Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-07, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2015síða 42

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 50 • 7. DESEMBER 2015 18 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Jól í Havn Nú eru aftur jól í Havn! – Jólini koma til Havnar, tá vit tendra træið á Tinghúsvøllinum. Tá letur stóra átakið »Jól í Miðbýnum« eisini upp, so øll við barnsligari sál fáa eina góða uppliving í býnum, sigur borgarstjórin, Heðin Mortensen, sum hóast hann hevur úr at gera um jólini, gleðir seg sum eitt barn til alla jólastákanina Vilmund Jacobsen J ól verða í ár sum í gomlum døgum í gomlu Havnini. Hjá okkum hevur tað nógv at týða, at borgarar savn­ ast til tiltøk í miðbýnum, tí tað skapar trivnað, samanhang og saman­hald. Borgarstjórin í Tórshavnar komm­ unu, Heðin Mortensen, vísir á, at tað kemur ikki av sær sjálvum, at mið­ býurin og gamla Havnin eru so snotu­ lig og vøkur á at líta, nú vit eru komin inn í jólamánaðin. – Hetta er eitt úrslit av góðari og neyvari planlegging, samstarvi, ídni, fakligheit og áræði. Tí fari eg at takka øllum, sum hava fyrireikað, sett upp og pyntað, soleiðis at rættiligur jóla­ dámur er í miðbýnum, sigur borg­ar­ stjórin. Jólini heima Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu hevur altíð úr at gera uppundir jól. Hópur av fólki vitja innar á skriv­ stovuna at avgreiða stórt sum smátt, sum fáast skal frá hondini fyri árslok. Á skrivstovuni skal árið ruddast av, onkur átøk millum jóla og nýggjárs skulu leggjast til rættis, og fastur sið­ ur er, at borgarstjórin bjóðar starvs­ fólkunum til eina hugnaløtu á Ráð­ hús­inum tveir dagar fyri jól. Heðin Mortensen sigur, at gæsnar av trøðni í Havnardali eru klárar at koyra í ovnin, so tann tørvurin hjá all­ ari familjuni er nøktaður. – Umframt at bæði dunnu- og høsnaregg eisini koma av trøðni, so er tað mesta til jóla heimagjørt, eitt nú rullu- og kjøtpylsa, skinsakjøt, ræst og turt kjøt og ikki minst tann víða­ gitni suðuroyarsperðilin, sigur borgar­ stjórin. Nógv skal røkkast Siður er, at borgarstjórin vitjar kommu­nalar stovnar uppundir jól. Ein teirra er Tilhaldið. Annar er Heimið í Vallalíð, og sambýlini skulu vitjast. – So er jólahugni í Undirhúsinum, og jólaaftan er fastur siður, at borgar­ stjórin vitjar til eina hugnajólaløtu og gudstænastu á Herberginum, á Tjarnargarði, eina jólaløtu á Boða­ nesheiminum, á Lágargarði og seinast á Ellisheiminum. Borgarstjórin sigur, at tá alt hetta er fingið frá hondini jólaaftan verður farið í kirkjugarðin við blómum, áðr­ enn farið verður heim at gera klárt til døgurða. – Jú, eg má siga, at eg gleði meg sum eitt barn til alla jólastákanina, sigur ein vælnøgdur Heðin Mortensen. – Tá vit tendra jólatræið á Vaglinum, og stóra átakið - Jól í Miðbýnum - letur upp, eru jólini komin til Havnar, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri Siður er, at borgarstjórin vitjar kommunalar stovnar uppundir jól, og hann er eisini við til jólaløtur og gudstænastu – Gæsnar av trøðni eru klárar at koyra í ovnin, og vit hava bæði dunnu-og høsnaregg. Viðskerin er eitt nú rullupylsa, kjøtpylsa, skinsakjøt, ræst og turt kjøt og ikki minst tann víðagitni suðuroyarsperðilin, sigur borgarstjórin