mánadagur 7. desember 2015síða 68
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 50 • 7. DESEMBER 2015
46
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Sjúklingahotellið
handað gávu
402 familjur søkt um jólahjálp
Regatta og Norður
lendsk Stranda
mentanarstevna
í Vági í 2016
Tá freistin um at søkja um
jólahjálp frá Í menniskjum
góður tokki var úti í gjár,
vóru tað 402 familjur við
799 børnum, ið høvdu
søkt um jólahjálp
Tað er Barnabati, ið stendur fyri Í menniskjum
góður tokki. Leiðarin fyri Barnabata, Djóni Eides
gaard, upplýsir, at nú verður farið undir at meta
um tørvin á hjálp.
– Tað tykjast at vera fleiri barnafamiljur, ið
hava tørv á hjálp í ár. Nú hyggja vit at umsókn
unum fyri at fáa eina mynd av hvat tørvurin er.
Tað verður møguliga neyðugt at justera eitt
sindur á upphæddirnar, so hvør familja og barn
fær sum mest møguligt burturúr.
– Vanliga er tað so, at tær familjurnar, ið
søkja um hjálp, hava millum 300 og 600 krónur
eftir skatt og fastar útreiðslur at keypa mat,
klæðir, blæur og annað fyri. So tey hava tørv á
allari hjálp, ið tey kunnu fáa.
Um nakar ynskir at stuðla fíggjarligu sperdu
familjunum, so ber til at flyta eina upphædd á
eina av hesum kontum.
9181 – 998.389.0
6460 – 995.133.6
9870 – 988.447.6
9865 – 988.804.1
Á hvørjum ári skipar Lions Club Tórshavn fyri
jólahugna í plantasjuni í Havn, har yvirskotið
verður latið til eitt vælgerandi endamál
Komandi ár verða Føroyar vertur fyri stevn
uni Norðurlendsk Strandamentan. Tað eru
Vágs kommuna og felagið Føroysk Træsegl
skip sum vera vertir fyri stevnuni
Í ár varð sum vanligt skipað fyri tiltakinum fyrsta
sunnudag í advent, har nógv varð gjørt burturúr
at pynta plantasjuna við ljósum, báli og øðrum,
meðan fólk høvdu møguleika at keypa ymisk, ið
hoyrir jólini til.
Avgjørt varð frammanundan, at yvirskotið
skuldi latast til sjúklingahotellið Tórshavn, og
nú er gávan handað.
Tilsaman eydnaðist at savna 38.000 krónur
til sjúklingahotellið. Peningurin skal brúkast til
keyp av venjingarútgerð.
Norðurlendsk Strandamentan er eitt sam
starv millum norðurlendsk strandalond.
Stevnan hevur seinastu árini verið í Húsavík,
Íslandi í 2011, Ebeltoft í Danmark í 2012,
Landskrona í Svøríki í 2013, Oslo í Noregi í
2014 og Álandi í Svøríki í 2015.
Sluppin Jóhanna luttók á stevnuni í Álandi
í fjør, á stevnuni í Oslo, umframt á stevnuni í
Húsavík. Vágs kommuna verður so vetru fyri
stevnuni komandi ár, tá hon skal haldast í
Føroyum.
Stevnan byrjar tórsdegnum 7. juli og
endar sunnudagin 10. juli. Stevnan verður
hildin saman við Føroya Regatta. Og komandi
ár vitjar Regatta’in og ein partur av útlendsku
luttakarunum á Strandamentanarstevnuni
fyrst í Tórshavn og á Vági.
Føroysk Træseglskip siga í ársfrágreið
ingini, at tey vóna, at skip koma frá hinum
norðurlondum. Ætlanin er, at øll skipini skulu
møtast í Nólsoyarfirði tórsdagin 7. juli og
leggja at við Müllers brúgv í Vágsbotni.
Fríggjamorgunin skal so allur flotin sigla
suður til Vágs, har stór stevnan verður skipað
fríggjadag og leygardag. Meiri verður at
frætta um hetta seinni.