Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-07, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2015síða 32

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 50 • 7. DESEMBER 2015 8 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Henny Gerðalíð STÓLURIN Í STÓLINUM HESA VIKUA LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ TRIMUM ORÐUM: Tolin, positiv og glað HVAT MERKI ER BILUR TÍN? Auris HVAT MERKI ER TELEFON TÍN? iPhone5 HVØR ER TÍN BESTA SUMMARFRÍTÍÐAR- UPPLIVING? Havt mangar, men ferðin í Grønlandi saman við 17 Sangarum í september var fantastiskt, og túrarnir til Filips­ oyggjarnar vóru nakað heilt serligt HVAT ORÐ ELLA HVØNN SETNING NÝTIR TÚ OFTAST? Ja, onki problem! HVØRJUM HYGGUR TÚ AT HJÁ HINUM KYNINUM? Av tí at eg arbeiddi á tannlæknastovu í mong ár, ger nokk tað, at eg síggi fyrst tenninar HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG? Vit í 17 Sangarum hava kenst í mong ár, so eg blívi í góðum lag at syngja saman við teimum, tí vit hava tað eisini stuttligt saman HVAT STRESSAR TEG? Eri ikki typan, sum lætt stressist, men nokkso irriterandi, tá bilar ikki blinka av, og tá onkur, sum ikki ber brek, setir bilin har, sum »handicap« básurin er. HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR? Umframt allan fisk, so er lambsryggur ikki av vegnum. HVAT GLEÐIR TEG? Av góðum grundum, er fantastiskt við skype, og at kunna vakna hvønn morgun, hava góða heilsu, og kunna fara til arbeiðis, tað er at gleðast um. HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ, SUM TÚ FEKST UPPFYLT? At vit í summar kundu vera saman við dóttrini, sum vit annars ikki skuldu síggja aftur fyrrenn í juni komandi ár HVAR ARBEIÐIR TÚ? Fonn Flog HVÍ VALDI TÚ AT ARBEIÐA INNAN JÚST HESA VINNU ELLA ØKI? Tað var av tilvild. Bleiv uppringd og spurd, um eg kundi hjálpa til nakrar tímar, sum blivu til dagar, sum blivu til mong ár HVØR ER STUTTLIGASTA UPPLIVING TÍN Í STARVINUM? Fari at nevna okkurt frá tí fyrra starvinum, har eg starvaðist í 27 ár. Tað komu nógvir enskir trolarar inn á Klaksvík, har fleiri av manningini høvdu tannapínu. Bíðirúmið var fult av fólki, og eg fari út og bjóði einum á enskum í stólin og spurdi, um hann kundi skrivað navn og føðidato á lepan. »Hvat er tað eg skal?«, spyr hann, sum kom úr Kunoy. So var tað ein afrikanari, sum settist í stólin. Vit høvdu tríggjar klinnikkir, sum tannlæknin tuskaði ímillum. Sigi við tannlæknan: »Góði skunda tær inn á klinnikk 3. Hann er illa fyri, bleikur og vil svíma.« Tannlæknin reyk avstað, og eg í kíki uttanfyri. Eldri kvinna, sum skuldi hava »gebiss« kom við »bílæti« av filmstjørnu, og ynskti sær, hvítar og penar tenn. Tannlæknin helt fyri: »Keyp tær eina myrkareyða lebastift (tá blíva tennirnar hvítari).« HVØRJUM TÓNLEIKI LURTAR TÚ EFTIR? Alt frá Kingo (sum eg eri eitt sindur upp­vaksin við) til klassiskt. Akkurát nú lurti eg eftir Árna Bass, sum saman við dóttrini syngur »Bert ein dag í senn«. Havi FOR frá tá eg spæli tónleik HVAT ER BESTA UPPFINNINGIN OG HVÍ? Tá eg gangi til hvørt has og vas, so má tað vera maðurin. Annars er kontaktlinsan mega smart, so stengurnar á brillunum ikki fløkjast í hárinum, tá eg siti við »headsett«. Okkurt skal barnið eita ha? HVAT ER BESTA ÍLØGAN, TÚ HEVUR GJØRT? At innrætta Fjósið, sum vit nú búgva í. Plagdi at siga við foreldrini, at nú eru ordilig neyt í fjósinum. HVAT ER TÍTT BESTA HEIMARÁÐ? Haldi eg sigi sum pápi plagdi at siga! »Um tað ikki gongur, so gongur tað allíkavæl!« HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR? Nei HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ VANN EINA MILLIÓN? Eg spæli ongantíð, so tað fer ikki at henda HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ VANN TÍGGJU MILLIÓNIR? Sama sum omanfyri HVAT ER BEST VIÐ FØROYUM OG HVÍ? Familjan, samkoman í Betesda, sum eg ikki vil vera fyri uttan. Sangkórið í Betesda. 17 Sangarar, bindiklubbavinkurnar, renni­ vinkurnar. Pørini, sum vit koma saman við í »Treystum« høpi. Starvsfólkini á Fonn Flog. So haldi eg eisini, at veðrið hevur eina sjarmu, og ikki minst, at her er trygt og gott at búleikast HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR? Vónandi í Fjósinum. Eri ikki typan sum stressist lætt Lurti eftir øllum frá Kingo til klassiskt