Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-07, síða 76
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2015síða 76

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 50 • 7. DESEMBER 2015 54 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Nógv lekkur vøra til jóla Norðskáli · tel. 422727 grafix 504251 Tunnils- dagin hava viT opið frá kl. 10-20 Tlf. 448289 · orkis@orkis.fo -altíð pláss til eitt sindur av inspiratión MinsT Til viT hava opið hvØnn sunnudag í advenT frá kl 15:00 -19:00 Grafix 504251 koM og viTja okkara fjálgu jólasTovu & Trend-rúM - og uppliv Tey nýggjasTu Trendini Romantikkur í Bergen Njót eina feriu saman við tínum kæra, eitt upplivilsi, ið kann knýta tykkum nærri hvør øðrum og geva góð minni í mong ár Tit kunnu byrja við einum gongutúri eftir Bryggjuni og lata tankarnar floyma aftur í tíð. Merk luktin av træverkinum og hoyr tað braka undir beinunum, har tit ganga í trongu smogunum. Ein av bestu fiskamatstovum í Noregi, Cornelius Seafood, liggur á einum lítlum hólma við góðum útsýni yvir fjørð og fjøll. Oyggin, sum passandi eitur Hólmurin, kann einans náast við báti og túrurin tekur um 25 minuttir. Tá tit eru komin inn í býin aftut, spáki tykkum ein túr til Fløybanan, sum tekur tykkum upp á Fløyen. Anda djúpt, njót frísku luftina, kvirruna og nærveru hvørs annars. Bið onkran taka nakrar myndir av tykkum, við vakra útsýninum sum bakgrund. Fylgja tit gøtuni til vinstru, koma tit framm á fleiri burturgoymdar benkur, har tit kunnu seta tykkum og njóta sólseturin ella bara njóta at vera saman. Tónleikurin førir fólk saman og í Bergen finst eitt gott útval av konsertum, sjónleikarhúsum og kabarettum. Ein intimkonsert á Madam Felle ella heimsttjørnur í Grieghøllini ella kanska ein stór uttandura konsert, Bergen hevur heilt víst okkurt at bjóða tykkum. Hava tit góða tíð, takið tykkum so stundir til ein túr inn í firðirnar í økinum. Síggj, hvussu landslagið broytist frá tí milda og mjúka til tað grova og villa, sum tit ferðast longur og longur inn í firðirnar. Gistið á Clarion Collection Hotel Havna­ kontórið á Bryggjuni ella íbúðini Villa Skansen nær Fløibananum. Tit kunnu eisini royna spa­ hotellið Solstrand Hotel & Bad, sum liggur í Os, beint uttan fyri Bergen.