mánadagur 7. desember 2015síða 74
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 50 • 7. DESEMBER 2015
52
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Festivalar í Bergen
Kygo trónar ovast
Sum stórbýur í Noregi og norðurlondum roynir Bergen eisini at spíla seg út
hvat festivalum og tiltøkum viðvíkur. Komandi ár eru fleiri festivalar á skrá
Bergen megnar eisini at seta sín dám á norskan tónleik
25. mai til 8. juni verður skipað fyri Festspølunum
í Bergen. Hetta er størsti festivalur av sínum
slag í norðurlondum. Festivalurin umfatar tón
leik, dans, bókmentir, myndlist, tjóðminni og
mangt annað.
Klassiski tónleikur fyllir nógv, tá Bergen
millum annað heiðrar sín stóra son, Edvard Grieg,
og á hvørt ár verður klaverkonsert nummar 1 í
a-moll hjá Grieg spæld á farvælkonsertini. Í ár
eru eisini serstakar konsertir við kendum klass
iskum tónleikarum sum Leif Ove Andsnes og sir
András Schiff.
26. mai til 4. juni er NattJazz í Bergen. Tá
verður høvi at hoyra Jarle Bernhoft, Lee Ritenour
og the Budos Band.
9. til 12. juni verður Hansafest í Bergen, til
minnis um Hansatíðina hjá býnum. Bergen var
ein av fýra býum, har Hansasamgongan hevði
eina fasta skrivstovu í miðøldini.
15. til 18. juni verður Bergenfest, fýra dagar
við stórum tónleikaupplivingum, siga fyrireik
ararnir. Millum høvuðsnøvnini eru Wilco, Sigur
Rós og Lars Vaular. Um 50 tónleikanøvn skulu
spæla á fýra pallum hesar fýra dagarnar, so
okkurt verður fyri øll. Festivaløkið er nærindin
Skansan í Bergen.
Bergenfestivalurin byrjaði sum ein tónleika
festivalur fyri blues og americana, men hevur
seinni árini ment seg nógv og fevnir nú um alt
frá popp til punk og frá blues til nigerianskan
fólkatónleik.
21. til 28. septembur verður Bergen Inter
nationale Filmfestival. Yvir 50.000 fólk vitja
festivalin, har yvir 150 ymiskir filmar vera vístir.
Millum filmarnar, ið hava vunnið heiður á BIFF
eru Crouching Tiger, Hidden Dragon í 2000,
Bowling for Columbine í 2002 og Kill Bill, vol.
1 í 2003.
Bergen hevur eitt ríkt tónleikalív og fleiri tón
leikarar úr Bergen hava veruliga sett dám á
norskan tónleik sum heild. Onkrir teirra hava
eisini megnað at fingið altjóða gjøgnumbrot.
Hvat stíli viðvíkur, spennir tónleikurin víða.
Lars Vaular telist nú millum fremstu rappararnar
í Noregi, meðan Gabrielle, Sondre Lerche og
Kurt Nielsen, ið vann fyrstu útgávuna av Idol og
World Idol, tróna ovast á popphimmalinum. Jan
Eggum tiltalar kanska heldur tey væl vaksnu,
meðan Audrey Horne og Enslaved eru millum
fremstu metalbólkar í Noregi.
Röyksopp eru eisini úr Bergen, sama við
Datarock, Casiokids og Kings of Convenince.
Og sjálvandi, heimstaðurin hjá Grieg má
kunna alva fram nakrar klassiskar tónleikarar av
ovastu hyll. Her hoyra uttan iva klaverspælarin
Leif Ove Andsnæs og sangarin Sissel Kyrkjebø,
sum vit føroyingar halda okkum eiga ein lítlan
part av, heima.
Oman yvir øllum hesum trónar tó í løtuni
Kygo. 24 ára gamli Kyrre Gørvell-Dahll gjørdist
kendur gjøgnum Youtube og Soundcloud við
sínum elektroniska tónleiki, har hann fyrst og
fremst gjørdi remix av kendum løgum. Onkur av
upprunaløgum hansara hava tó verið sera væl
umtókt eisini.