mánadagur 7. desember 2015síða 66
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 50 • 7. DESEMBER 2015
44
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Tjóðleikhús fyri
100 milliónir krónur
Heima
tænastan
eitur nú Nánd
Nú kanst tú
hoppa millum
stjørnurnar
Samstarvið um eldraøkið í Eysturkommunu og
Fuglafjarðar kommunu hevur fingið nýtt navn
Heimatænastan, sum tað higartil hevur verið
kallað, eitur nú Nánd. Avdúkingin fór fram
til móttøku í morgun á sambýlinum Gøtubrá í
Norðragøtu.
Navnið hjá nýggja samstarvinum ímyndar
eina nýggja byrjan og vísir til samstarvið í
økinum. Nánd inniber sostatt bæði at fara út til
borgaran, har hann býr, og at veita tænastur á
sambýlum og stovnum, har fólk búgva.
– Navnið Nánd ímyndar hetta, at Heimatæn
astan er har, sum borgarin er, sigur Kristina T.
Larsen, leiðari á Heimatænastuni. Heimatæn
astan er altíð í nánd, í nærumhvørvinum, men
borgarin er heima hjá sær sjálvum, hvørt hann
so er í egnum heimi ella á sambýli.
Nýggja navnið hevur eisini ein landafrøðiligan
týdning. Tað snýr seg um samstarv í
nærumhvørvinum í økinum, har kommunurnar
samstarva um eldraøkið – t.v.s. í Syðrugøtu,
Norðragøtu, Leirvík, Fuglafirði, á Kambsdali,
undir Gøtueiði og á Hellunum.
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna
valdu at skipa javnbjóðis samstarv um eldraøkið,
tá kommunurnar við ársbyrjan 2015 yvirtóku
ábyrgdina av hesum. Samstarvið rekur trý sam
býli, eitt dagtilhald fyri demens og eina deild, ið
tekur sær av heima- og sjúkrarøkt.
Í Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu
búgva áleið 3500 fólk.
Í gjár handaði bygginevndin fyri Tjóðleikhús
landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam,
eitt uppskot til byggiskrá av nýggju einum nýggjum
tjóðleikhúsi, ið eftir ætlan skal vera á Skálatrøð
Nú kom loksins føroyska spælið
Gravity Jumper á marknaðin
Í fylgiskjali til álitið skrivar bygginevndin, at
samlaði byggikostnaðurin verður góðar 100
milliónir krónur, tá ið ráðgeving, tøkni, bygging,
innbúgv og alt annað, ið hoyrir til eina slíka
bygging, er tikið við.
Byggiskráin verður nú løgd til hoyringar.
Tíðarfreistin fyri hoyringarskriv er 18. januar.
Síðani er ætlanin at lidna byggiskráin skal nýtast
sum grundarlag fyri einari arkitektakapping um
endaligu byggiloysnina.
Eftir ætlan verður arkitektakappingin út
skrivað á vári 2016, og ein vinnari verður funnin
á sumri sama ár. Um tíðarætlanin heldur, er
ætlanin at bjóða út arbeiðið at prosjektera og
byggja Tjóðleikhúsið á heysti í 2016.
Í leitanini eftir einum nýggjum heimi
til Gravity Jumper-veruna sleppur spælarin at
royna atdráttarmegina á ein annarleiðis og
stuttligan hátt, har tú hoppar frá planet til
planet, og má ansa eftir ymsum forðingum.
Spælið er lætt og skjótt at læra og
stuttligt at spæla. Málbólkurin eru fólk
millum 13 og 30 ár, men spælið er barna
vinarligt, so yngri børn kunnu eisini spæla
tað.
Grundkjarnin í spælinum er atdráttar
megin. Tá tú loypir frá planet til planet,
mást tú taka atlit at atdráttarmegini. Jú størri
planetin er, jú sterkari er atdráttarmegin.
Spælið er at fáa á Google Play og á
Amazon App Store.