Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-07, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2015síða 44

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 50 • 7. DESEMBER 2015 20 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Jól í Havn Jólaskipið leggur til bryggju í Vágsbotni Vilmund Jacobsen Á Visit Tórshavn siga tey, at fjarrit er komið frá jólaskipinum, sum sigur, at skipið kemur í Vágs­ botn leygardagin 12. desember klokk­ an 15. Umborð á jólaskipinum verða jóla­ menn, og teir eru longu farnir at gleða seg til at heilsa upp á øll tey mongu børnini, sum plaga at taka ímóti. Vitja jólabýin Tá jólaskipið kemur, fer GHM at spæla hugnaligan jólatónleik undir Bryggju­ bakka. – Jólamenninir fara at bjóða kara­mellur, og gingið verður yvir til hugnaliga jólabýin saman við jóla­ monnunum. Á Visit Tórshavn siga tey, at í bý­ num henda leygardag verður tón­leikur og ymisk tiltøk, og handlarnir verða opnir til klokkan 18. Tað er ein stór løta hjá børnunum, tá jólaskipið leggur til bryggju í Vágsbotni Jólamenninir fara at bjóða karamellur, og gingið verður yvir til hugnaliga jólabýin saman við jólamonnunum Skoytubreytin í kommunuskúlagarðinum Fjør vetur royndist rættiliga keðiligur til veður, og tað ávirkaði talið av vitjandi á skoytubreytini eitt vet Vilmund Jacobsen Aftur í ár er skoytubreytin í komm­ unu­skúlagarðinum í Havn, har breytin eisini stóð í fjør. Latið varð upp hin 28. november, eftir at jólatræið á Vaglinum varð tendr­að. Ætlanin er, at skoytubreytin verður opin fram til 31. januar 2016. Upplatingartíðirnar í ár eru tær somu sum í fjør, soleiðis at opið er frá klokkan 9 á morgni til 22 á kvøldi, undantikið leygardag og sunnudag, tá skoytubreytin er opin ávikavist frá klokkan 10 til 22 og frá klokkan 14 til 22. Skúlar og stovnar Fyrrapartstímarnar gerandisdagar er skoytubreytin ikki opin til almenna skoyting. Hesir tímar eru nevniliga settir av til skúlar og stovnar. Prísurin fyri at skoyta og leiga skoytur er í ár hin sami sum í fjør, ávíka­vist 20 krónur fyri vaksin og 10 krón­ur fyri børn. Heldur færri í fjør Í fjør vetur var skoytubreytin fyrstu ferð í kommunuskúlagarðinum, og tá breytin læt aftur, skiltist, at vitjunar­ talið í fjør var eitt vet lakari enn árið fyri. Men, fjør vetur royndist rættiliga keðiligur til veður, og hildið verður, at hetta var ein av orsøkunum til, at heldur færri vóru á breytini í fjør. Hetta er annar veturin á rað, at skoytubreytin er í kommunuskúlagarðinum í Havn