Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-07, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2015síða 52

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 50 • 7. DESEMBER 2015 30 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Jól í Havn Vilmund Jacobsen H yggur tú inn um hvíta garðin og kagar inn gjøgnum gluggarnar í smáttunum, sæst úrslitið hjá mongum arbeiðssomum børnum og ungum úr Margarinfabrikkini. Talan er um jólaprýði, ið ber heiti DIY, sum merkir »Do It Yourself« – ella »Ger tað sjálv/ur«. Tað er júst hetta, sum børn og ung í Margarinfabrikkini hava gjørt. Jólapyntið, sum er evnað á fríggja­ dags­verkstaðnum hjá Margarin­ fabrikk­ini í november, er sera persón­ ligt, og her hava nógvar raskar hendur og stórt hugflog verið til verka. Pynt úr burturkasti Umframt eina rúgvu av silkipappíri og kartong hava børnini og tey ungu á Margarinfabrikkini savnað saman burturkast, eitt nú perur og krukkur, at arbeiða við. Tey hava gingið runt í Viðarlundini og hava savnað saman bløð og greinar, sum kunnu seta ein meiri náttúrukendan dám á jólaprýðið. Eru jólakassarnir á ovastalofti á tremur við reyðum flættaðum stjørn­ um og grønum kramarhúsum, og tú ikki ætlar tær meiri av sama slag, kanst tú leita tær oman í Vágsbotn. Her eru smátturnar á tambi við hug­flogi. Ætlar tú tær at klippa og klistra heima­gjørt jólaprýði nú í adventini, kanst tú saktans leita tær íblástur í hugnaligu smáttunum í Vágsbotni. Vælkomin á vitjan Barnagarðar og dagstovnar eru eisini vælkomin at vitja, bæði fyri at fáa íblástur, hugna sær í smáttubýnum og vitja inn í smátturnar. Smátturnar í Vágsbotni hava opið samstundis sum handlarnir í miðbýnum hava opið, og tí er hetta eisini eitt gylt høvi at uppliva hugnan og prýði innanífrá. Fram til jóla hava smátturnar í Vágsbotni opið hvønn dag frá klokkan 10 til 17.30, tó er opið leygardagar til klokkan. Tann 18. og 22. desember verður opið til klokkan 20 og tollaksmessu­ dag til klokkan 22. Selfie – kapping Í samband vid jólabýin verður skipað fyri eini sjálvsmynda-kapping, har ein son­ evnd »selfie-mynd« skal takast av tær, kanska saman við vinfólki ella familju. Myndin skal takast niðri í økinum kring jólabýin, har ein av smáttunum er prýdd til tað sama. Í selfie-smáttuni er heitt og hugna­ligt. Tað einasta, tú skal gera, er at taka eina sjálvsmynd og leggja hana út á facebook vangan hjá Jól í Miðbýnum, facebook.com/ jolmidbynum í seinasta lagi sunnu­ dagin 20. desember 2015. Drigið verður millum innsendu myndirnar mánadagin 21. desember. 1. vinningur er gávukort á 1.000 krón­ ur, og 2. og 3. vinningur er gávukort á 500 krónur. Gávukortið er nýggja Havnarkortið, sum kann brúkast í fleiri enn 50 handl­um í Havn. Jólabýurin í Vágsbotni Í desember er Nólsoyar Páll í Vágsbotni kringsettur av hugnaligum jólasmáttum