Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-07, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2015síða 62

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 50 • 7. DESEMBER 2015 40 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Jólasiðir Øðrvísi jólasiðir Tað eru ikki øll, ið halda jól og jólamánaðin á sama hátt sum vit. Her eru nøkur dømi um øðrvísi jólasiðir kring heimina Jólaligt hitahús Finnlendingar brúka nógv sauna, og nógv fólk hava sauna heima. Tað verður sagt, at ein serligu saunaálvur býr har og ansar eftir, at fólk skikka sær væl. Jólaaftan fær fólk í sauna, men eftir sólsetur eru tað andarnir hjá deyðum forfedrum, sum halda til í saunaini. Banantrø í India Góð tvey prosent av fólkinum í India eru kristin, men India er stórt land, og tí er talan um einar 25 milliónir fólk. Tey halda jól, sum líkjast okkara – við at geva gávur og kirkjugongd ella midnáttarmessu. Men tey hava ikki grantrø har á leiðum, so tey brúka banantrø ella mangotrø ístaðin sum jólatrø. Italsk heks Meðan børnini í stórum parti av vesturheiminum bíða eftir, at jólamaðurin skal koma við gávum, bíða børnini í Italia eftir blíðu heksini Befana, sum kemur á sínum kustaskafti við gávum til børnini. Japanar fara í KFC Í fýra áratíggju hevur matketan Kentucky Fried Chicken marknaðarført seg og jólahald saman, og tað ger, at japanarar hava eitt serligt forhold til KFC á jólum. Fólk í stórum tali eta jóladøgurða í KFC, og sølan hjá KFC um jólini er millum fimm ferðir og tíggju ferðir størri enn ein vanlig mánaðarsøla. Jólamaðurin egið postnummar Tað verður kjakast um, hvar jólamaðurin býr, men í Kanada hava tey givið jólamanninum egið postnummar við Norðpólin. Har brúka tey bæði bókstavir og tøl til postnummur, og brøv, sum verða send til postnummarið H0H H0H, enda hjá jólamanninum, verður sagt. Kanska skalt tú giftast Manglar tú makan í tínum lívi, kanst tú í Kekkia fáa ábendingar um, hvussu framtíðin verður. Stilla teg við hurðina og tveit ein skógv aftur um bak. Lendur skógvurin við tánni ímóti hurðini, so verður tú skjótt gift. Ræða børnini í Suðurafrika Í Suðurafrika siga tey søguna um dreingin Danny, sum upp undir jól át smákøkurnar, sum omman hevði bakað til jóla. Omman gjørdist so ill, at hin gjørdi enda á dreinginum, og sagt verður, at hann nú gongur aftur á jólum. Ikki smávegis ójólalig søga at siga børnunum. Jólaaftan verða kustarnir ikki brúktir í Noregi. Teir verða lagdir til viks og goymdir, so at heksirnar ikki fara avstað við teimum. Eingir kustar í Noregi Skógv uttan fyri hurðina Vit kenna alt til, at børn hanga hosur upp á jólum, men 5. desember seta børn í Týsklandi ein skógv uttan fyri hurðina. Børnini, ið hava skikkað sær væl, fáa góðgæti í skógvarnar, men tey óskikkiligu børnini vakna til eina trægrein í teirra skógvi.