Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. desember 2015 · Nr. 142 mikudagsblaðið Fyrst var tað Rigmor Dam, sum ikki kendi kunn­gerð­ina um, at sjófólk skulu á trygdarskeið í tríggj­ar viku. Bjørn Kalsø sigur kunn­gerð­ ina hjá Rig­mor Dam vera »burtur úr vón og viti«. Nú vísir tað seg, at Bjørn Kalsø hevur sjálvur skrivað kunngerðina. Jú so víst er tað, at onk­un­tíð veit vinstra ikki, hvat høgra ger Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tað er eitt sindur løgið at fylgja stríð­num millum pensjónistarnar og lands­stýrið í málinum um pen­ sjón­ir­nar. Landsstýrið sigur seg vilja geva pen­sjónistunum meira at liva fyri, men pensjónistarnir fata tað sum um, at lands­stýrið ger tað mótsætta og soleiðis hevur duld motiv um at lumpa pen­sjónistarnar. Hvør hevur rætt fer at standa sína roynd, tá politikkurin er vístur í verki. Men eitt sindur óskiljandi er tað, at pen­sjónistarnir óttast so nógv Sam­halds­fasta – ta samhaldsføstu eft­ir­løn­ina, sum allir løntakarar, høg­ir sum lágir, rinda 1,75 prosent av síni løn inní, eins og arbeiðsgevarin eis­ini rindar 1,75 prosent í grunnnin. So­leiðis verða goldin inn 3,5 prosent av øll­um lønarútgjaldinum til fólk und­ir 67 ár. Hetta eru pengar, sum pol­it­ik­ar­ar ikki kunnu fara eftir. Tað ber ikki til, at politikarar brádliga finna upp á at nýta peng­arn­ar til okk­urt annað. Teir liggja uttan fyri løg­tings­fíggj­ar­ lóg­ina. Tað at øll rinda sama prosentpart í ein eft­ir­løn­ar­grunn, sum rindar øll­ um tað sama útaftur, er ein sol­i­dar­ isk eftirlønarskipan. Samhaldsfasti kann gerast ein nógv dyggari grundsúla und­ir fram­ tíð­ar pen­sjóns­skipan í Føroyum – og tí eig­ur ætl­anin hjá landsstýrinum ikki at skjótast niður. Hinvegin tykist, sum landsstýrið hev­ur handlað í óðum verkum. Tað er ikki gott lógararbeiði at loypa um all­ar hoyr­ings­partar og hoyr­ings­ freist­ir. Tí hevði verið nógv bet­ur at brúkt ta tíðina, sum skal til. Eis­ini hóast tað hevði gingið út yvir pen­ sjón­ina í fyrstu atløgu. Sum støðan er beint nú, at Lands­fel­ag Pensjónistanna gongur á odda at skjóta ætlanina hjá lands­ stýrinum niður, so verður ringt at fáa nakað gott at spyrjast burt­ur­úr, hóast ætlanin skuldi givið pen­sjón­ ist­u­num meira at liva fyri hvønn mán­að. Um pengarnir koma sum grund­ upp­hædd í fólkapensjónini ella sum hægri útgjald úr Samhaldsfasta mátti kunna gjørt tað sama. Men um ætl­anin hjá landsstýrinum førir til pen­sjón­ist­a­upp­reistur, so er líka vítt sum sítt. Ráðini mugu tí vera, at lands­stýr­ ið heldur seg til hoyringspartar og hoyr­ings­freistir – og lærir seg betur at sam­skifta við fólk og áhugabólkar og taðar lendið betur. Spurningurin er, hvussu skilagott tað er at koll­velta skipanina nú – tá vit kort­ini skulu kollvelta alt av nýggj­um næsta ár, tá leingi ætlaða pen­sjóns­ný­skip­anini – sambært lands­stýr­i­num – skal gerast veru­ leiki. Politikkur er at fremja broyt­ing­ ar. Men politikkur er eisini at duga at fáa fólkið við, so fólkið og pol­it­ik­ar­ar tosa sama mál. Landsstýrið má duga betur at forklára politikkin Tosa tey sama mál? Fólka­ pensjón til øll vaksin Zakarias wang kjak síða 19 Út­ reiðslu­ trøllið Jens Paui í Dali Síða 19 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Bjørn Kalsø er burtur úr vón og viti – sigur hann sjálvur Jólini Nú eru jólini skjótt í hondum, tí er eitt gott høvi at umrøða orð­ið jól. – Stundum lýsa handlar við, at teir hava opið seint »lítla jóla­aft­an«. Hesin dagur eitur av røtt­um »toll­ aks­mess­u­dag­ur«, og dagurin fyri henda dag nevn­ist »toll­ aksmessuaftan«. Tað kunnu handlar, fyritøkur o.o. hava í huga, tá ið lýst verð­ur við, nær ið opið er um høg­tíð­ina. Har­ um­framt skal havast í huga, at tað nevn­ist »jóladagur« og »ann­ar jóladagur«. Mælast má frá at siga »fyrsti jóladagur«. Onnur orð og orðingar: Fyrr varð hildið vera skomm, um ar­beiði ikki fekst liðugt fyri jól, t.d. bundið plagg. Tað varð rópt »jólatrøll«. Vit nýta orðið enn, hóast tað ikki longur er so skamm­iligt, at nakað verður jóla­trøll. Summarsligt veður um jól­ tíðir verður nevnt »jóla­summ­ ar«. Gamalt var, at jólasummar verð­ur páska­vet­ur, t.e. er summ­ar­veð­ur á jól­um, kann vetr­ar­veður væntast um pásk­ ir­nar. Umframt at nýta orðið »jóla­lig­ur« um tað, ið er eyðkent fyri jól­ini ella hevur jóladám, kann tað í skemti verða sagt um ein, ið so smátt er farin at kenna til fyri jól, t.d. ert tú longu jólaligur? Jólini vara til trettandadag, t.e. 6. jan­uar. Tað verður eisini nevnt »gomlujól«, tí eftir gamla ál­ma­nakk­anum var jóladagur 6. jan­uar. Orðingin »millum jól­ anna« er tíðarskeiðið frá jóla­ degi til tjúgunda dag jóla, t.e. 13. januar. Tó verður í summ­ um bygdum sagt mill­um jól­ anna um tíðina frá jóla­degi til trett­and­a­dag. – Jóla­sunnu­dag­ ur er sunnudagur millum jóla og nýggj­árs. Her kann verða skoytt upp­í, at byrjan at nýggjum ári nevnist »nýggjár« (og ikki »nýttár«). Og tá ið vit heilsa vinum, kenningum og skyld­ fólki á nýggjárinum, er rætta orð­ing­in »gleðiligt (ella: gott) nýggj­ár«. Málráð frá Orðafragd Marjun Arge Simonsen málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum Bjørn Kalsø sigur, at tað er »burt­ur úr vón og viti«, tá Rig­mor Dam setir eina kunn­ gerð um trygdarskeið til sjó­ fólk í gildi, har tað í grein 5 stend­ur so­leiðis: »Trygdarskeiðið er ásett til 3 vik­ur, sum svarar til 4,5 stig í Eur­o­pean credit Trans­ fer System, ECTSstig« Í summar var Bjørn Kalsø lands­stýr­is­mað­ur í menta­ mál­um, og tá skrivaði hann eina kunngerð um trygd­ar­ skeið til sjófólk. Í grein 6 í kunngerðini hjá Bjørn Kalsø stendur soleiðis: »Trygdarskeiðið er ásett til 3 vikur, sum svarar til 4,5 stig í European credit Trans­ fer System, ECTSstig« Um grein 5 hjá Rigmor Dam sigur Bjørn Kalsø so­ leið­is í lesarabrævi, sum Sam­bands­flokk­urin sendi út 1. des­em­ber 2015: – Hetta er burtur úr vón og viti, og má broytast ong­ an­tíð ov skjótt. – Vónandi fara mynd­ ug­leik­ar­nir at taka í egnan barm og broyta áður nevndu kunn­gerð. Vit kunnu bara geva Bjørn Kalsø rætt, at her er nógv sum er burt­ur úr vón og viti. Tað var tað eisini, tá Rigmor Dam ikki dugdi at forklára kunn­gerð­ina í tinginum hend­an dagin. Men tað er eisin burtur úr vón og vita, at Bjørn Kalsø hevur gloymt, at hann sjálv­ ur hevur skrivað kunn­gerð­ ina, sum Rigmor Dam hevur sett í gildi. Eingin er fullspottaður, fyrr enn hann spottar seg sjálvan – og ofta etur hundur tað hann havnar. ;-)