Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-07, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2015síða 54

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 50 • 7. DESEMBER 2015 32 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Jól í Havn Vilmund Jacobsen Nú vit hava hugt í skránna fyri jólini í høvuðsstaðnum á blaðsíðu 22 í Viku­ blaðnum í dag, fara vit at halda fram við skránni á hesari síðuni eisini. Sunnudagin 13. desember verða tey afturvendandi tingini á skránni við framsýningini ”Krákur í kava og blái drekin við bilnum”, sum letur upp í Listasavninum klokkan 13, og henda sunnudagin letur skoytubreytin í gamla kommunuskúlagarði upp kl. 14. Klokkan 16 fara jólamenn at ganga í býnum og bjóða karamellur, og klokkan 16 verður eisini leikurin - Fólk og dólgar í Kardamummubýnum – framførdur í Sjónleikarhúsinum. Lusiu-konsert verður í Norður­ landa­húsinum klokkan 17, og bæði klokk­an 18 og klokkan 19.30 verður Leika­løtan 2015. Teir næstu dagarnir Mánadagin 14. desember heldur ská­ in fram, og klokkan 16 henda dag­i­n fer næmingaorkestur hjá Musikk­skúl­ anum at framføra í Eik-garðinum. Týsdagin 15. desember klokkan 16.30 fara Tórshavnar Brass En­ semble at spæla tónleik í býnum, og klokkan 17 henda dagin verður so­ nevnd Suzuki-konsert við næmingum í Havnar kirkju. Mikudagurin 16. desember líkist eisini hinum døgunum í skránni, og klokkan 18 verður leikurin - Fólk og dólgar í Kardamummubýnum - fram­ førdur í Sjónleikarhúsinum. Klokkan 17 henda dagin verður til­takið - Nánd - í Havnar kirkju, og klokkan 19.30 fer Rannvá Álaberg á ”open stage/ open mic” í Reinsarínum. Hósdagin 17. desember klokkan 12 verður Lydia Nielsen í Smiðjuni í Lítluvík, og klokkan 16.30 fer Tórs­ havn­ar Kamarkór at syngja í býnum.. Klokkan 17 fer Blásaratoymið hjá Tórshavnar Musikkskúla at spæla í Havnar kirkju, og klokkan 20 eru Hamradun & Hanus G í Reinsarínum. Skáin hjá Visit Tórshavn Nú skulu vit ikki troytta lesarar við at endurgeva allar dagar úr skránni fyri Jól í Havn, men øll skráin kann lesast á heimasíðuni hjá Visit Tórshavn, eins og Jól í Miðbýnum eru at finna á facebook, har ymisk tiltøk úr skránni verða lýst, og myndir liggja úti av tiltøkum, ið verið hava. Jól í Miðbýnum – nógv ymiskt á skránni Fleiri av tiltøkunum, sum eru á skránni í Havn fyri desember, ganga aftur, men hvønn dag er eisini okkurt nýtt Øll skráin kann lesast á heimasíðuni hjá Visit Tórshavn, eins og Jól í Miðbýnum eru at finna á facebook, har ymisk tiltøk úr skránni verða lýst, og myndir liggja úti av tiltøkum, ið verið hava