving, sigur Janus Gunnarsson, sjálvlærdur myndamaður
Vil fanga løtuna