mánadagur 7. desember 2015síða 72
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 50 • 7. DESEMBER 2015
50
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Portrið
til Bergen
Flogvøllurin í Bergen, Bergen Flesland, liggur 15
kilometrar sunnan fyri býin og er frá 1955
Flesland er næst størsti flogvøllurin í Noregi og
hevði yvir 6 milliónir ferðandi í fjør. Flogvøllurin
er fjórð mest trafikeraði flogvøllur í Evropa, um
hugt verður eftir talinum av flogfráferðum.
Í 2009 vann flogvøllurin heiðurin sum besti
flogvøllur í Evropa og varð kosin 6. besti flog
vøllur í heiminum.
25 flogfeløg flúgva til og úr Bergen til 61
ymisk útlendsk ferðamál.
Á flogvøllinum eru ikki somu møguleikar til
shopping sum vit eru von við frá Kastrup, men
onkrir handlar eru. Áðrenn trygdargeiran eru
vanligu kioskirnar, meðan í innanríkispartinum
av terminalinum er klædnahandil, bóhandil og
matstova. Í uttanríkispartinum eru vanliga toll
fría sølan, umframt kioskir og matstovur.
Spælipláss er til børnini, eins og at mat
stovurnar hava fleiri rættir ætlaðir børnum.
Og um foreldrini ynskja at stytta sær stundir
við onkrum, bjóðar flogvøllurin millum annað
ókeypis tráðleyst netsamband.
Hvar skalt
tú gista
í Bergen?
Úrvalið av seingjarplássum er stórt, tí ikki
færri enn 30 hotell við 7.000 seingjum
eru í Bergen og økinum harumkring
Fleiri teirra eru sett í miðbýnum, meðan
onkur eisini eru nærindis flogvøllinum,
Bergen Flesland.
Eitt, sum kanska hevur serligan týdning,
tá hotell skal veljast, er morgunmaturin og
til tað er at siga, at flestu hotellini bjóða eitt
stórt morgunmatarsjálvtøkuborð. Á kømør
unum eru baðirúm, kábulsjónvarp og telefon.
Í Bergen eru sjálvandi eisini fleiri gistingar
hús, vallaraheim og ból og biti. Eisini ber til
at leiga íbúðir í longri ella styttri tíðarskeið.
Tað ýðir í kampingplássum um býin og
bjóða tey ókeypis bussamband til býin og í
býnum.