mánadagur 7. desember 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 50 • 7. DESEMBER 2015
6
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
F
orlagið Sprotin eigur stóra tøkk
uppiborna fyri tiltakið, og nú
hendan framúr vælgjørda bókin
við heitinum Seyðabókin er komin á
marknaðin, er ein bæriligur varði sett
ur yvir stóra avrik Robert Joensens.
Seyðabókin er ein samansjóðing
av teimum 5 eldru bókum Roberts
(Royvið 1958, Greivabitin 1960, Býta
seyð og fletta 1968, Vambarkonan
1972 og Ymist um seyð og av seyði
1983), og forlagið hevur á sera hegn
isligan hátt megnað bæði at sameina
tekstin úr upprunabókunum til eina
natúrliga eind, umframt at ríka bókina
við eini ørgrynnu av frálíkum mynda
tilfari. Somuleiðis eru bæði stødd,
uppseting og prentlistin í slíkari dygd,
sum sømir seg einum tílíkum stór
verki.
Í æviskeiði Robert Joensens (1912
– 1997) fóru stórar broytingar fram
í føroyskum landbúnaði, har hesin,
frá at vera høvuðstátturin í føroyska
bygdarsamfelagnum, so líðandi fán
aði burtur sum vinnuvegur og varð av
loystur av fiskivinnu, fiskavirkisídnaði
og síðani øðrum nútímans vinnum í
einum alt meira býarkendum sam
felagi.
Robert setti sær fyri at skjalfesta
ta seyðamentan, ið hevði verið kjøl
fest í føroyska samfelagnum gjøg
num øldir og upp í hansara samtíð,
áðrenn hin nýggja tíðin tók heilt yvir.
Fyri hetta dygdararbeiðið veitti Fróð
skaparsetur Føroya Roberti Joensen
heiðursdoktaraviðurkenning (Doctor
honoris causa) í 1990, sum er hægsta
sømdartekin, ið lærdur háskúli veitir.
Hóast seyðahaldið í Føroyum ikki
hevur tann landbúnaðarvinnuliga
týdningin longur, ið einaferð var, so er
áhugin fyri seyði og seyðahaldi als ikki
fyri nøkrum hóttafalli millum teirra, ið
nú eru uppi á døgum. Avbjóðingarnar
fyri seyðahaldið í dagsins samfelagi
eru tó vorðnar aðrar, enn tær vóru
fyri einum stórthundrað árum síðani,
tá nógv av heimildarfólkum Roberts
vóru virkin.
Nú verður oftari havt á orði um
spurningar sum t.d. djóravælferð,
jørðoyðing (erosjón), gourmet-mat,
nissjuframleiðslu, innifóðring, strá
fóður, lækkan av áseyðatali og í sein
astuni eisini um ílegualing og flushing.
Robert livdi og virkaði í Klaksvík og
í Norðoyggjum, og dastið av tilvísing
unum falla tí natúrliga í Norðoyggjum,
og serliga á Borðoynni. Men her er
avgjørt eisini skeitt til mannagongdir
í øðrum sýslum við, soleiðis sum tað
eisini sæst aftur í keldulistanum.
Hjá teimum, sum nú virka innan
seyðahald í Føroyum, er Seyðabókin
eitt avgjørt »must« at hava lisið og at
hava sær til at sláa upp í, tí her kann
ein ogna sær vitan um sjálvt tilvísing
argrundstøðið undir seyðahaldinum í
Føroyum.
Frá mínum barnaskúlaárum minn-
ist eg væl, at vit fingu fyri úr pørtum
av bókum Roberts. Tá var eisini van
ligt, at fjallboð vóru eitt sjálvsagt
høvi hjá okkum næmingum at fáa frí
úr skúlanum, soleiðis at vit kundu vera
uppií hesum arbeiðinum.
Fyri meg hava allar tær neyvu
lýsingarnar av ymsu brotpørtunum
og fyribrigdunum burtur úr heildini
verið sera áhugaverdur lesnaður. Til
dømis í sambandi við røkt og rakstur í
haganum, í samband við hagfesti, við
kjøtdygd og smakk, at gera brundar
upp o.s.fr. Í hesum lýsingum og út
greiningum Roberts liggja ivaleyst
hópin av spírum til komandi gransk
ingarverkætlanir at gera neyvari rann
sóknir í.
Yngra fólkið lærir í dag oftani at
fletta á annan og lættari hátt, enn
teir gomlu nýttu. Tí er gott, at hin
eldri hátturin eisini er so væl lýstur
í myndum, at ein saktans kann læra
seg at fletta á gamla mátan eftir
teimum.
Nú so nógv verður tosað og gjørt
burtur úr tí norðurlendsku matment
anini, er tað somuleiðis ein sonn
frægd at lesa um allan tann frálíka
matin, ið fæst av seyðinum.
Lýsingarnar av íelvinum (instinkt
inum) í seyðinum eru frálíkar og vísa
heilt greitt, at her er talan um harð
balnan og lítið tamdan seyð, saman
borið við flestu seyðasløgini á megin
landinum.
Øll viðkomandi orð og heiti eru
hegnisliga sett upp í góðum fakta
boksum fyri hvønn partin sær.
Treyðugt so, eru eisini nøkur lýti.
Onkrir myndaeigarar eru ikki við í yvir
litinum, og eg eri eisini komin fram
á nakrar heilt fáar villur í tekstinum.
Men her er talan um smálutir.
Fyrr í heyst kom ein onnur frálík
bók út um seyð og ársgongdina í
seyðahaldinum á gørðunum fram við
Kaldbaksfjørð. Talan er um bókina
Seyður og seyðahald eftir mynda
mannin Olaf Schneider, sum Bókadeild
Føroya Lærarafelags gav út. Hansara
bók vendir sær kanska meira til tann
vanliga lesaran, og man somuleiðis
eisini vera kærkomin lærubók hjá t.d.
teimum yngru skúlaflokkunum.
Samanumtikið er heilt fitt av góð
um bókmentum um seyð og seyðahald
komið á marknaðin hesi seinnu árini,
og vísir hettar ivaleyst á tann stóra
áhuga, ið seyðahaldið hevur millum
manna kring alt landið. Við bókum
sum Seyðalitir hjá Gudmundi Nicla
sen (2007), Seyður Ull Tøting hjá
Nicolinu Jensen Beder (2010), Seyður
og seyðahald hjá Olafi Schneider
(2015) og nú Seyðabókin hjá Roberti
Joensen (2015), og ikki minst komandi
bókaverkinum um seyðahald, sum
Helgi í Brekkunum letur úr hondum
seinni í vetur, ber væl til at nema sær
hollan kunnleika um hesa týdningar
miklu siðmentan føroyinga. Her er
sjálvandi heldur ikki at gloyma alt
tað tilfar, ið Kári Thorsteinsson hevur
savnað á heimasíðuni www.heima
beiti.fo
Seyðabókin eftir Robert Joensen er
eitt vælaverk, ið øll kunnu hava gleði
og gagn av at lesa og at eiga.
Tróndur Leivsson
Forlagið Sprotin hjá Jonhardi Mikkelsen hevur tikið stig til
eina nútímans endurútgávu av upprunabókunum hjá Roberti
Joensen um føroyskt seyðahald og um tað, ið hongur uppi
við hesum av bæði landbúnaðarmentan og av siðsøgu
Seyðabókin eftir
Robert Joensen